Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 13 FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 á heilt ungum árum. Tá eru tey minni merkt av sjúkuni og lættari at viðgera, sigur Tórmóður Stórá. Í mun til spurningin um inni­ haldið á Psykiatriska Deplinum er Tórmóður Stórá sannførdur um, at man hevur hugsað um fakliga innihaldið, eins og Magnus Hansen eftirlýsir í aðrari grein í blaðnum. – Vit hava havt sum meginreglu, at vit ikki skulu lata vánaligu fysisku karmarnar vera ein forðing fyri okkara arbeiði. Vit hava seinastu 10 árini fokusera nógv uppá at veita eina fjølbroytta og dygdargóða viftu av tilboðum, og tað meti eg er á góðari leið í dag. Sjálvandi kundi tað verið betur. Alt er relativt, sigur Tórmóður Stórá. Menniskjaligu eginleikar stóran týdning Magnus Hansen eftirlýsir eisini í grein aðrastaðni, at menniskjaligu eginleikar sum empati, umsorgan og nærvera verða uppraðfestir á Psykiatriska Deplinum, tí teir eru avgerandi fyri upplivingina hjá sjúklinginum. Til tað sigur Tórmóður Stórá, at hann er púra samdur. – Vit hava upplivað, at fólk eru noydd at finna sær annað starv, tí teirra menniskjaligu eginleikar ikki hóska seg til umsorganararbeiði, sigur Tórmóður Stórá. Hann vísir á, at tá ið umræður førleikar hjá starvsfólkunum, so ber altíð til at bjóða skeið og eftir­ útbúgvingar út, um ein før­leiki mangl­ar. Men verri er við menn- iskja­ligum eginleikum. – Tað er trupult at meta um áðr­ enn, hvørt eitt starvsfólk hevur teir neyðugu eginleikarnar. Fólk hava vanliga royndartíð hjá okk­ um, og um so er, at vit meta, at menniskjaligu eginleikarnir ikki eru nøktandi, so kann tað fáa avleiðingar, sigur Tórmóður Stórá. Hann vísir á, at psykiatriin er ógvuliga nógv tengd at relatiónum. Tað, at tú kanst relaterað til eitt ann­að menniskja, hevur stóran týdning. – Tað skalt tú kunna gera, um tú arbeiðir við menniskjum. Tey fólkini, vit taka okkum av er jú sjúk, og ofta eisini í tí relationella. Tað kemur meira enn so fyri, at tey liggja í konflikt við onnur og tá kunnu vit uppliva tað sama. Og um eitt starvsfólk upplivir, at sambandið við ein sjúkling ikki riggar, so tekur ein annar vanliga yvir, sigur Tórmóður Stórá. Summi ikki nøgd Nú færri songjarpláss eru á Psykiatrika Deplinum merkir tað eisini, at innleggingarnar eru styttri. Nøkur fá liggja í longri tíðarskeið, men tí ætlar depilin at fáa billbukt við 1. januar í næsta ár. – Summi uppliva tað sum, at tað verða blakað heim. Tað er eisini retorikkur rundanum sjúkra­húsverkið í heila tikið, sigur Tórmóður Stórá. Tað er ein tendensur, sum hevur verið leingi – at tað ikki er gagnligt fyri sjúklingar at liggja leingi innlagdir á sjúkrahúsverkinum. – Tað merkir, at tey sálarsjúku eru meira at síggj aí samfelagnum. Tey kunnu ikki bara verða leverað til Psykiatriska Depilin og koma út aftur, tá ið tey eru 100 prosent fiksað. Ein stórur partur av hjálpini skal vera í nærumhvørvinum hjá fólki, sigur Tórmóður Stórá. Og tí hava tey eisini sjúkra­ røktar­frøðingar kring landið, sum fara heim at geva fólki viðgerð ístaðin. – Vit hava 1500 fólk í viðgerð, og bara 19 songjarpláss. Tað eru tey, sum eru ringast fyri, sum eru innløgd, sigur Tórmóður Stórá. Hann sigur, at í hesum við­fang­ inum uppliva tey mangan, at fólk kenna tað sum, at tey ikki fáa tað tey høvdu væntað. – Ein partur av okkara arbeiði er eisini at viðgerða fólk, sum ikki vilja viðgerðast. Hvussu fært tú tey at vera nøgd, spyr Tórmóður Stórá. Og so eru tey summi, sum halda, at tey skuldu verið innløgd longri og verða ónøgd, tá ið tey verða út­ skrivað. – Har mugu vit taka læknaligu metingarnar framum, hvat fólk høvdu væntað, sigur Tórmóður Stórá. BARBARA@SOSIALURIN.FO