hósdagur 6. oktober 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
14
Tíðargrein
Sálarsjúka
TEMA
Tíðargrein
E
g spyrji tí, tað tykist so
um, at bólturin, sum eitur
»psykiatri«, verður kast
aður frá hond til hond,
men eingin hevur hug at taka hann.
Psykiatriina er eitt økið, sum
allir politikarar siga seg vilja
raðfesta. Kortini er hon ikki
blivin raðfest í nóg stóra mun.
Aftur og aftur hoyra vit, hvussu
vánaligar umstøðurnar eru úti á
deplinum, og aftur og aftur má
onkur gera okkurt, men onkur
ger ongantíð nóg nógv, til at tað
blívur til meira enn lappaloysnir.
Nú mugu vit taka ábyrgd
Lappaloysnir loysa einki. Nú
má tað vera liðugt við bóltspæli
og undanførslum. Nú mugu vit
gera nakað konstruktivt í felag.
Vit kunnu øll klaga og lova,
men einki kemur burturúr, um
tað bara verða orð. Vit mugu
taka ábyrgd og gera nakað við
støðuna, og vit mugu gera tað nú.
Psykiatri er meira enn tað at
fólk blíva so sjúk, at tey mugu
innleggjast. Tað er alt frá fólki,
sum eru 100% funktionel, men
hava avbjóðingar, til fólk, sum
als einki kunnu gera uttan hjálp.
Øll eiga tey at fáa tilboð um hjálp,
og øll hava tey avvarðandi, sum
verða ávirkaði. Harumframt er
tað so ómetaliga lætt, at seta
eitt roknistykki upp, sum vísur,
hvussu nógv samfelagið kann
vinna peningaliga, av at hjálpa
teimum, sum hava brúk fyri tí,
so tey blíva arbeiðsfør. Men tað
vit kunnu vinna peningaliga er
einki, afturímóti tí, sum tey við
sinnisórógvi og avvarðandi teirra
kunnu vinna reint menniskjans
liga. Og tað er okkara skylda sum
samfelag, at seta væl meira orku
av til at hjálpa teimum.
Menniskju, sum pínast
Sum áhugafelag teirra, sum eru
rakt av sálarligum avbjóðingum
og avvarðandi teirra, eru
søgurnar vit hoyra frá limum
okkara ofta hjartanemandi. Tað
er konan, sum kedd og frustrerað
ringir. Hon spyr um tilboð, sum
hon kann blíva víst til. Men hon
sleppur ikki framat nøkrum
tilboði her og nú, tó at hon hevur
brúk fyri tí. Hon grætur og sigur,
at hon als ikki orkar meira, og at
tað hevði verið lættari, at flutt av
landinum.
Tað er maðurin, sum ikki
torir út. Klokkan er yvir fýra,
og hansara egni lækni er ikki
til arbeiðis meira. Hann má
innleggjast, tosar um sjálvmorð
og vil ikki inn aftur á psykiatriska
depil. Eg kann einki gera. Eg royni
at tosa við hann, og hann blívur
eisini róligari, men hann hevur
brúk fyri professionellari hjálp
her og nú.
Og so er tað mamman, sum
ringir. Sonurin er so illa sjúkur, at
hon er bangin fyri, at hann kann
finna uppá, at skaða seg sjálvan.
Hon fær ikki fatur á sálarfrøð-
inginum hjá soninum, tí klokkan
er yvir fýra, og veit ikki hvar hon
kann fáa hjálp.
Hesi fólkini hava øll brúk fyri
einum staði at venda sær til. Eitt
stað tey kunnu ringja og fáa tey
ráðini tey hava brúk fyri, ella bara
onkran, sum hevur tíð og orku, at
lurta eftir teimum. Onkur, sum
dugir at skilja teirra støðu.
Ítøkiligar loysnir
Sannleikin er, at politiska
skipanin leingið hevur vitað
hvørjum vit hava brúk fyri, fyri
at betra tænastuna, og at alt
í alt kostar tað relativt lítið, í
mun til tað vit sum samfelag fáa
burturúr. Kortini fær psykiatriin
sjáldan meira enn tað í eyka
fígging, sum lønarvøksturin kost
ar, og ofta ov lítið til at viðlíka
halda tey tilboð, vit longu hava.
Við hava brúk fyri, at psyki
atriin eisini verður ein partur av
skaðastovuni. At vit eftirútbúgva
eini 2 – 3 psykiatri-sjúkrasystrar,
sum spesialisera seg innan at
taka ímóti akuttum tilburðum
á skaðastovuni. Hetta hevði
kostað áleið 1 millión krónur
árliga í eftirútbúgving og lønum,
og hevði ógvuliga bókstavliga
bjargað lívum her og nú.
Vit hava brúk fyri fleiri og
hægri raðfest viðgerðartilboð,
sum ikki eru tengd at heilivági.
Samrøður, tónleikaterapi, ergo
terapi, psykiatrisk fysioterapi,
DAT viðgerð, styrkivenjing og
aðrar venjingar, listaterapi,
Psykiatriin í Føroyum bløðir. Tað hevur hon gjørt í
mong ár. Men hvør hevur skyldina? Eru tað starvsfólkini
úti á psykiatriska depli, eru tað politikararnir, er tað
Almannaverkið, ella kanska samfelagið sum heild?
Vit hava brúk
meira enn orð