hósdagur 6. oktober 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
15
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Laura Kathrine Apol
Miðla- og samskiftisfólk hjá Sinnisbata
psykoterapi og tilboð til
kvinnur og menn, ið hava barns-
burðartunglyndi. Harumframt
alt arbeiðið, sum fevnir um tey
avvarðandi og kunning, ið er
minst líka týdningarmikið fyri,
at einstaki sjúklingurin kann
koma seg. Trupulleikin er, at tað
eru hesi tilboðini, sum minka
ella, í summu førum, skerast
burtur, hvørjaferð ein hevur
verið noyddur at spara. Og uttan
veruligar politiskar raðfestingar,
sum eru meira enn bara orð, so
fáa vit ongantíð tílík tilboð.
Øll hesi tilboðini eru altav
gerandi fyri, at sjúklingurin kann
koma seg aftur. Tí ómetaliga
nógvar sálarligar sjúkur eru
nakað ein kann lekjast fyri, men
tað krevur røttu viðgerðina.
Vit kunnu tó ikki bara sita og
krevja. Í Sinnisbata bjóða vit í
løtuni avvarðandi bólkar, og eru
eisini farin undir at fyrireika
fleiri onnur tilboð, ofta saman
við øðrum. Eitt nú arbeiða vit
við at fáa eitt stað, har ung við
sálarligum avbjóðingum, kunnu
tosa við onnur ung. Vit arbeiða
við eini telefonlinju, einum
upplýsingarportali og einum
mentor netverki. Hetta er alt tílíkt,
sum krevur tíð og orku, og tí eru
vit eisini glað fyri, at Sinnisbati í
fíggjarlógaruppskotinum stend-
ur til at fáa 200.000 krónur í meir-
fígging.
Glottar eru at hóma
Alt er heldur ikki neyð og elendig-
heit innanfyri psykiatriska
økið. Vit hava fingið eina økis-
psykiatri, og tað er nakað
við í Sinnisbata fegnast heilt
ólukksáliga nógv um. Vit síggja,
at tað er við til at minka tørvin á
innleggingum, tí tey verða hjálpt
áðrenn tey fáa tað so ringt, at
innlegging er neyðug. Eisini eru
fleiri bústaðartilboð komin, ein
heildarætlan er ávegis, og vit í
Sinnisbata bæði føla og síggja, at
ymsu stovnarnir vilja betra um
støðuna og vilja økja samstarvið.
Fountainhúsið og almanna-
verkið gera eisini eitt megnar
arbeiði, at fáa fólk, ið hava verið
innløgd, ella fólk, ið eru í viðgerð,
út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Saman arbeiða stovnarnir fyri
at geva fólki arbeiðsroyndir,
so tey kunnu koma út aftur í
samfelagið og liva eitt vanligt lív.
Men meira upplýsing má til, fyri
at fleiri fyritøkur taka ábyrgd og
seta fólk, ið hava ella hava havt
sálarligar avbjóðingar.
Eldsálir undir einum fossi
Kortini ber tað ikki til at koma
uttanum, at støðan í stórum
pørtum av psykiatriini als
ikki er nøktandi. Vit hava
eldsálir, sum arbeiða eitt nú á
psykiatriska deplinum. Fólk,
sum vilja gera mun og gera sítt
besta. Men umstøðurnar eru
ofta so út av lagið vánaligar, at
tað er sum at seta eldsálirnar
undir ein buldrandi foss, sum
bara blívur við. Har eru ov fá
fólk, ov fá tilboð, alt ov vánaligir
karmar, og tað er drepandi fyri
arbeiðsviljan hjá einum og
hvørjum starvsfólki, at vita, at
ein vegna plásstrot má koyra fólk
út, sum ikki eru liðugt viðgjørd,
tí meira akuttir sjúklingar mugu
sleppa inn. Tá veit tú, at tað bara
er ein spurningur um tíð, til tú
sær viðkomandi sjúkling aftur
– kanska uppaftur verri fyri enn
áðrenn. Gerast umstøðurnar ikki
betri, er spurningurin, hvørt ein
yvirhøvur kann loyva sær, at
hava ein psykiatriskan depil í
Føroyum.
Og tí mugu vit taka ábyrgd.
Politiska skipanin má taka bóltin,
og játta teir pengarnar, sum vit
hava brúk fyri. Upphæddirnar
eru so óendaliga lítlar, í mun til
tað ein fær afturfyri. Tað kann
ikki verjast – tað kann á ongan
hátt verjast – at vit vilja spara
nakrar fáar milliónir krónur, tá
hesir pengarnir kunnu bjarga
lívum, bjarga familjum og gera
lívið so nógv betri hjá so nógvum
hundraðtals, um ikki túsundtals,
fólkum.
fyri
um