Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 20 Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum V it stevna – við vøkstri, vælferð og varsemi – fram móti búskapar­ ligum sjálvbjargni. Avlop landskassans væntast at gerast 112 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2017. Eftir 8 ár við halli hjá landinum væntast sostatt avlop í ár og vaksandi avlop í 2017. Eisini gerst fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum betur. Hetta verður rokkið við skyn­ somum búskaparpolitikki, herundir lágum rakstrarvøkstri, málrættaðum íløgum og inntøkuvøkstri vegna framgongd í føroyska samfelagnum. Tað gongur væl Tað gongur væl í Føroyum í dag. Stórur búskaparvøkstur á 7-8%, vøkstur í lønargjaldingum á út við 7% og arbeiðsloysi á bara góð 2%. Samstundis er stórur vøkstur í uppsparingini hjá føroyingum. Seinastu 12 mánaðarnar hava húsar­hald økt innistandandi í føroysku peningastovnunum við 9%, ið er góðar 700 mió. kr., og vinnulívið við 6%, ið er um 200 mió. kr. Í sama tíðarskeiði eru út­lánini til húsarhald bara økt 3%, ið er um 300 mió. kr., meðan útlánini til vinnulívið standa í stað. Kommunurnar rinda eisini skuld skjótt niður, og eru allar kommunur undir eina álíkning í skuld. Landið hevur nú eisini vaks­ andi avlop, so vøksturin og fram­ gongdin í dag eru ikki grundað á lánifíggjaða nýtslu, so sum vit hava sæð í undanfarnum upp­ gongutíðum í Føroyum. Tvørtur­ ímóti, so uppspara føroy­ingar sum ongantíð áður. VARSEMI Vit vísa varsemi við fíggjarlógini. Tí góðar tíðir krevja varsemi og skynsama búskaparstýring. Vit eru nú í góðum tíðum, og lands­stýrið velur tí at leggja seg eftir, at halda aftur í rakstrar­út­ reiðsluvøkstrinum, soleiðis at hesin veksur minni enn búskapar­ vøksturin og minni enn inn­tøku­ vøkstur landsins. Vanligu rakst­ rarútreiðslurnar í fíggjarlóg landsins fyri 2017 vaksa minni enn tvey prosent, hóast stóran búskaparvøkstur og inntøkuvøkstur á 4,5% sammett við fíggjarlógina fyri 2016. Hetta bøtir um sokallaða bygnaðarliga hallið og styrkir fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum. Hóast stóra búskaparvøksturin er búskapurin sum heild ikki ovhitaður. Hinvegin eru sokallaðir fløskuhálsar, ið eru avmarkaðir til ávísar vinnur og til ávís øki í landinum. Fyri at minka trýstið av fløskuhálsum innan byggivinnuna, hevur landsstýrið avgjørt at minka landsins játtan til byggiíløgur við 13% í fíggjarlógini fyri 2017 í mun til samtyktu játtanarkarmarnar í vár. Ístaðin verður upphæddin flutt til árið 2020, tá færri almennar íløgur verða gjørdar. Landið fremur tó ikki bú­skapar­ stýring einsamalt. Tí landsins íløgur í fíggjarlógini á 257 mió. kr. eru minni enn 20% av samlaðu almennu íløg­ unum í 2017. Tí er neyðugt, at land, kommunur og almenn feløg sam­ starva um at tillaga virksemið í mun til búskapargongdina. Vit eru tí í samskifti við viðkomandi partar um, at allir partar taka og vísa ábyrgd, tá ið umræður skynsama búskapar­ stýring. Umframt landið, hava aðrir partar eisini avgjørt at útseta ávísar byggiíløgur, eitt nú SEV og Bústaðir. Enn ein týðandi orsøk til at vísa varsemi í hesum døgum er, at búskapar­vøksturin í sam­ felag­num millum annað er komin av viðurskiftum, ið vit ikki hava stórvegis ávirkan á. Laksa­ prísirnir eru í løtuni óvanliga høgir, nøgdirnar av uppsjóvarfiski eru stórar, oljuprísirnir lágir og rentu­støðið søguliga lágt. Tað er tí týðandi, at samfelagið verður rikið á ein skynsaman hátt, ið tryggjar at landið eisini er væl fyri, tá ið oljuprísurin og rentan hækka, nøgdin av uppsjóvarfiski minkar, og laksaprísirnir lækka. Hetta verður gjørt við at halda aftur í rakstrarútreiðsluvøkstrinum, fremja nýskipanir, økja avlop landskassans, rinda aftur skuld í góðum tíðum og at seta pening í búskapargrunn hjá landinum. Við avlopi í ár og komandi ár fara vit at minka skuldina hjá landinum, og fer 80% av yvirskotinum til at minka skuld landsins, samstundis sum 20% av avlopinum verður sett í Búskapargrunn Føroya at standa ímóti við í verri tíðum. VØKSTUR Vit fremja varandi fólkavøkstur, vaksandi virðisøking og vaksandi sjálvbjargni við fíggjarlógini. Tí hetta er lykilin til at møta høvuðs­ avbjóðingum okkara, fer at styrkja okkara samfelag, og gera okkara samfelag fíggjarliga hald­ført. Varandi fólkavøkstur er av­ gerandi fyri, at tryggja framtíðina hjá landi og fólki. Vit hava størsta fólkavøksturin í mong ár. Nærkast nú 50.000 íbúgvum. Eru vorðin 618 fleiri seinasta árið – 342 kvinnur og 276 menn. Fleiri átøk eru framd og verða framd fyri at halda áfram við hesi góðu gongd. Barsilstíðarskeiðið er longt við 6 vikum, og familjuískoyti er sett í verk til familjur í fíggjarliga trongum korum. Eisini er munandi skattalætti latin lág- og miðalløntum – ein skattalætti á upp í 8.500 kr. árliga fyri persón við miðalløn. Komandi ár hækkar barna­ frádrátturin hjá smábarnafamiljum munandi. Fyri børn undir skúlaaldur fer frádrátturin úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barnið. Eisini hækkar stuðulin til lesandi við børnum, eins og lestrarstuðulin fyri lesandi undir styttri vinnuførleikagevandi og hægri útbúgving hækkar, og Mentanargrunnurin verður styrktur, fyri at skapa størri trivnað, framgongd og fyri at fáa enn fleiri av okkara ungu at velja Føroyar sum landið har tey liva og virka. Vaksandi virðisøking er ein týðandi lykil til fleiri størv og varandi fólkavøkstur. Vit fremja tí munandi uppraðfesting av fiski­ vinnugransking. Hetta vil, saman við fiskivinnunýskipan, og betri marknaðaratgongd fyri útflutning okkara, skapa virðisøking og fleiri størv í Føroyum. FarGen verkætlanin verður eisini uppraðfest, betri sam­ skipan av ferðavinnuni verður framd, Føroyar sum maritimur tænastudepil marknaðarførdur, filmshús sett í verk og munandi íløga í talgilding av Føroyum – herundir eina talgilda undirskrift til allar føroyingar – eru millum átøkini at skapa størri virðisøking og fleiri størv komandi árini. Skynsamur búskaparpolitikkur: Vaksandi avlop, lágur rakstrar­ vøkstur og málrættaðar íløgur TÍÐARGREIN