hósdagur 6. oktober 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
21
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur
Tjóðveldi
Longu
áðrenn
kunngerðin um
spillivatnsætlan
varð sett í gildi,
hevði eg sum for-
kvinna í teknisku
nevnd árini 2005-12 ein harðan
politiskan bardaga at fáa sett
kloakkirnar á breddan. Í mínum
hugaheimi var tað ein sjálvfylgja
at hetta varð gjørt, uttan at tað
var neyðugt at bíða eftir nøkrum
lógarkravi, tí hetta snúði seg um
so grundleggjandi viðurskifti hjá
okkum øllum.
Tað eydnaðist tá at fáa polit
iska undirtøku fyri at fáa klo
akkirnar inn í langtíðar íløgu-
ætlanina og hesi árini vórðu
einar 100 mió. kr. brúktar uppá
kloakkir. Tá var Tórshavnar
kommuna komin longst á leið
við at dagføra kloakkirnar sbrt.
spillivatnsætlanini, men í dag er
hon tíverri darlað langt afturum
hinar kommunurnar.
Tað vanta minst 100
milliónir afturat
Hesin sami eldhugi er ikki at síggja
hjá sitandi meiriluta og eru bert 5
mió. settar av á íløgujáttanini fyri
2017. Støðulýsingin frá teknisku
umsitingin vísir, at tørvur er
á minst 100 mió. kr. afturat, og
fyri tað er ikki komið á mál, tí
kloakkirnar skulu alla tíðina
røkjast. Eitt er at fáa skipaðar
kloakkir har tær renna beinleiðis
út í áirnar ella oman í fjøruna.
Harafturat eru eini 19 km. av
gomlum betong kloakk rørum,
sum eru brotin og/ella leka og
tí skulu skiftast. Vit kunnu ikki
bjóða okkara borgarum at liva
í beinleiðis heilsuskaðiligum
mannatrekki.
Kloakkir fyritreytin fyri
trivnaði
Týdningin av at fáa hetta í
rættlag síggja vit m.a. í Vágsbotni,
har fólk í dag savnast sum
ongantíð áður. Hvør hevði unnað
sær at sitið við einum kaffikoppi
ella einari øl í tí deymi, sum var
av kloakk har? Nú er vágin rein.
Í Nólsoy svimja nólsoyarkonur á
sjónum og sandstrond er komin á
Malarenda – tann reini trivnaður.
Áðrenn vóru ikki minni enn 7
útlop, sum runnu út í bátahylin
ella innanvert brimgarðin.
Tilsamans kostaði kloakkarbeiðið
í Nólsoy 7 mió. kr., men sanniliga
er tað væl útgivin peningur.
Reinføri fram um
marglæti og ørvitisíløgur
Síðstu fýra árini hava kloakkir
nar bert verið ein viðfáningur
hjá sitandi meiriluta. Tyrvingar
plássið og skiljing av ruski hava
als ongar raðfesting havt heldur.
Tá ið Tjóðveldi kemur framat
aftur stýrisvølinum á Vaglinum
verða kloakkirnar aftur settar í
fremstu røð. Fái eg møguleikan,
fari eg aftur at arbeiða hart fyri
hesum. Ein høvuðsstaður, har
ramur luktur av mannatrekki
stendur tær í nasarnar, er ikki
innbjóðandi. Kloakkunum havi
eg altíð stríðst fyri og tað fari
eg framhaldandi at gera. Eins og
tyrving, skiljing av ruski og reint
vatn. Ja, alt undirstøðukervi
skal aftur raðfestast fram um
marglæti og ørvitisíløgur. Kennir
tú ráman av mannatrekki, gevur
valið seg sjálvt.
Kennir tú ráman av mannatrekki?
Býráðsmeirilutin hevur slept endanum, tá tað snýr seg um at loysa stóra trupulleikan av vantandi og skipaðum
spillivatnsleiðingum. Men hvat nyttar tað við torgum og trappum, um vit skulu liva við rámanum av mannatrekki?
✗
Birgith Clementsen
Leygardagin 24. september 2016
Í dag stendur ein stór kúgv á gøtuni
niðri í miðbýnum og bíðar eftir at
verða skotin framman fyri nógvum
fólki, stórum og smáum, kálvar og
lomb bíða eisini.
Hetta er tað nýggjasta undir
haldið í miðbýnum, harmonikuliðið
undirheldur. Álvaratos: Hvat er
galið? Eg tori ikki út um hurðina,
búgvi for tætt við, má bíða til eina
ferð slaktararnir eru lidnir og farnir
til hús aftur.
Tað skelkar meg, at býráðslimir
við góðari samvitsku luttaka í hes
um, sum teir kanska áttu at forbjóð
að. Tað ger meg av álvara ótrygga.
Eg loyvi mær at ivast í, at borg
arstjórin hevur givið grønt ljós
til hetta – tað er so ikki tann mið
býurin, hann plagar at mála upp,
men tá kettan er úti spæla mýsnar
á borðinum.
Hetta minnir ikki sørt um
mekkaferðina hjá muslimunum,
men tað er so heilt øðrvísi, begrund
að og ikki eitt undirhald.
Um hetta er at vísa boragunum,
hvat slakt er, so er man farin langt
út av sporinum.
Tað er ikki nakað sum gongur
fyri seg mitt á gøtuni framman fyri
stórum og smáum, ið skulu undir
haldast. Vit vita øll, at djór skulu
slaktast, áðrenn tey kunnu etast,
og at tað er einstakum beskorið at
orðna.
Vit vita nokk øll eisini, at tí
líkt fór fram onkustaðni í 14. øld,
ikki nú í 2016. Heldur hetta fram,
eri eg bangin fyri tí næsta undir
haldinum, ið kann blíva grinda
dráps-undirhald við musikki til
- hopi ikki tað verður Danny de
Vitos.
Eg trúði ein lóg var til, ið for-
bjóðaði undirhaldi við djórum, men
tað skuldu býráðslimirnir vitað, um
so er.
Hvat sigur djóralæknin? Tað
burdi kanska gjørt meg klókari.
Góðu borgarar. Verið góð við
djórini, virðið tey og farið væl um
tey, verið ikki bangin fyri at vísa tey
góðu følilsini, vit hava innast inni,
og verið ikki bangin fyri at siga frá
og rópa hart.
P. S.
Eg kundi eisini spurt: Hvat sigur
Djóraverndarfelagið? Men tey
verða tíðanverri ikki serliga høgt
prioriterað av samfelagnum sum
er. Vónandi er onkur politikari har
úti, ið kann fáa hjernasellurnar í
gongd um, hvat hoyrir seg heima
í einum samfelag sum okkara,
vit umgangast djór hvønn tann
einasta dag alt lívið ígjøgnum, og
alt er ikki bara at hyggja at!
Verið góð við djórini
KJAK
Vaksandi sjálvbjargni er eitt
av grundleggjandi málum okkara.
Vit seta tí ferð á heimtøku av út
lendingamálum, persóns-, familju- og
arvarættinum, og loftrúmi okkara í
komandi árinum. Fólkaatkvøðan um
nýggja stjórnarskipan verður eisini
í 2017, har føroyingar fáa søguliga
møguleika at atkvøða um sína
egnu stjórnarskipan. Og vit taka
eisini størri ábyrgd í altjóða sam-
felagnum við at fýrafalda játtanina
til neyðhjálp. Landsbanki Føroya
og Føroya váðaráð verða sett á
stovn fyri at virka fyri fíggjarligum
støðufesti, eins og Búskapargrunnur
Føroya verður fingin at virka sum
búskaparpolitiskt amboð at javna
sveiggini í búskapinum og røkka
einum sjálvbjargnum búskapi.
Vit vilja ikki bara byggja land,
men vilja byggja burðardygt land.
Vit fremja tí ítøkilig átøk at stimbra
áhugan at leggja um frá dálkandi
loysnum til umhvørvisvinarligar
loysnir. Nýggj náttúruverndarlóg
verður smíðað. Vegskatturin verður
umlagdur til gjald, ið er tengt at
útláti og dálking, og afturbering
av MVG verður latið til el- og
vetnisbilar og góðkendar grønar
hitaskipanir til hús. Hetta eru átøk,
ið samstundis gera okkum minni heft
av oljuinnflutningi og harvið meira
sjálvbjargin sum land.
VÆLFERÐ
Vit styrkja okkara vælferðarsam
felag við fíggjarlógini. Tí tryggar
og góðar vælferðartænastur og
menning kring alt landið, eru ein
av grundsúlunum undir, at skapa
framgongd og trivnað í okkara
landi – fyri bæði fólk og vinnu.
Heilsuverkið verður styrkt.
Fyrstu tilmælini úr menningar
ætlanin fyri heilsuverkið verða sett
í verk, og landssjúkrahúsið verður
útbygt. 5 mió. kr. verða settar av til,
at fáa fleiri serlæknar í starv. Eisini
verður eyka skurðlinja tøk, fyri at
minka bíðilistar og veita enn betri
tænastu. Demenssamskiparar fara
nú til verka, arbeiðið við skipan av
heilsudeplum kring landið heldur
áfram, og somuleiðis verður økis
psykiatriin fult útbygt.
Eitt samfelag verður fyrst og
fremst mált eftir, hvussu tað tekur
sær av teimum, ið hava allarstørsta
tørvin á hjálpandi hond. Vit halda
tí sjálvandi áfram at menna fleiri og
betri tænastur til fólk við serligum
avbjóðingum. Játtan er sett av til
nýggjar bústovnar, Barnaheimið
verður raðfest, og serligt skipað
miðnám verður nú skipað kring
landið, so øll fáa møguleika fyri út
búgving eftir fólkaskúlan.
Pensjónsnýskipanin kemur eisini
til viðgerðar á Løgtingi fyrst í nýggja
árinum. Ein nýskipan, ið skal tryggja
framtíðar pensjónistum trygg og góð
pensjónsviðurskifti, samstundis
sum skipanin skal styrkja fíggjarliga
haldførið hjá vælferðarsamfelagnum
framyvir. Pensjónsnýskipanin
verður eftir ætlan sett í gildi frá 1.
januar 2018.
Vit halda áfram at byggja land
og at binda landið enn betur saman.
Tí eru fleiri túrar longu settir inn
til og úr Suðuroynni og Sandoynni,
Viðareiðistunnilin er liðugur, og
farið verður nú undir at gera Eystur
oyar- og Sandoyartunlarnar til
veruleika. Fyrireiking til nýggjan
Hvalbiartunnil er eisini í gongd, eins
og støðugar ábøtur verða framdar
á vegakervið og havnarløg kring
landið.
Búskaparligt sjálv
bjargni nærkast
Føroyar eru millum ríkastu lond í
heiminum.
Ongantíð áður hevur framleiðslan
verið so stór sum nú.
Ongantíð hava lønargjaldingar og
inntøkur verið so høgar sum nú.
Og ongantíð hava vit havt so
nógvar íbúgvar sum nú.
Longu í dag er okkara tøka
bruttotjóðarinntøka fyri hvønn
íbúgva hægri og skuldin lægri, enn
eitt nú í Íslandi og í Danmark. Sum
dømi kann nevnast, at í fjør var tøka
føroyska bruttotjóðarinntøkan fyri
hvønn íbúgva 369 tús. kr. árliga,
meðan henda í Danmark var 353 tús.
kr. árliga.
Vit eiga tí at seta okkum spurn
ingin, hvat endamálið er við, at
Føroyar framhaldandi fáa ríkis
veiting, og nær rætta løtan er, at
stigvíst gera búskap okkara leysan
av hesi veiting. Ein veiting sum í dag
er minni enn fýra prosent av árligu
framleiðslu (BTÚ) okkara.
Í ár eru 70 ár síðan føroyingar
á fólkaatkvøðu valdu, at Føroyar
skuldu skipast sum sjálvstøðugt
land. Enn eru vit ikki komin á mál,
men kunnu staðfesta, at allir flokkar
á Løgtingi siga seg vilja hava ein
sjálvbjargnan føroyskan búskap.
Fyrstu stigini hava vit tikið við at
fastfrysta ríkisveitingina aftur, so
henda gerst ein støðugt minni partur
av búskapinum. Men hvussu nógv
størri skal framleiðsla og inntøka
landsins vera, áðrenn víðari stig
verða tikin? Og um vit ikki taka hesi
stigini í góðum tíðum, hvør skal so
gera hetta og nær?
Vit eru nú nær einum sjálvbjarg
num føroyskum búskapi og sam
felagi, og við átøkunum í fíggjar
lógini fyri komandi ár koma vit – við
vøkstri, vælferð og varsemi – enn
nærri máli samgongunnar um einar
sjálvbjargnar, samhaldsfastar og
tíðarhóskandi Føroyar.
KOMMUNUVALIÐ