Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 24 Óli Jacobsen MAMMUBEIGGI SANG SEG INN Í DEYÐAN Heimsbardagin var friðarligur í Æðuvík, man hann broytti kortini gerandisdagin Jovina Højgaard: 5. partur Tann 20. september 1939 fingu vit eina systir afturat, Henny. Hon varð uppkallað eftir mammubeiggja mínum í Norðdepli, Johan Hendrikur, sum doyði av meslingum 28 ára gamal í 1935. Hann var smittaður í meslingagrindini í Gøtu, tá ið fleiri fólk vórðu smittað og doyðu. Henda grindin hevur fyrr verið umrødd í hesi røð. Um Johan Hendrik hevur Zacharias Zachariassen skrivað í »Leirkerinum”«nr. 3–4 í 1993 eftir tí, sum bygdarmaðurin, Mark­ us Justesen, hevur greitt frá: »Markus segði, at tá ið hann varð umvendur fyri jól í 1928 – tá var hann 20 ára gamal – vóru eisini onnur, sum blivu frelst, og har ímillum var ein drongur, sum var tvey ár eldri enn hann. Hann kallaðist Johan Hendrikur og var bróðir Poul Juul og Guttorm hjá Tofta Jógvani. Markus segði um hann, at hann var so serliga íðin og heilhjartaður. Hann kom at tosa við seg um, at nú máttu teir fara at hava møtir! Markus segði, at hesin tankin var ógvuliga langt burtur frá sær tá. Tað var nakað, sum hann als ikki hevði evni til. Hetta segði Markus við Johan Hendrik, sum svaraði, at hvussu lítil evni, ið teir nú høvdu, og hvussu lítla vitan, teir høvdu um orð Guds, so var eitt, sum teir dugdu at gera og áttu at gera, og tað var at fortelja fyri fólki, hvussu stór ting, Gud hevði gjørt fyri teir. Tað gjørdu teir eisini. Teir fóru at halda møtir, men ikki so regluliga. Og síðani hava møtir verið hildin stimbrað til tað av Jóan Hendriki. At byrja við kanska óreglu­liga, tí um summarið vóru menn burtur.« Seinni varð salur bygdur, men hetta náddi Johan Hendrik ikki at uppliva. Osvald Sivertsen greiðir frá, at tað segðist í Norðdepli, at Johan Hendrikur var av sterkastu monnum. Hann var til skips við Stellu Mariu, har Stellu Poul var skipari. Beiggi Johan Hendrik, Poul Juel, fekk ein son 31.august 1935. So óheppið var tað, at hann fekk eisini meslingar, og hann doyði samstundis sum pápabeiggin. Mamma sat hjá Johan Hendrik, tá ið hann doyði. Honum dámdi so sera væl at syngja, og mamma segði, at hann sang seg inn í deyðan. Sangurin hann sang á deyðastrá var »Eitt er landið so ljóst og so gott«, hjá Victor Danielsen, har niðurlagið er »Lívsins nátt svinnur brátt og í himlinum alt verður gott«. Mostir mín á Tvøroyri, Johanna Elisa­ beth, kallaði eisini Jóhan Hendrik upp. Ein dóttir hennara varð kallað Henrikka. Undir krígnum í Æðuvík Í apríl 1940 vórðu Føroyar hersettar av bretum. Eingilskmenninir komu eisini til Æðuvíkar, har tað varð bygt eitt hús til teirra. Har búðu fýra hermenn uppá skift eina viku í senn. Teir komu av Nesi, sum var ein høvuðsstøð hjá bretska hervaldinum. Vit høvdu nógv egg, so teir komu í húsini at biðja okkum um egg í skifti við millum annað cornbeef, sum var sera forkunnugt hjá okkum . Eisini fingu vit sjokulátu frá teimum. Teir vóru so góðir við okkum børn, so vit ræddust teir ikki. Teir blivu sum húsfólk hjá okkum. Ein genta í Æðuvík bleiv gift einum eingilskmanni, sum æt Bob. Hon var Anna Sofía Elina Davidsen, dóttir Jógvan bónda í Ólavstovu. Hon fór til Bretlands við honum. Fleiri æðuvíkingar arbeiddu hjá bretun­ um við at byggja barakkir og annað á Nesi og aðrastaðni á Skálafjørðinum. Tað var bara ein telefon í bygdini, hon kom í 1925. Hana mátti bretarnir altíð sleppa til, tí stóð opið alla náttina. Seinni fingu teir sjálvir telefon. Eina ferð varð eitt týskt flogfar rakt í Havn av bretskum kanónum. Tá ið tað kom út fyri Æðuvík slepti tað eina bumbu, sum rakti á sjógv. Sjógvurin reistist fleiri metrar upp í loft. Tað sá ógvusligt út. Abbi gekk niðri á Bakkanum, tá hetta hendi. Hann bleiv ógvuliga kløkkur, men tað hendi einki meira. Tað var hetta flogfarið, sum bumbaði bretska armeraða trolaran Lincoln City, og fleiri menn doyðu. Flogfarið endaði á Gøtuvík, har manningin varð bjargað og send til Bretlands í fanga­legu. Vit fingu eisini kosttilskot frá bretunum, eg haldi tað var sólberpuré. Eisini fingu vit hvør sína gassmasku. Ótti var fyri, týskarar fóru at nýta gass sum vápn, men tað hendi kortini ikki. Annars gingu skotar vakt í haganum og komu viðhvørt oman í bygdina. Teir bankaðu uppá og vórðu bodnir inn. Teir vóru ofta kaldir og vátir. Seinni bleiv eitt útkikshús bygt norðuri á Ártingi, tað varð kallað eingilskmannahúsið. Har fingu teir so telefon. Eina ferð hildu teir seg síggja ein kavbát. Teir komu inn til Emil og bóðu Sannu koma í stovuvindeygað at vita, um hon sá nakað. Í fyrstuni sá hon einki. Men so sá hon, at Høgnaboði breyt. Hetta var kavbáturin teir høvdu sæð! Men teir høvdu longu sent boð til Havnar, og ein armeraður trolari kom skúmandi undan nesinum. Hetta varð so avblást. Siðsøga SIÐSØGA Hvítu húsini mitt í myndini er gamli salurin, Hermon Johan Hendrikur var millum teir fyrstu í Brøðrasamkomuni í Norðdepli, men hann livdi ikki nóg leingi til at síggja salin verða bygdan. Systkini Magnina, gift við Tummas Lind í Svínoy, Óla Hans, pápi Jovinu, og Jóhanna, sum var gift við Hans Marius Solmunde í Søldarfirði. Óli Jacobsen