Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 25 Komandi partur Nú kemur ein støðgur i frásøgnini hjá Jovinu til seinni í heyst. Komandi partur verður ein minnisgrein um D.J. Danielsen, kendur frá Congosøguni, í sambandi við, at tað 16. oktober eru 100 ár liðin, síðan hann doyði. Iktus fer eisini at minnast Dollan tann 14 og 16.10. Skráin sæst á www.iktus.fo Tá tað var luftalarmur, skuldi vit fara í kjallaran. Eisini var skamtan, og fingu vit skamtanarkort uppá sukur, kaffi, te og sápu. Hetta skuldi alt drýggjast til nýggj kort kundi fáast aftur. Mamma segði, at eg og Hanna brúktu ov nógv sukur. Vit koyrdu so okkara ratión í hvørt sítt blikk. Eg royndi so at drýggja mítt, men Hanna bleiv vanliga fyrr liðug við sítt. Eina ferð vit høvdu verið í Rituvík varð luftalarmur. Vit vóru komnar næstan til Æðuvíkar til brúnna við Fossdalsá. Vit vóru so ræddar, at vit løgdu okkum niður við vegkantin. So hoyrdu vit, hvussu teir bumbaðu á Skálafjørðinum. Vit máttu liggja, til tað var avblást. Tað var ikki nógvur skaði hendur, men eini hús í Søldarfirði fingu stóran skaða. Tíbetur var eingin fólkaskaði. Familjan flutti út til okkara at búgva, onkur fór til fastur mína. Maðurin, Hans Marius Solmunde, hevði fyrst verið gift við fastur míni, Johannu, sum var deyð. Tey áttu fýra børn. Hann giftist aftur við eini einkju, Lenu, sum áttu trý børn. Tey fingu fleiri børn saman, so hetta var ein stór familja. Eg minnist, at tey lógu øll og svóvu á gólvinum í stovuni. Her skuldu nógv breyð til. Tað varð eisini bakað hvønn dag. Tey vóru eina tíð, vist til tey kundu fara í húsini aftur. Tað gekk fínt, har sum hjartarúm er er eisini húsarúmd. Umframt úr Søldarfirði komu eisini fólk úr Havn til Æðuvíkar, tá ið tað gekk hart á har. Undir krígnum funnu vit gummiballur, sum róku upp á land. Tað vóru plátur av gummi, sum vit hálaðu sundur. Hanna og eg gjørdu skógvar burtur úr tí. Eg klipti mynstrið, og Hanna límaði. Vit smeltaðu gummi til lím. Eisini gjørdu vit sandalir. Tað var fínasta slag, líka gott sum aðrir skógvar. Æðuvík slapp undan at missa fólk á sjónum av bardagaávum. Men granna­ bygdin, Rituvík, misti fleiri mans við Verdandi í 1944. Áin og hylur Ein á rann tætt við húsini hjá okkum. Fast­ ur mín koyrdi millum annað øsku á áar­ bakkan. Eina ferð var Hanna systir farin at leita í dunganum, og tá fann hon ein giftiring, sum fastur átti. Hann hevði tá verið burtur í nøkur ár. Tá bleiv hon fegin um at fáa hann aftur. Longri niðri var ein hylur, sum var so mikið stórur, at tað bar til at svimja í honum. Mamma segði, at vit máttu ikki fara út í hylin. Men eina ferð fór Hanna, systir, kortini í hylin. Mamma varnaðist tað, tá var hon ikki blíð. Hanna varð koyrd í eitt kamar á loftinum og mátti vera har fyri dagin. Eina ferð vóru fleiri børn og spældu í Fossdali. Har var ein fløta, sum bleiv kallað Árting, har var ting í gomlum døgum. Har plagdi eisini at vera neytasýning. Niðan­fyri í berginum var ein hola, kallað Sigmunds­ hola. Sagt varð, at har skuldi Sigmundur krógva seg fyri Gøtu Tróndi. Har var næstan ikki komandi niður. So spyr onkur, um eingin torir niður. Jú, sigur Hanna, systir mín, hon skuldi fara. Hon er so ógvuliga djørv. So bleiv bundið band um Honnu, og hon bleiv lorað niður. Men hetta spældi væl av, hon kom upp aftur í øllum góðum. Eg veit ikki um nakran, sum hevur verið í hesi holu frá landi av. Hevði bandið slitnað, var hon farin í havið! Eina aðru ferð fóru pápi eg og Hanna niðan á Nesið. Tað var ikki gangandi alla staðni, men ein geil var, sum vit gingu ígjøgnum. Tað var tað eitt lítið berg, sum vit gingu framvið. Tá vit komu heim aftur, segði pápi: “Tit mugu ikki fara út av berginum”. Men vit aktaðu ikki, vit fóru. Tað gekk ein gøta niðanfyri, men tað var ikki hægri enn at vit kundu hoppa niður, vit so gjørdu. Men hvat, tá ið eg leyp niður, var eg áhaldsin. Eg fór rennandi oman brekkuna, men fekk ov nógva ferð. Tá eg kom oman á slætt, datt eg fram eftir rommum og smekkaði høkuna í ein stein, so eg beit meg í vørrina. Eitt petti brotnaði av eini tonn. Eisini fór eg at svølla, og tað tók langa tíð, áðrenn tað var í lagi aftur. Til Havnar at ferðast Eina jólaferiu undir krígnum fór eg sum so ofta til Havnar at ferðast til Petru. Her vóru jólini serliga hugnalig. Her var nógv gjørt burtur úr jólatræ og jólagávum. Møtini máttu heldur ikki forsømast. Hetta kvøldið var nakað serligt. Petra búði á loftinum í einum húsi í Brekkugøtu. Tá vit komu til hús fór dóttir hennara, Clara, at spæla eina barnaplátu á svenskum, har spurt var »Skal jeg møte dig i himmelen?« Hetta gjørdist avgerandi fyri mína andaligu støðutakan, sum hevur hildið til hendan dag. Bjargað úr vanda Eg havi eisini verið við í hættisligum hend­ ing­um. Eina ferð vóru vit nøkur børn, sum vóru farin oman í fjøruna. Eg var tá 13 ár. So funnu vit uppá at fara at bakka omaneftir móti lendingini og lunnarnar, har bátar vóru drignir upp. Tá mundi endað galið hjá Hanusi, sum var um 8 ára gamal. Hann var systkinabarn mítt, sonur Magninu fastur. Hanus hevði fingið nýggjar gummiskógvar, sum vóru nokk so hálir. Tá hendi tað, at hann gleið á sjógv, tá ið hann var komin oman á tann seinasta lunnin. Har var djúpt niðurfyri, so vit blivu so forskrekt. Øll runnu avstað uttan eg og systir Hanus, Hennebeth. Ein onnur systir hansara fór aftanfyri ein bát at biðja, og ein onnur genta fór aftanfyri ein bakka at biðja. Hini runnu til hús at siga frá, men tað hevði verið ov seint at bíða eftir hjálp. Har stóðu eg og Hannebeth. So sigi eg við hana: »Vit mugu gera okkurt«. Hon var long og kløn og hevði langar armar. Eg sigi við Hannebeth, at nú skal eg halda á annan armin hjá tær. So spenti eg móti lunninum og hon rætti seg út. Tá ið Hanus kom upp aðru ferð, fekk hon í hárið á honum, sum tíbetur var nóg stórt at taka í. Hann var tungur at hála upp á land, men tað eydnaðist okkum. Eg trúgvi, at bønirnar hjá teimum báðum hava hjálpt, tí vit vóru so róligar. Vit fingu Hanus til hús og undir eina dýnu. Hann hevði fingið eitt sindur av sjógvi í seg, men annars bilaði einki. Hann kom skjótt fyri seg. Hetta var eitt sterkt upplivilsi. Eg kom út fyri eini slíkari hending afturat. Eg fór hesa summarferiuna at tæna hjá Petru Olsen, fødd Skaale, á Toftum. Hon átti fleiri børn, ein dóttir æt Marjun. Ein morgun, eg hevði kykaði, fór eg út við øskuni og koyrdi hana á sjógv tætt við keiina, har bátarnir leggja at. Nú síggi eg, at nakað flýtur á sjónum. Tá eg komi nærri síggi eg, at hetta er Marjun. Tað eydnaðist mær at fáa fatur á henni og at fáa hana á land. Hon fekk ikki skaða av hesi hending. Eg meti tað sum eitt undur, at eg skuldu júst tá fara út við øskuni og tískil fekk bjarga Marjuni. ––––––––––––––––––––––––––––– Kontanthandilin: Ísak Joensen, skómakari, átti húsini, og tað sigst, at hann byrjaði handilin. Jóannes Davidsen, fyrsti niðursetumaður í Æðuvík, saman við bretskum hermonnum. Sigmundshola Æðuvík, gomul bygdarmynd