mánadagur 10. oktober 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Reportasja síða8-9
Í Vágs
botn úr
Turkalandi
til pizza
Matgerð
síða 10
Heyst
fjøll og
sagosúpan
Fríggjadagin skrivaði hann undir
avtalaðu við Tórshavnar komm
unu um gerð av nýggjum innkoyr
ingarvegi til høvuðstaðin – og ein
um tunli úr Villingardali oman á
Marknagilsvegin.
Leygardagin boðaði hann frá á
in.fo, at hann nú skal skøtul setast
á arbeiðið at bora tunlar til fleiri
smábygdir í Føroyum.
Gamli politikarin – sum hevur
sitið á tingi síðani 1984, sum av
fleiri hevur verið mettur sum ein
skræðugákur – sum einferð gavst í
politikki – og sum tann einasta av
okkara fólkavaldu er fyrrverandi
pensjónistur, vísur seg nú sum ein
landsstýrismann,
sum handlar,
sum vil hava nakað at henda.
Tað er Henrik Old, vit tosa um.
Nógv undraðust, tá Aksel V. Jo
hannesen setti gamla og garvaða
løgtingsmannin í heita sessin í
Samferðslumálaráðnum í Tinga
nesi. Ein sessur, sum Sonja Jógv
ansdóttir ikki skoytti um og heldur
í protest meldaði seg úr Javnaðar
flokkinum.
Í Samferðslumálarðanum umsit
ur Henrik Old umframt samferðsl
una alla eisini arbeiðsmarknaðar
mál og arbeiðsumhvørvismál.
Málið um innkoyringarvegin til
Havnina er eitt av teimum málum,
sum fólk flest hava uppgivið. Eitt
mál, sum havnarpolitikarar mjarra
um, men sum bygdarpolitikarar
sláa upp í glens. Eitt av teimum
málum, sum bert tosað verður
um, men sum yvirhøvur als einki
verður gjørt við í landspolitiskum
høpi.
Tað sama er, tá tosað verður
um at gera tunlar til smábygdir, so
sum til Fámjins, Gjáar, til Dals ella
til Tjørnuvíkar. Hetta eru mál, sum
lokalpolitikarar tosa um, men sum
eingin – als eingin – í landspolitisk
um høpi tekur fyri fult.
Upphæddirnar tað kostar at
gera tunlar eru so ørandi, at tað er
ikki hugsingur um at gera tunlar til
smábygdir við fáum fólkum – uttan
so, at bygdirnar hava ein snildan
politikara sum til dømis Anfinn
Kallsberg.
Tí er Oldurin nú farin at kanna,
um tað ber til hjá Landsverki at
keypa ein borivogn at bora styttri
tunlar við. Samstundis kannar
hann, um Landsverk skipa eitt
toymi, sum kann gera slíkar tunlar,
– sum Landsverk gjørdi fyrr og
arbeiða, so leingi játtan er.
Fær Henrik Old veruliga gongd
á hesi bæði málini, sum so nógvir
politikarar hava tosað um upp í
saman í so nógv ár, so dugir hann
betur enn landsstýrisfólk flest
undan honum.
Vit fylgja hesum við spenningi!
buldribassin sum handlar...
Rundir dagar
Í dag, 10. oktober, fyllir Alfred
Haraldsen úr Elduvík, sum
býr á Eysturoyar Røktar- og
ellisheimi, 100 ár.
Í hesum sambandi skipar
familjan, Roðin og Runavíkar
kommuna fyri hátíðarhaldi á
heiminum.
Hátíðarhaldið, sum er av
markað til tey nærmastu og
innboðin, verður millum kl.
18.00 og 21.00
Andlát
Sverre Midjord, Tvøroyri,
andaðist
í
morgun,
10.
oktober 83 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju mikudagin kl
13
Hákun Faulenborg Skarð
hamar, ættaður úr Tórshavn,
búsitandi á Frederiksberg,
andaðist mikudagin 28. sep
tember, 77 ára gamal.
Jarðarferðin verður frá
Mariendal Kirke, Nitivej 17,
2000 Frederiksberg, Týsdag
in, 11. oktober klokkan 1300.
Valborg Vitalis, Klaksvík,
andaðist
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fríggjadagin 7
oktober, 84 ára gomul.
Jarðferðin verður úr Be
tesda týsdagin kl 13
Marjun Nielsen, ættað úr
Fuglafirði, búsitandi í Kjelle
rup í Danmark andaðist hós
morgunin 6. oktober, 65 ára
gomul.
Jarðarferðin verður úr
Hørup Kirke í Kjellerup,
mikudagin, 12. oktobur kl
13. Minnisgáva kann latast
missiónshúsinum Thabor í
Fuglafirði, konta í peninga
stovunum.
Sólveig Arge, búsitandi
á Argjum, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum mánadagin
3. oktober, 80 ára gomul.
Ivan
Falbe
Nattestad,
Miðvágur, andaðist á Sýnini
mikudagin 5. oktober, 101 ára
gamal.
Ingi Helmsdal, Tórshavn,
andaðist mikudagin 5. okt
ober, 66 ára gamal.
Mortan Dion Holm, Pork
eri, andaðist á Suðuroyar
sjúkrahúsi, hósdagin 6. okto
ber, 74 ára gamal.
Svend Jacobsen, ættaður
úr Vági, búsitandi í Beresfield
í Australia, andaðist týs
dagin, 4. oktobur, 83 ára
gamal.
Nicolina Jensen Beder,
ættað av Strondum, búsit
andi í Havn, andaðist leygar
dagin 8. oktober 88 ára gomul
Hans Jákup Mikkelsen,
Klaksvík, vanliga nevndur
Hans Jakke í Svimjihøllini,
andaðist á Bispebjerg sjúkra
húsi sunnudagin 2. oktober,
73 ára gamal.
Regin Hansen, Tórshavn,
andaðist á Landsjúkrahús
inum fríggjadagin 30. sep
tembur, 64 ára gamal.
Sanna Joensen, fødd Pet
ersen, ættað úr Vági, and
aðist í Keypmannahavn 23.
september.
Klárar Oldurin tað, sum
eingin annar hevur klárað?
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Í morgun andaðist Sverre
Midjord, fyrrverandi løg
tingsmaður og borgarstjóri
í Tvøroyri, 83 ára gamal.
Hann var føddur 2. apríl í
1933.
Sverre
Midjord
kom
fyrstu ferð á ting fyri Javn
aðarflokkin
sum
vara
maður fyri Atla P. Dam,
løgmann, í 1975 og sat til
1978, tá hann varð valdur
tingmaður fyri Suðuroyar
valdømi til 1980. Valskeiðið
1984-88 tók hann aftur sæti
sum tingmaður sum vara
maður fyri Atla P. Dam,
løgmann. Hann var aftur
valdur á ting í 1990 til 1994
og aftur í 2004 og sat á tingi
fram til 2008.
Sverre Midjord sat í bý
ráðnum á Tvøroyri frá 1966-
85 og aftur frá 1989-2008.
Sverre Midjord var borgar
stjóri á Tvøroyri í 17 ár.
Foreldur Sverra vóru
Juli og Poul Johannes Mid
jord. Sverre var útbúgvin
skrivstovumaður og starv
aðist á posthúsinum á
Tvøroyri frá 1950 til 1969, tá
hann fór á Gjaldstovuna á
Tvøroyri.
Hann var nevndarlimur
í mong ár nevndarlimur í
ÍSF.
Sverre Midjord andaðist
á sjúkrahúsinum á Tvør
oyri.
Sverre Midjord
er deyður
Nøvn í dag
Sverre Midjord til arbeiðis í Løgtinginum – her sæst hann mill
um Súsonnu Danielsen, táverandi stjóra á løgtingsskrivstovuni
og Edmund Joensen, táverandi løgtignsformanni