mánadagur 10. oktober 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
10 ÁR SÍÐAN STORD
SORGARDAGURIN
HJÁ ATLANTSFLOG
10. oktober í 2006 er ein myrkur dagur í føroyskari flogsøgu. Tá fór flogfarið
hjá Atlantsflog út av vøllinum á Stord í Noreg. Fýra fólk doyðu
Eirikur Lindenskov
Fýra fólk lótu lív, tá flogfarið hjá
Atlantsflog tann 10. oktober 2006
klokkan 7.35 lokala tíð fór út av
flogbreytini
á
flogvøllinum
á
norsku oynni Stord.
Tvey av ferðafólkunum og eitt
starvsfólk hjá Atlantsflog, flog
ternan Guðrun Joensen, lótu lív í
vanlukkuni.
Tíggju ferðafólk og trý av mann
ingini sluppu frá vanlukkuni við
lívinum.
Við flogfarinum vóru 12 ferða
fólk, og manningin taldi fýra.
Manningin taldi tríggjar føroy
ingar og ein dana.
Vanlukkan hendi, tá flogfarið
hjá Atlantsflog, Flight 670, eitt
BAe 146 koyrdi út av flogbreytini
eftir at hava sett seg, og eldur kom
í flogfarið, sum var á veg úr Sta
vanger til Molde við millumlending
á Stord.
Orsøkin til vanlukkuna var, at
spoilararnir ikki virkaðu, sum teir
skuldu, og tí hevði flogfarið ikki ta
bremsimegi, sum tað skuldi havt og
kláraði ikki at steðga á bananum og
fór út av vøllinum.
Tað
eydnaðist
ikki
norsku
skaðanevndini at finna orsøkina
til, at spoilararnir ikki riggaðu, sum
teir skuldu. Hinvegin fann skaða
nevndin fram til, at aquaplanning
gjørdi, at ABS bresmurnar ikki virk
aðu, sum tær skuldu.
Uppgávan
hjá
flogfarinum
hendan morgunin var at flúgva
starvsfólk hjá Aker Kværner úr Sta
vanger og Stord til Molde Lufthavn.
Flogfarið lendi á Sola um
23:30 tíðina dagin fyri, og har fór
flogfarið til 48 tímars eftirlit. Tað
arbeiðið var liðugt klokkan 05:00.
Flogfarið fór á flog klokkan 07:15
sum ætlað.
Flogskipari var 34 ára gamlai
Niclas Djurhuus, og stýrimaður var
38 ára gamli danin Jacob Evald.
Flogskiparin hevði lent á vøllin
um á Stord 21 ferðir áður.
Tað var klokkan 7:23, at flogfarið
setti seg í sambandi við flogvøllin á
Stord um at lenda. Klokkan 7:27 sóu
tey á flogvøllinum flogfarið.
Flapsini vórðu víðkað til 33 stig
klokkan 7:31:12, sum skuldi minka
ferðina hjá flogfarinum úr 280 km/t
til 240 km/t.
Tá flogfarið setti seg, var tað
við eini ferð upp á 207 km/t.
Flogfarið setti seg klokkan 7:32:14,
tveir metrar framman fyri ætlaða
landingspunktið, í eini bleytari
lending.
Flogskiparin bað um at aktivera
spoilararnar
eitt
sekund
eftir
touchdown, og eitt sekund seinni
hevði
stýrimaðurin
aktiverað
spoilararnar. Tvey sekund seinni
sigur flogskapin »eingir spoilarar«,
sum ávaringarljósið vísti. Stýri
maðurin
kannaði
hydrauliska
trýstið, og at kontaktin var stillað
rætt. Seks sekund eftir lending
hevði flogskiparin aktiverað hjól-
bremsurnar.
Frá 12,8 sekund eftir touchdown
hoyrdust hvínandi ljóð frá dekk-
un-um.
Hálvan vegin inn á vøllin tykst
flogfarið at bremsa sum ætlað.
Men tá gjørdu flogskipararnir vart
við, at bremsiskipanin ikki virkaði,
sum hon skuldi. Skiparin royndi
at brúka bremsipedalarnar til at
gera eina kraftiga bremsing, uttan
at tað hjálpti. Hann flutti síðani
bremsihandtakið frá grønum til
gult og neyðbremsaði. Vitni søgdu
seg síggja royk frá hjólunum.
Hóast ferðin var ov høg til
at steðga, so var hon minkað so
mikið, at teir kundu ikki avbróta
lendingina við at fara á flog aftur.
Flogskiparin valdi tí at stýra flog-
farinum frá vinstru til høgru fyri at
minka um feðrina.
Flogfarið fór út av vøllinum 22,8
sekund eftir touchdown, klokkan
7:32:37.
FAKTA UM FLOGFARIÐ
British Aerospace BAe-146-200A.
Skrátingarnummarið OY-CRG seriunE.2075
Fleyg fyrstu ferð 23. juni 1987 og var 19 ár og 4 mánaðir gamalt.
Hevði flogið 39.829 tímar á 21.726 flogtímum.
Stutt eftir at flogfarið fór út av flogbreytini á Stord kom eldur í flogafarið, sum kolaðist upp eftir
lítlari løtu. 16 fólk vóru í flogfarinum, fýra teirra lótu lív, 12 vórðu bjargað