Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 ÁR SÍÐAN STORD – Tú sært eitt sindur troytt út. Heldur tú, vit fara at klára hendan túrin? Guðrun lítur spyrjandi upp á ungu flog­tern­una, sum hon hevur tvætlað við á veg umborð. Tær standa í skotinum heilt frammi við út­hurðina, sum tær baksaðu aftur fyri løtu síð­ani. – Man tað ikki fara at ganga, flennir Maibritt, með­an hon hampar sær búnan og smoyggir høgu skógvarnar á smáu nylonsokkaføturnar. Hóast tær bara hava sov­ið í einar fimm tímar síðan mid­nátt, er lagið gott. Tær smyrja sær varrastift og tosa um, hvat tær skulu gera, tá tær koma til Stavanger aft­ur. Serliga Guðrun gleðir seg, tí hon ætlar at keypa jóla­klæðir til synirnar, tá tær koma fram. Enn skutla tær sær í bøla­niðu í norska oktober­kuld­anum og fegnast um, at túrurin bara er ein skjótur leigutúrur við arbeiðs­ monnum, sum skulu til Molde. Tí sleppa tær undan at sták­ast við mati og drekka til ferða­fólkini. Á bróstinum hongur ein ljósagul plasttelefon, ein lítil spegil og eitt uppsligið setur til flogternuna at sita á undir fráferð og lending. Tær fara hvør til sítt; Mai­britt aftur í rong at sita við út­hurðina, og Guðrun her frammi á setrinum. Fýra lótu lív Fýra persónar doyðu og seks fingu skaða, tá leiguflogfarið hjá Atlantic Airways fór út av lendingarbreytini á Stord í Noregi 10. oktober 2006. Flogfarið hjá føroyska flog­felag- num var á veg úr Stavanger til Molde norð­an fyri Bergen, tá tað millum­lendi í privata flog­vøllinum í Stord, einar 40 kilometrar sunnan fyri Bergen. Hóast pláss var fyri 83 ferða­ fólkum, vóru bert 16 við á túrinum til Molde. Harav 12 arbeiðsmenn frá Aker-Kværner Rogaland, á veg til Ormin Langa verkætlanina við Molde, umframt før­oysku mann­ ingina: tvær flog­ternur, stýri­mað­ urin og flogskiparin. Droymdi um at flúgva – Alt tað eg kann minnast, havi eg verið hugtikin av øll­um, sum hevur við flogfør og flogferðslu at gera. Hetta við at ferðast millum lond og at hitta nógv ymisk fólk í einari spennandi vinnu. Tá eg var liðug við student, var eg púra vís í, at eg vildi flúgva. So eg kimaði Bergtóru (leiðandi flog­ternan hjá Atlantsflogi, red.) niður og júkaði um at sleppa at royna meg sum flog­ternu, sigur 23 ára gamla Mai­ britt Magnussen, tá Sosial­urin hitt­ ir hana beint upp undir jól í 2008 – tvey ár aftan á vanlukkuna, sum mill­um annað kostaði 41 ára gomlu føroysku flogternuni Guðrun H. Joensen úr Bø lívið. Leypa út í logandi eldhavið Flogfarið ger klárt at lenda. Handan hálvveggin aftast í flogfarinum situr Maibritt føstspent á lítla setrinum. Hon hevur verið einsa- møll í einar 20 minuttir og hevur hug at ótolnast. Vil fram til Guðr­ una at práta. Maibritt hevur bert verið flog­ terna í fimm mánaðir, með­an Guðrun hevur flogið við Atlants- flogi 14 ár. Hetta er fyrstu ferð Mai- britt flýgur upp á Stord, so hon veit ikki, hvussu lendingin eigur at vera, og dugir heldur ikki at ímynda sær landslagið uttan­fyri. Tí letst hon í fyrsta umfari ikki um vón, tá flogfarið við nógvari ferð setir seg nakað harðliga á vøllin. Men tá hon hoyrir ein harðan brest og sær partar av tekjuni og gólvinum skrædna, veit hon, at okk­ urt álvarsligt er áfatt. Við øgiligari MAIBRITT VAR STÓRA HETJAN Bjargaði fleiri mannalívum Maibritt hevur bert verið flogterna í fimm mánaðir, meðan Guðrun J hevur flogið við Atlantsflogi 14 ár. Hetta er fyrstu ferð Maibritt flýgur upp á Stord, so hon veit ikki, hvussu lendingin eigur at vera. Men tá hon hoyrir ein harðan brest og sær partar av tekjuni og gólvinum skrædna, veit hon, at okkurt álvarsligt er áfatt. Við øgiligari ferð skreiðir flogfarið omaneftir einum bratta, og tekur stór trø og grót við á vegnum Maibritt Magnussen hevði bara flogið sum flogterna í fáar mánaðir, tá vanlukkan hendir