Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 10 ÁR SÍÐAN STORD ferð skreiðir flogfarið omaneftir einum bratta, og tekur stór trø og grót við á vegnum. Undir Maibritt brotnar setrið av, og knappliga liggur hon við vang­anum inni móti úthurðini, með­an hon stríðist við sleppa úr trygdarbeltinum. Sam­stund­ is verð­ur alt ein hur­livasi inni í kabin­uni. Ljósið slóknar, og smáu neyðlyktirnar bleiktra í myrkri- num. Eldur og svartur roykur kem­ ur bóltandi aftur­eftir og breiðir seg sum ein hvirlu­vindur, sum festir í alt; stólar, vindeygu, veggir, hendur, klæði, kropp­ar, og so hesin øtiligi gang­urin frá motorunum, sum enn buld­rar úti í vetrar­myrkrinum. Trygdarreglurnar frá út­búgv­ ingartíðini standa klárar í minn- inum enn. Tí hugsar hon rættiliga klárt, kemur upp á føtur og rópar ferða­fólkini til sín á øllum møgu­ ligum málum, meðan hon trilvar seg fram til stóra hand­takið á hurð­ ini. Næst henni standa nakrir mans og tøva, og yvirav stríð­ast aðrir til fánýtis við at fáa hina hurðina upp. Eina løtu bíðar hon eft­ir, at flogskiparin skal rópa »evakuer«, men tá ongi boð koma, tekur hon eina skjóta avgerð og gloppar hurð­ini. Men hon fæst illa upp, tí logandi brennievni stendur í einum spræni frá motor­vindinum beint ímóti hurð­ini. Kabinan er farin av um tvøran og fyllist við svørtum royki, eldurin spríkir og festir í alt, sum fyri er. Menninir rópa, so har er bara eitt at gera: upp við hurð­ini og út við ferðafólk­unum. Trúliga stendur Maibritt og held­ur skil á, meðan átta mans leypa út í logandi eldhavið, har teir lenda einar 2-3 metrar niðri í skógar­botninum. Maibritt veit, at øll ferða­fólkini eru ikki her afturi, men tá hon ikki hoyrir manna­mál longri frammi í kabinuni, er hon sannførd um, at Guðrun hevur fingið síni fólk út gjøgnum fremru hurðina. Í einum brotparti av ein-um sekundi hugsar hon, at nú er hon púra einsamøll umborð á einum brennandi flogfari; tekur dik á seg og leypur út í brennandi skógar­ myrkrið. Høgu skógvarnir sita fastir í vátu moldini og detta av. Tá hon, saman við einum umleið 30 ára gomlum norð­manni, fer burtur frá flogfarinum, vendir hon við aftur eftir skónum, tí hon fær ikki runnið berføtt fyri hvøssum steinum, vrakpettum og spísk­um greinum. Longur uppi á høvdini heldur hon seg síggja Guðruna saman við nøkrum ferðafólkum, og tær veittra til hvørja aðra. Tá lætnar um hjartað, tí tey eru komin so væl undan. Um sama mundið lænir hon eina fartelefon at ringja til mammuna. Tað ein­asta hon fær sagt er, at ein van­lukka er hend, og at flogfar­ið brennur. Maibritt og norðmaðurin halda til beins oman gjøg­num brattan, heilt oman til sjóvarmálan, har ein lítil alibátur nærkast landi. Tey leypa nakrar metrar út í vatnið og verða síðan drig­in umborð av tveimum monnum. Teir fara alt fyri eitt undir at køla stóra bruna­ sárið á bakinum og nakk­anum hjá Maibritt nið­ur, við at lata seg úr hos­unum, væta tær við køldum vatni og leggja á sárið. Nú-stani varnast Maibritt, at hon er komin til skaða, og at hon hevur nógva pínu í rygg­inum. Á landi bíða sjúkrabilar, og tey verða koyrd á sjúkra­hús við hvør sínum bili. Út av lendingarbreytini Eygnavitni fortelja fyri norsk­um og føroyskum miðl­um, at inn­ flúgvingin og lend­ingin sá vanlig út, men at flogfarið ikki steðgaði, tá ið tað skuldi. Tí fór tað útav lendingarbreytini, gleið einar 150 metrar om­an av skógarklædda brattan­um og varð liggjandi á síð­ uni áleið 60 metrar frá sjóvarmál­ anum. Fá sekund seinni sóu fólk logar av eldi og svørtum royki standa upp úr skóginum, upp móti himm­ alinum. Hví hon og ikki eg? – Størsti skelkurin var at fáa deyðs­boðini um Guðruna á sjúkra­ húsinum. Eg breyt full­komiliga saman, tí eg helt meg veruliga hava sæð hana uttan fyri flogfarið. Men tað kann eg ikki hava gjørt, tí hon varð funnin heilt frammi í flogfarinum, har hon helst hevur roynt at fingið hurðina upp. Í langa tíð droymdi eg um van­lukkuna hvørja ein­astu nátt. Vaknaði av marru­dreymum, har eg var mitt í øllum aftur. Eisini var eg illa fyri sálarliga og krógvaði meg fyri fólki. Hevði ilt við at gleðast um lívið og saman við vinunum; kendi bara meiningsloysi við øllum og var beisk móti Atlantsflogi. Serliga brigslaði eg mær sjálari, at tað ikki var eg, sum lat lív, men Guðrun, tí hon átti børn. Føroyska hetjan Dagin eftir vanlukkuna eru bæði Føroyar og Noregi í skelki. Miðlarnir eru á trem­ur við frágreiðingum frá eygnavitnum, løgreglu, sløkk­iliði, havaríkommisjón og umboðum fyri føroyska flog­felagið, sum eis­ ini fær av at vita, tí norðmenn longu frammanundan hava sátt iva um trygdina hjá lítla før­oyska felag­num. Høvuðssøgan, sum prýðir for­ síðurnar á størstu bløð­unum hend­ an dagin er tó bragdið hjá 21 ára gomlu flogternuni Maibritt Magn­ ussen, sum setti sítt egna lív í vága fyri at bjarga ferða­fólk­unum út, áðrenn hon sjálv leyp. Tveir mánaðir seinni verð­ur hon tikin fram í nýggj­ársrøðuni hjá norska for­sætisráðharranum, Jens Stolten­berg, og eisini verður hon, saman við Guðrun, út­nevnd til ársins føroying av Dimmalætting. Luttók á minningar­haldi Maibritt er innløgd á Lands­sjúkra­ húsið í tveir mánað­ir og fær eisini nakrar sam­røður við sálar­frøð- ingar. Aftan á drúgvu sjúkraleg­una byrjar hon spakuliga í gamla starv­ inum sum flog­terna. Fyrst bara nakrar smáar túrar sum ferðafólk, men seinni eisini sum flog­terna. Á eitt ára degnum fyri flog­ vanlukkuna luttekur hon, saman við umboðum fyri Atlantic Airwais, norsk­ar myndugleikar og tey av­ varð­andi, í minningarhaldi á flog- vøllinum við Stord. Tá er hon so­ mikið kedd, at hon minnist lítið frá degnum. Á tvey ára degnum í ok­tob­er í ár fer hon enn eina­ferð til flogvøllin, har hon leggur eina rósu til minnis um Guðruna. Hesaferð klár­ar Mai­ britt at luttaka á jøvnum føti við hini. Lagnan vildi tað so, at um sama mundið flutti Maibritt til Noregs at búgva. Har býr hon nú, og flýgur ikki longur við Atlantsflogi. Fái ongantíð svar Dreyminum um at flúgva hev­ur Maibritt ongantíð slept. Eitt nú dugur hon væl at ímynda sær, at hon eina­ferð í framtíðini sleppur at flúgva einum flogfari sjálv sum flogskipari. – Aftan á fleiri mánaðir kom eg til ta niðurstøðu, at eg sjálv mátti taka ábyrgd fyri at koma víðari. Nú stríðist eg ikki við vanlukkuna hvønn dag. Kanska bara annan­ hvønn. Men eg blívi við at spyrja meg sjálva, hví tað skuldi enda soleiðis. Ser­liga við Guðrun. Men eg eri komin fram til, at eg ongan­tíð fái svar upp á hendan spurn­ingin. Tí vanlukkan við Stord var onki minni enn full­komið meiningsloysi. Úr samrøðu, sum Rigmor Dam, journalistur á Sosialinum, hevði við Maibritt Magnussen í desember 2008 Tey, ið lótu lív, vóru: Guðrun Hervør Joensen, 41 ár, Bø Martin Charles Evertsen, 25 ár, Stavanger Jarle Reime, 33 ár, Sandnes Per Olaf Skjæveland, 33 ár, Sandnes Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4 Av teim 12 ferðafólkunum vóru: 11 norðmenn 1 útlendingur Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana Guðrun Joensen hevði flogið sum flogterna í 14 ár, tá hon doyði í vanlukkuni Minningarhald á vanlukkustaðnum við flogvøllin á Stord í Noreg