mánadagur 10. oktober 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UMMÆLI
Barbara Holm
“Gott tit eru her, nú fara
vit at surprisa Duritu, tí
hon fyllur 30 ár í dag”, segði
Mariann Hansen sum tað
fyrsta, tá ið áskoðararnir
hittist í húsum beint uppi
yvir Perluni í Tórsgøtu. Og
longu tá visti eg, at hetta
skuldi blíva gott. Tí Mariann
var so sannførandi frá fyrstu
løtu, at eg veruliga upplivdi
tað sum, at eg skuldi surprisa
Duritu Dahl Andreasen, tí
hon nú fylti 30 ár.
Meðan
áskoðararnir
sungu Tillukku til tín, fóru
vit inn í Perluna, har Durita
sat á einum stórum stiga og
málaði ein málning.
Hon hevði tað ikki so gott,
tí at fylla 30 føldist mest sum
ein lívskreppa. Og meðan
hon stríddist við sínum
kenslum og tonkum á hesum
vegamóti, lá omman hennara
til tað síðsta. Og hon doyði
beint sum vit vóru komin í
føðingardag.
Hóast dagurin var alt
annað enn vanligur, so vildi
Durita ikki hava, at hennara
føðingardagsgestir
skuldu
fara. So vit vóru boðin inn at
seta okkum á stólarnar, sum
vóru settir í runding, og með
an vit fingu ein snaps í part,
tosaðu tær báðar um omm
una, sum var alt annað enn
ein vanlig omma.
Handan løtan, har vit
sótu í ringi og tær greiddu
frá stuttligum minnum frá
ommuni, skuldi eg fleiri
ferðir minna meg sjálva á, at
eg also ikki ordiligt var til ein
føðingardag/minningarløtu.
Tað vóru løtur, har eg
hevði hug at fortelja onkra
líknandi søgu, sum eg hevði.
Tíbetur kom eg í tankar um
áðrenn eg lat munnin upp,
at tað also var ein partur av
leikinum.
So byrjaði ævintýrið
Eg visti onga løtu handan
góða tíman og fimtan min
uttirnar, hvat eg fór at upp
liva. Tað var ikki sum nakað,
sum eg havi roynt áður.
Eftir løtuna við minning
arhaldi og føðingardegi tóku
vit okkara stólar og settu
teir upp móti vegginum
og vit vórðu leidd inn í ein
ævintýraheim, sum var fan
tastiska inspirerandi.
Vit sóu ungu gentuna,
sum hevði mist mammuna
til krabbamein og sum hevði
ein pápa, sum var runnin
í stein. Sorgin hevði tikið
valdið á honum og hon hevði
ongan.
Men
hon
hevði
eina
tasku, sum mamman gav
henni á hennara deyðastrá.
Mamman segði henni, at í
taskuni var alt, sum gentan
nakrantíð skuldi hava tørv á.
Og við taskuni endaði
gentan við at vera leidd upp
í hagan og í eina djúpa holu,
har risin búði.
Mítt feministahjarta
bankar enn
Eg má siga tað, at hendan
verkætlanin, sum tær báðar,
Búi Dam, leikstjóri í leikinum,
og fleiri onnur við teimum
eru farin undir, er kærkomin
fyri meg. Fyrst komu tær við
einum videolagið til sangin
“einaferð var tað eg”. Nú er
leikur á skránni og næsta
ár verður ein teaturkonsert
sýnd og ein tekstur um fem
inismu verður útgivin.
At síggja hesi ungu fólkini
sláa eitt kærkomið slag fyri
kvinnur er einki minni enn
fantastiskt.
Og leikurin, sum varð
frumsýndur leygarkvøldið,
dróg meg inn í ein likríkan,
sterkan, beinharðan heim,
har kvinnur eru sín egni
prinsur á tí hvíta hestinum.
Tær
drópu
tað
penu
gentuna, og lótu gandakell
ingina sleppa út at spæla.
Tær prikaðu til tann veru
leika, sum nógvar kvinnur
eru í hvønn einasta dag. Til
hesa “behagisjúku” síðuna
av okkum, har vit vilja vera
fittar og blíðar og ikki lata
nakran uppliva nakra ringa
kenslu, um vit kunnu forða
fyri tí.
Kenna tit ikki tað? At man
til tíðir fer út um síni egnu
mørk, tí man er eitt sindur
sjúkur eftir at sleppa undan,
at nakar skal siga nakað
keðiligt, halda nakað keðiligt
og so framvegis?
Eg kenni tað væl. Og
hóast eg haldi meg duga
nokso væl at standa við mín
ar egnu tankar, vanar og
kenslur, so eri eg eisini offur
fyri behagisjúkuni.
Og júst tí var litríki leik
urin fantastiskur fyri meg
og vinkonu mína at síggja.
Vit vóru báðar inspireraðar,
tá ið vit fóru útaftur. Eg
græt nakrar ferðir, og mátti
bíta meg í kjálkan, tí “tað er
flóvisligt”. Og so minti eg
meg sjálva á styrkjuna hjá
hesum kulu kvinnunum á
pallinum, og lat tárini falla
sum eg vildi. Tí eg vil!
Eg flenti eisini hjartaliga
fleiri ferðir gjøgnum leikin
og eg elskaði tað ógvusliga
slagið í gronina, sum fekk
meg at vakna. Vakna og
minnast til, at drepa tí penu
gentuna og lata gandakell
ingina koma út at spæla.
Tummil upp
Eg var tikin av bóli av, hvussu
væl Mariann og Durita fram
førdu
hetta
modernaða
ævintýrið. Tær eru heilt
ófatiliga
sannførandi.
Tá
tær grótu, grótu vit við. Tá
tær flentu, flentu vit við. Og
tá tær dyrkaðu feminismuna
á ein heilt nýggjan hátt, fekk
tað meg (og aðrar við), at vilja
leypa upp á føturnar í berum
eldhuga.
Ljósið, ljóðið og pall
myndirnar sum heild riggaðu
eisini avbera væl. Tað sæst í
hesum leikinum nakað, sum
eftir mínum tykki broytir øll
ting, men ikki kann keypast
fyri pengar – fólkini handan
leikin brenna fyri tí. Tey
brenna fyri evninum, fyri
feminismuni, fyri at heita á
kvinnur um at vera tær tær
eru, og fyri sjónleikinum. Tað
sæst væl og virðiliga.
Eg haldi øll skulu fara
til hendan leikin. Um tú ert
ein kvinna, sum er smittað
av behagisjúkuni, so skalt
tú fara minst tvær ferðir.
Ert tú ein maður, so haldi
eg tú skalt fara, tí tú kanst
læra nakað um kvinnur. Ert
tú kvinna, sum ikki hevur
behagisjúkuna – so ring á
Sosialin, so vit kunnu sleppa
at skriva um sjáldsomu teg
Av einum skala frá 1-5
stjørnur, fær leikurin... 7
stjørnur frá mær.
Og eitt tipp – gleði tykk
um til endan
- EIN BEINHARÐUR
NEVI Á KJAFTIN
Einaferð var tað eg
Eg mátti eina løtu minna meg sjálva á, at eg í veruleikanum
var áskoðari til ein leik og ikki í føðingardag í Perluni