mánadagur 10. oktober 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10.oktober 2016 · Nr. 116
LANDSDYSTUR
Áki Bertholdsen
- Eg fari ikki at biðja Ronaldo
um blusuna eftir dystin í
kvøld.
Tað
staðfestir
liðskip
arin á føroyska landslið
num, Atli Gregersen, á Rás2,
nú uppundir landsdystin á
Tórsvølli í móti heimsstjørn
unum úr Portugal í kvøld.
Atli Gregersen sigur, at
hann kundi ikki droymt um
at biðið portugisiska starvs
felagan á landsliðnum um
blusuna, hóast hann eis
ini er ein av allar bjartastu
stjørnunum í fótbóltsheim
inum.
Hann ásannar, at tað
hevði verið stuttlig at átt
blusuna hjá Ronaldo.
- Men hann hevði neyv
an sagt ja, hevði eg biðið um
blusuna hjá honum eftir
at hava gingið og traðkað á
hann í ein heilan dyst, held
ur føroyski liðskiparin fyri.
- Men vil Ronaldo býta
um blusu við meg, skal hann
sjálvandi sleppa tað, leggur
Atli Gregersen afturat.
Og yvirhøvur heldur før
oyski liðskiparin, at tað er
ongin grund til at gera nakað
serligt burtur úr Ronaldo.
- Eg havi ikki gjørt mær
nakrar tankar um at tað skal
vera nakað serligt at heilsa
upp á Ronaldo. Eg havi hugs
að meiri um, hvussu vit skulu
takkla
portugisiska
liðið,
sigur Atli Gregersen.
- Eg brúki ikki so nógva
orku upp á sjálvan Ronaldo.
Hann er ein heilt framúr fót
bóltsspælari. Men tað eru
nógvar stjørnur á portugis
iska liðnum, so vit skulu
mentalt sterkir og hundrað
prosent miðsavnaðir, sigur
føroyski liðskiparin.
- Nógv siga, at hetta er
tann størsti dysturin hjá
okkum. Men hjá okkum er
tað øðrvísi, tí hvørja ferð,
vit lata okkum í føroysku
landsliðsblusuna, er tað tann
størsti dysturin, sama hvat
mótstøðuliðið so enn eitur,
tí tað hevur minni týdning,
sigur føroyski liðskiparin.
Hugsa ikki so
um Ronaldo
Og yvirhøvur er tað hugburð
urin á føroyska landsliðnum,
at hóast Ronaldo er ein úr
mælingur, er hann hóast
hann menniskjansligur.
Men kortini ásanna før
oysku spælararnir, at hann
er ein úrmælingur, sum tað
krevst, at vit hava eitt vakið
eyga við.
- Sum spælari skulu vit
ansa eftir at verða fangað
í tí at hugsa ov nógv um
Ronaldo einsamallan, tí tað
eru nógvir góðir spælarar á
portugisiska liðnum, og vit
spæla ikki bara ímóti Ron
aldo, heldur føroyski mál
maðurin, Gunnar Nielsen.
Og hann ásannar eisini, at
Ronaldo er ein spælari, sum
kann skapa vandamiklar
støður burtur úr ongum, og
sum hevur eitt gott skot.
- Men tað vita allir okkara
spælarar, so tað ræður um at
verða tilreiðar, sigur Gunnar
Nielsen.
Hallur Hansson heldur,
at hetta er størsti dystur
hjá føroyska landsliðnum
nakrantíð og at tað verður
ein heilt serlig løta í kvøld.
Hann heldur, at Ronaldo
er besti leikari, sum hevur
verið í Føroyum og hann
er ein tann besti leikarin í
heimssøguni.
- Men at tað er hann,
sum kemur hendavegin, er
nakað, sum fyllir meiri hjá
miðlunum, enn tað ger hjá
okkum spælarum.
Sjálvur letur Hallur Hans
son seg ikki ávirkað av, at
hann skal standa yvirav ein
um spælara sum Ronaldo.
Hann heldur ikki, at Ron
aldo er so heilt ómetaliga
sterkur í sjálvum fótbólts
spælinum. Men hann hevur
eitt øgiligt skot, og hann
hevur eini serlig evni at vera
á røttum stað.
- Men tað er ikki bara
galdandi fyri Ronaldo, tí tað
eru nógvir, ómetaliga góðir
spælarar.
- Í kvøld hava føroysku
leikararnir eitt arbeiði at
gerast, og tað skal gerast - og
eg ætli mær at vinna, leggur
hann afturat.
Ein dystur sum
allir aðrir
Heldur ikki Vilhjormur í
Heiðinum Davidsen hugsar
nakað serligt um, at tað er
Ronaldo, tey skulu spæla
ímóti.
- Eg hugsi ikki um, hvørj
um vit skulu spæla ímóti, tí
hetta er ein vanligur dystir,
sum allir aðrir.
Og hann ger greitt, at
hann er ikki bangin fyri
at geva Ronaldo tað, sum
krevst, fyri at steðga honum.
Men heldur kortini, at
tað hevur ómetaliga stóran
týdning at hava eyguni
við Ronaldo, tí hann dugir
ómetaliga væl at søkja sær
bóltin.
Brandur H. Olsen er greið
ir yvir, at Ronaldo er ein
úrmælingur.
- Sjálvandi hugsa vit um
tað, men í roynd og veru er
hetta ikki annað enn ein
dystur, sum allir aðrir, sigur
hann.
Men við skálkinum aftan
fyri oyrað sigur hann kortini,
at hann droymir um at fáa
ein tunnil ímóti Ronaldo í
kvøld.
Og eisini venjarin sjálvur,
Lars Olsen heldur, at Port
ugiska liðið er annað enn
Sirkus-Ronaldo, so vit skulu
lata okkum ávirka av tí. Men
hann ásannar kortini, at
Ronaldo er ein úrmælingur,
sum krevur, at verða sera
væl eftiransaður.
OKKARA MENN RÆÐ
AST IKKI RONALDO
Føroyski liðskiparin fer ikki at biðja Ronaldo um blusuna eftir dystin í kvøld.
Men vil Ronaldo hava blusuna frá mær, skal hann fáa hana, sigur Atli Gregersen
Ronaldo er liðskipari á portugisiska landsliðnum, men
føroyski liðskiparin, Atli Gregersen, hugsar ikki um, at
tað skal vera nakað serligt at taka í lógvan á honum
- Eg havi hugsað meiri um, hvussu vit skulu takkla port
ugisiska liðið, sigur føroyski liðskiparin, Atli Gregersen
Hann er ikki bangin fyri
at geva Ronaldo tað, sum
krevst, fyri at steðga honum