Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Hann skilir ikki føroyskt, men klárar seg við enska málinum. Hann hevur heldur ikki búð her meira enn fýra mánaðir, pitsabakarin í Vágsbotni, Motat Aba. Hann er 35 ára gamal og hevur síðani hann var átta ára gamal ar­ beitt sum bakari og kokkur. Nú er hann endaður í Vágs­botni, har hann ger pitsa í pitsa­handli­ num, sum bróðurin eigur. Bróðuri Bulent kom higaar fyri fýra árum síðani. Hann møtti ein føroyskari kvinnu og tey gjørdu av at flyta norðureftir, heilt til Føroyar. – Lat meg fáa eina nummar eitt pitsa, sigur kundin sum kemur inn. Motat Aba fer beinanvegin í gongd og tað sæst sera væl, at hetta er nakað, sum hann hevur gjørt fyrr. Handlagið er gott og hann snurr­ar deiggið til pitsabotnin runt við góðari rútmu. Botnurin verður lagdur á reina borðið og so skal ymiskt leggj­ast omaná pitsuna, so hon fær tann smakk og innihald, sum lov­að verð­ ur á matarseðlinum í pitsa­handli­ num. Nógv er at gera, tí bakarin ar­ beiðir einsamallur. Føroyingar hava tikið pitsa til sín seinastu mongu árini – og tað vísir seg at seint út á kvøldið keypa fólk pitsa- serliga í vikuskiftinum. – Ja, eg byrjaði sum heilt ungur at fáast við hetta her. Tað var í Turkalandi. Í fyrstuni við at ganga til handa, men skjótt lærdi eg sjálvur at baka og tað havi eg gjørt síðani. – So eg havi arbeitt, sum pitsa­ sjefur í 20 ár, sigur 35 ára gamli turkarin, sum altso nú arbeiðir sam­an við beiggja sínum í Vágs­ botni í Havn. – Sjálvandi skal tað ein vitan og royndir til at gera góðar pitsur. Summi halda, at hetta kann lærast uppá tríggjar mánaðir, men so lætt er tað heldur ikki, sigur hann meðan hann ger enn eina pitsu klára at koyra í ovnin. Fitt fólk Pitsabakarin í Vágsbotni hevur bert búð fýra mánaðir í Føroyum, men hann sigur seg trívast væl og kennir seg væl móttiknan. Størsti munurin er talið av fólkið. – Her í Føroyum eru vit fá og tit kenna hvønn annan meira ella minni. Soleiðis er tað ikki, haðani haðani eg komi. – Har búgva fleiri milljónir, so Pitsabakarin kom úr Turk Vikan, sum fór kastaði ljós á, at Havnin í veruleikanum er ein altjóða býur, har fólk úr meira enn 100 ymiskum londum búgva Tað sum verður algt omaná pitsuna ger hana serliga, so hon svarar til tað, sum er á matarseðlinum Handlagið er sera gott og tað sæst, at turkiski pitsabakarin hevur fingist við slíkt fyrr FJØLBROYTNI