Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 alandi í Vágsbotn í Havn tað var ikki hvønn dag tú hitti fólk tú kendi. Her er støðan heilt øðrvísi, sigur hann meðan hann tekur ímóti einum nýggjum kunda, sum vil hava eina Havn spesial pitsu. Hann hevur arbeitt hjá Domino pitsa, McDonalds og fleiri hotellum bæði á Kypros og í Turkland, áðrenn hann kom higar. Pitsabakarin hevur elektriskan ovn, so eg havi hug at spyrja um ordiligar pitsur ikki verða bakaðar í steinovnum. – Eg veit væl at summi halda tað, men eg eri ikki samdur. Nýggju elektronisku ovnarnir geva okkum møguleika at stýra hitanum úr erva og neðra, júst sum vit vilja hava hann at vera. Tað ber illa til við stein­ovnum og teir krevja eisini mun­andi meira arbeiðið, sigur Motat Aba. Diversity Seinasta vika setti ljós á, hvussu mong ymisk fólkasløg búgva í Tórs­havn. Tað merktist eisini gjøg­ num vikuna hjá pitsabaranum í Vágsbotni. – Vit høvdu vitjan av hópi av fólki, sum ikki eru innføddir før­ oyingar. Her komu fólk úr Afrika, Polandi, Spania og mongum øðrum londum, sigur hann og leggur aftrat, at øll tyktust hugna sær væl saman. Beiggin Bulent og Motat Aba arbeiða í løtuni einsamallir í pitsa­ bakarínum, men ein triði beiggi er eisini komin higar. Hann er ikki byrjaður at arbeiða enn, tí honum manglar visa, men eftir ætlan skal hann arbeiða á Pitza King. Hinir báðir beiggjarnir skiftast at arbeiða sjey dagar í part og so sjey dagar frí. – Tað er soleiðis vit hava valt at arbeiða nú og mær dámar hetta væl, sigur hann. Motat Aba heldur, at tað er stutt­ligt at hitta føroyingar. – Teir eru opnir og forvitnir og vilja vita, hvagani eg eri og hvussu eg eri endaður í Føroyum. Mær dámar væl, at fólk eru sum før­ oyingar – vinarligir, forvitnir og blíðir. – Tey vilja eisini vita um eg havi funnið mær eina føroyska unnustu, men tað er ikki hent enn, sigur hann smílandi og tekur móti einum nýggjum kunda, sum biður um at fáa tvær Hawai-pitsur. Smílandi fer bakarin aftur í holt við tveir botnar og vísir serkenda mátan, sum pitsabakarar handfara deiggið uppá, Tað tekur bert eina lítla løtu, so er klárt at koyra omaná pitsuna og so fer hon inn í glóðheita elektroniska pitsaovnin. Jú, fjølbroytni er í Føroyum – eisini tá ið tað snýr seg um pitsur. Nýgggjasstu pitsaovnarnir eru elektriskir og teir eru munandi lættari at stýra enn steinovnarni Sum tað sæst her, so er ivaleyst at gera hjá einum manni, serlæiga er tað seint um kvøldarnar í vikuskiftinum FJØLBROYTNI