mánadagur 10. oktober 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heystfjøll og
sagosúpan
Vit eru komin væl út í oktober, og seinastu
dagarnar hevur veðrið verið lýtt og gott. Hóast tað,
so eru luftin frísk og kallig um kvøldarnar. Heystið
hevur ongan serligan anga, jørðin er farin í dvala.
Harafturímóti angar luftin um várið av gróðuri.
Fríska heystarluftin vekir minnir um, tá menn
vóru á fjalli. Tá komið var á rættina við seyðinum,
fingu fjallmenninir, bæði vaksin og børn, breyð,
køku og drekkamunn á rættini. Ofta vóru tvær
gongur, so fjallmenninir fóru mettir avstað
aftur í hagan. Um kvøldið fingu teir so døgurða.
Ofta var tað feskt lambskjøt. Í hvussu so er ein
sunnudagsdøgurða.
Omaná fingu teir sagosúpan. Helst hevur tað
ikki verið sagosúpan á hvørjum ári, men soleiðis
minnist eg tað.
Tí minnir heystluftin meg ofta um millum
annað sagosúpan. Í henni var sagogrýn, vatn,
konsentrerað fruktsaft, rosinur og heilt kanel. Tá
súpanin var kókað, varð kanelið tikið úr. Súpanin
var vakurt reyð og smakkaði himmalska væl.
Í Góðaráð er uppskrift til súpanina.
Eg havi ongantíð sjálv gjørt sagosúpan, Men nú
skuldi tað verða. Leygardagin fór eg í Miklagarð
at keypa sagogrýn. Fann ongi og spurdi eftir
teimum. Nei, var svarið. Vøran fekst ikki longur.
Tað var minst eitt ár síðan, tey seinast høvdu
havt sagogrýn í handlinum. Ringdi so í Føroya
Keypssamtøku. Sama svar. Ongi sagogrýn.
Verksmiðjan í Danmark, sum í nógv ár fram
leiddi grýnini, er
givin við fram-
leiðsluni, tí eftir
spurningurin var so
lítil.
At sagosúpanin
varð so vanlig fyrr,
man helst vera tí
úrvalið av dessertum ikki var tað stóra. Og so hava
sagogrýnini helst verið bílig eisini.
At sagogrýnini eru farin í søguna, tað ger helst
ikki tað stóra. Men eitt sindur av nostalgi er tó ikki
at forakta.
Matgerð og eitt sindur av nostalgi
Ein góðveðurs
løta í haganum.
Tá er gott
við drýli og
rullupylsu
Sagopálmin
veksur í Ný Guinea. Úr honum verður vunnið
saksak ella sagu, sum tey kalla tað har.
Sago er grundmatvøra hjá fólkinum, ið býr í
láglendinum í Ný Guinea og Molukkunum.
Í Danmark verða grýnini fyri tað mesta
framleidd úr eplastívilsi ella maisstívilsi/
maismjøli.
Brot úr frágreiðing á Wikipedia, den frie encyklopædi
Stokt flak
Ein kona fortaldi mær nú ein dagin, hvussu
hon stokti fiskaflak. Hon vendi sum vanligt
fløkunum í pískaðum eggi og raspi. Ístaðin
fyri á pannu stokti hon fløkini í eldføstum
fati.
Hon stoytti eitt sindur av matolju á
botnin og stroyddi kryddið í. Legði so fløkini
í fatið og kryddaði tey omaná. Síðan legði
hon eitt lítið petti av smøri á hvørt stykkið.
So í 200 stig heitan ovn í einar 40-45
minuttir – alt eftir hvussu tjúkk stykkini
eru. Lok skal ikki vera á fatinum.
Eg havi nú roynt hendan mátan og
fløkini fingu eina lekra, broyskna skorpu.
Fiskurin smakkaði væl
betur, tí fløkini drekka
ikki nær til so nógv av
feitti í seg, sum tá eg steiki
á pannuni.
Í Sosialinum mánadagar kanst tú lesa ymiskar uppskriftir og
góð ráð upp á føroyskan mat frá ymiskum kvinnum. Í dag er tað
Simona Weihe, sum hugleiðir og hevur okkurt hugskotið
Rullupylsan
Seinasta mánadag hevði Jóhanna Vang uppskrift upp á
rullupylsu á hesi síðuni.
Mær dámar væl at seyma rullupylsur. Hóast eg
skrivi »seyma«, so seymi eg tær ikki longur. Onkur
gløggur knokkur fann uppá at brúka eina stóra plastikk
sodavatnsfløsku í staðin. Botnurin verður skorin av
fløskuni. Fløskan kruvd nokk so langt upp.
Tá rullupylsan er liðug, kryddað, leykur og husblas
lagt á síðuna, verður hon rullað væl saman. Legg hana so í
kruvdu fløskuna. Netið koyrir tú upp á fløskumunnan og
dregur tað eftir fløskuni, og hálar tað út um fløskuna, so tú
kanst binda knút á. Rist pylsuna úr fløskuni niður í netið
og knýt hin endan. Pylsan er nú klár at leggja í salt.
Tú brúkar minni tíð upp á hvørja pylsu, og ongin tráður
er at taka burtur úr lidnu pylsuni.