Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10.oktober 2016 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BORÐTENNIS BORÐTENNISÁRIÐ ER BYRJAÐ 38 leikarar kappaðust í høllini í Trongis­vági, har veter­anurin Peter Nic­lasen var ovastur av øllum Neli Heldarskarð FÓTBÓLTUR Ein drúgv grein um Jóan Sím­ un Edmundsson er at lesa í blaðnum Alka Superliga, sum er eitt blað einans um ta donsku Superliguna. Ein leikari hjá hvørjum liðið er í fokus hvørt blað, og hesaferð er føroyski landsliðsleikarin útvaldur hjá OB. Yvirskriftin er "Kontrasternes karriere", og í samrøðuni greiðir tofta­ maðurin frá um eina heldur umskiftiliga yrkisleið innan fótbóltin. Jóan Símun Edmundsson fær ógvuliga rósandi orð við á vegnum í einari grein á indkast.dk, har OB-avrikið í ár verður greinað. Undir yvir­skrift­ini "Nej, OB er ikke et top-seks hold" fær OB av grov­fíluni, men um før­oy­ing­ in verður skrivað: Jóan Sím­ un Edmundsson er væl tann einasti, sum kann vera nøgd­ ur við avrikini fyrstu 10 dyst­ irnar, og tann fyrr­verandi Vejle-leikarin er tað einasta kreativa ískoytið, sum liðið hevur har frammi, skrivar heimasíðan, sum lý­sir hann at vera avbjóðandi allatíðina. James Rodriguez, sum hev­ ur havt ógvuliga ilt við at fáa spælitíð í Real Mad­ rid seinastu tíðina, hevði í summar ein gyltan møgu­ leika at skifta úr fel­agnum. La Gazzetta dello Sport skriv­ ar, at Real Madrid játtaði eitt boð upp á 632 milli­ón­ir krónur frá italska Inter, men at kolumbianski mið­vallar­in heldur vildi verða verandi og berja seg inn á liðið í Madrid. Spanskir hagtals­serfrøð­ ing­ar hava granskað tøl heilt aftur til 1928 fyri at kjósa besta spælaran, sum nak­ran­tíð hevur spælt í La Liga. Tølini eru grund­að á minuttir, kort, mál ígjøg­ num, skotin mál, upplegg og takklingar. Sambært upp­teljingini, so er tað fyrrverandi Real Madrid- fram­herjin, Raúl, sum hevur verið bestur. Hann fekk 528 stig og er frammanfyri Cesar Rod­riguez (FC Barcelona) og Telmo Zarra (Atletic Bilbao). Lionel Messi er nummar fýra, með­an Cristiano Ronaldo er nummar 23. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Julian Draxler, síðan hann í summar skifti frá Schalke 04 til Wolfsburg, og hann hevur áður úttalað seg um, at hann gjarna vil til eitt størri evropeiskt felag. Tað hevur eisini verið stórur áhugi fyri týska landsliðsmiðvallaranum, og nú skrivar The Mirror, at Arsenal og Juventus eru bestu boðini upp á at ogna sær hann. Eisini PSG sigst at vera við í kappbjóðingini, sum helst verður avgjørd næsta summar. Ein av stuðulsleikarunum hjá PSG, italski Marco Ver­ ratti, kann vera ávegis til heim­landið at spæla aftur. Umboðsmaður hansara, Donato Di Campli, váttar, at tað er stórur áhugi fyri hon­ um, og nú sigur blaðið Tutto­ sport seg vita, at Juventus er tilreiðar at rinda 450 milli­ ónir krónur fyri 23 ára gamla miðvallaran, sum PSG keypti úr Pescara í 2012 fyri ein­ans 90 milliónir krónur. FORMIL 1 Kappkoyring hevur hetta vikuskiftið verið í Japan, har tað eydnaðist týska Nico Rosberg (Mercedes) at økja um samlaðu leiðsl­ una við at vinna kapp­ing­ina frammanfyri Max Verst­ appen (Red Bull) og lið­fel­ agan Lewis Hamilton (Mer­ cedes), sum gjørdist numm­ar trý og nú fer longri frá Ros­ berg í samlaðu kapp­ingini. Danski Kevin Mag­nus­sen (Renault) bleiv numm­ar 14, tvey pláss aftan­fyri lið­fel­ aganum Jolyon Palm­er. HONDBÓLTUR Ævintýrið hjá føroyska hond­bólts­leik­aranum, Jóhan á Plógv Hansen, fekk enn eina síðu í bókina, tá ið hann í gjár var ímill­um mest eyð­ sýndu spælararnar hjá Bjerr­ ingbro-Silkeborg í Champ­ ions League-dystinum ímóti týska stórfelagnum THW Kiel. Dysturin endaði við 28-25-sigri til týsku gestirnar, og Jóhan á Plógv Hansen gjørd­ist toppskjútti hjá danska liðnum saman við All­an Damgaard. Teir báðir skutu seks mál í part. Sum fyrireiking til EM-enda­ spælið hevur Golden League verið í kvinnuhondólti sein­astu dagarnar. Danska kvinnu­landsliðið tapti í gjár heili 31-19 ímóti Noregi, sum vann kappingina framm­ anfyri Frakland, Danmark og Russland. Danmark vann 32- 22 ímóti Russlandi, men tapti 27-20 ímóti Fraklandi. TRIATHLON Skipað varð í gjár fyri tri­athlon-kapping við Gomlurætt og Kirkjubø, har lut­tak­ararnir skuldu svimja 300 metrar í byrgingini, súkkla 10 kilometrar niðan til Okkara, Kirkjubø og Gomlu­rætt, og at enda renna 4 kilometrar til Kirkjubøar og aftur. Vinnari gjørdist Gunnar Dahl-Olsen við tíðini 1.07:41, meðan Evald Ras­ mussen bleiv nummar tvey við 1.16:08 og Kári Simonsen nummar trý við 1.16:44. Tróndur Arge Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri fyrstu borð­tenn­iskappingini hetta kapp­ingarárið. Tal­an var um Grand Prix-kapping, sum var tann fyrsta í eini røð av seks. Kapp­ingin var í Trongisvági, har 38 leik­arar luttóku. Úrs­lit­ ini gjørdust hesi: STUTTSØGD TÍÐINDI Bólkur A: Nr.1 Peter Niclasen, TÓR Nr.2 Knútur Jóannesarson, TÓR Nr.3 Pætur Albinus, TÓR Nr.4 Fríði Jensen, TBF Nr.5 Elinborg Nygaard, TBF Nr.6 Maria Albinus, TBF Nr.7 Helgi Ólavsson, TBF Nr.8 Hjalgrím Højgaard, TBF Bólkur B: Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR Nr.2 Høgni Heinason, TÓR Nr.3 Tórur E. Eliasen, TÓR Nr.4 Julian Frankieson, TÓR Nr.5 Ári F. Jensen, TÓR Nr.6 Aron Frankieson, TÓR Bólkur C: Nr.1 Britt Michelsen, TBF Nr.2 Victoria Debes, TBF Nr.3 Marin E. Poulsen, Royn Nr.4 Hanna Højgaard, TBF Nr.5 Fríða J. Poulsen, Royn Nr.6 Rakul Rúnadóttir, TBF Bólkur D: Nr.1 Hallur Ferjá, TBF Nr.2 Noomi Eysturberg, Royn Nr.3 Róa Múller, Royn Nr.4 Marta Maria H., TBF Nr.5 Jósvá Højgaard, TBF Nr.6 Tove Andreasen, TBF Nr.7 Ninna Holm, Royn Bólkur E: Nr.1 Hjartan K. Sørensen, TBF Nr.2 John Bærendsen, TBF Nr.3 Villiam Klettheyggj, TÓR Nr.4 Fríði Biskopstøð, TÓR Nr.5 Niclas H. Danielsen, TÓR Bólkur F: Nr.1 Ragnar Heinason, TÓR Nr.2 Heini Sørensen, TÓR Nr.3 Jógvan í Lon, TÓR Nr.4 Martin B. Jacobsen, TÓR Nr.5 Bartal Klettheyggj, TÓR Nr.6 Olivur A. Joensen, TBF Tórur Eliasen úr borðtennisfelagnum Tór í Havn