mánadagur 10. oktober 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ØLL VILDU SÍ
FÓTBÓLTUR
Fólk trokaðu, grótu og gjørdu alt fyri at sleppa at síggja Cristiano
Ronaldo, tá ið hann kom til Føroya leygarkvøldið
Pætur Albinus
Heilt síðani HM-lutakastið,
tá ið tað gjørdist greitt, at
Føroyar skuldu spæla ímóti
Portugal, hava føroyingar
glett seg til at síggja heimsins
besta
fótbóltsspælara
á
føroyskari jørð. Ein skaði
í EM-finaluni førdi til, at
alt var í iva eina løtu, men
tað gjørdist seinni greitt at
hann kom við til Føroya, og
seinastu
dagarnar
hevur
veruligur
Ronaldo-fepur
verið í Føroyum.
Heimsstjørnan, sum er
fyrimynd hjá so mongum
menniskjum, kom til Føroya
saman
við
portugisiska
landsliðshópinum
leygar
kvøldið.
Tóku ímóti
Tað byrjaði longu á flog
vøllinum. Hundraðtals fólk,
einamest børn við foreldrum
teirra, men eisini hálvvaksin,
fjølmiðlafólk
og
áhugað
annars, vóru tilreiðar at taka
ímóti flogfarinum, sum kom
beinleiðis úr Porto og hevði
allar portugisisku heims
stjørnurnar í.
Tað var ruðuleiki eina
løtu, tí eingin visti reiði
liga hvar teir fóru at koma
út, men tey flestu fingu
tó sæð spælararnar – bara
ikki so tætt hjá. Starvsfólk
á flogvøllinum og teirra av
varðandi sluppu serliga tætt.
Tey sluppu at heilsa upp á
og fingu autografar, áðrenn
portugisiska ferðalagið fór
umborð á bussin og eftir eitt
sindur av aftur og fram slapp
út av økinum og setti kósina
til høvuðsstaðin.
Gravgangur
Eins og vanligt er hjá fót
bóltsliðum, so kekkaði portu
gisiski hópurin inn á Hotel
Føroyum. Longu ein tíma
áðrenn bussurin kom fram,
vóru nógv fólk uttanfyri
hotellið og bíðaðu í stórum
spenningi. Hesa løtuna sá
alt ikki so skipað út, men
so
hvørt
sum
bussurin
nærkaðist, hækkaði trygdar
stigið.
Portugisiska fótbóltssam
bandið hevði sent ein mann
til Føroya frammanundan
at taka sær av tí praktiska
og at syrgja fyri, at alt gekk
stillisliga fyri seg. Saman
við vaktum og starvsfólkum
varð band hongt upp, har
fólk skuldu halda seg aftan
fyri.
Tað mundu vera eini
100 fólk vera samankomin
á hotellinum fyri at síggja
stjørurnar heilt tætt uppá,
og tá ið klokkan var um at
sláa 20.30, hómaðist buss
urin úr tí lætta mjørkanum,
sum hevði køvt ein
part av høvuðs
staðnum.
Skríggj
Fólk vóru frá
sær sjálvum.
Tað
minti
nærmast um The
Beatles í tíðarinnar morgni –
fólk skríggjaðu, onkur græt
og onkur annar var í sjokk og
tók seg fyri munnin. Ein bar
nærmast ótta fyri, at onkur
fór at svíma.
Bussurin parkeraði beint
uttanfyri, og dyrnar lótust
upp. Fyrstir úr bussinum
vóru
venjarin,
Fernando
Santos, og Real Madrid-
verjuleik
arin, Pepe. Teir sluppu at
ganga uttan at fáa tað nógva
uppmerksemið, tí tey flestu
bíðaðu eftir tí sama. Ronaldo.
So kom hann. Fólk róptu
navn hansara og vóru klár
til at fáa autografar, men
hann gekk ískaldur framvið
teimum allarflest – líka inn
til hann var komin heilt inn
á hotelli og skuldi fara upp á
aðru hædd. Tá steðgaði hann