Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GGJA FÓTBÓLTUR 228 milliónir fylgja Cristiano Ronaldo á sosialu miðlunum Tað var vónleyst at fáa nakra viðmerking frá portugisisku lands­liðs­ leikarunum eftir venjingina á Tórs­ vølli sunnu­kvøldið, so vit hava savnað ymiskt saman, sum leikararnir hava koyrt út á sosialu miðlunum Í hesum døgum er sannur Cristiano Ronaldo-fepur á føroysku oyggjunum. Tað hevði óivað verið áhugavert við fleiri viðmerkingum frá portugisisku stjørnunum, men veruleikin er tann, at útyvir viðmerkingarnar frá Joao Moutinho, miðvallara úr AS Monaco, og Fernando Santos, landsliðsvenjara, til tíðindafundin sunnudagin, so hevur ikki borið til at fingið nakra viðmerking frá nøkrum portugisiskum leikara um nakað sum helst. Ístaðin hava vit savnað ymiskt saman, sum portugisisku leikararnir hava lagt út á sosialu miðlarnar. Ronaldo lagt mynd út frá Føroyum Sum sæst omanfyri, so hevur størsta stjørnan av teimum øllum hjá Portugal, Cristiano Ronaldo, lagt eina mynd út av liðnum, har leikararnir eru í bussinum. Myndin er helst tikin stutt eftir venjingina, sum Portugal hevði á Tórsvølli í gjár, sunnudagin 9. oktober. Til myndina hevur Cristiano Ronaldo skrivað: »Vit eru klárir til í morgin«. Ronaldo nevnir ikki Føroyar við orði í uppslagnum, men tey, ið fylgja við í lívinum hjá Cristiano Ronaldo, og tey eru nógv, vita helst, at hann hevur dyst ímóti Føroyum á skránni seinni í dag. Ronaldo hevur lagt myndina út Facebook, Instagram og Twitter. Sambært uppteljing, sum útlendska sportsmaza.com gjørdi 1. oktober, so hevur Cristiano Ronaldo 116 milliónir »likes« á Facebook, 32,9 milliónir fylgjarar á Twitter og 78,9 milliónir followers á Instagram. Sostatt hevur Cristiano Ronaldo umleið 228 milliónir fólk runt um allan jarðarknøttin, ið fylgja honum á netinum.  Annars hava menn sum Pepe hjá Real Madrid, Joao Moutinho hjá Monaco og José Fonte hjá Southampton eisini lagt myndir út í samband við, at portugisararnir hava landsdyst ímóti Føroyum á Tórsvølli á skránni. Pepe hevur lagt mynd út, sum vísir, nær dysturin er, meðan Joao Moutinho hevur lagt eina mynd út frá tíðindafundinum, sum hann sjálvur var partur av. Síðani hevur José Fonte lagt eina rættiliga øðrvísi mynd út, har hann ynskir góðan morgun við at taka eina mynd av føroyskum grasi. Sí myndirnar á síðuni. á, gav nakrar autografar og stillaði seg upp til mynda­ tøku. Tað var eins og hann ikki vildi fara uttan at gera nakað sum helst, og fekk tað av vegnum í allarsíðstu løtu. Tað tók honum minni enn ein minutt. Løgreglan Tað heila gekk ógvuliga skjótt fyri seg á Hotel Føroyum, og tíbetur gekk alt rímiliga stillisliga fyri seg – í øllum førum júst tá ið hópurin kom, men seinni vóru boð send eftir løg­reg­ luni. Í stremban­ini eftir at sleppa at hitta Ronaldo vóru tað nevniliga nøkur, sum fóru um mark. Nakrir ung­dómar vóru nevni­liga klintraðir upp á takið, har teir runnu runt fyri at finna Ronaldo. Tað bleiv ikki góð­ tikið – eyka trygdar­fólk og løg­reglan varð til­kallað, soleiðis at tamar­hald kundi fáast á støðuni. Eftir at portugisiski hóp­ ur­in var komin á hotellið, valdi hotellið meira ella minni at steingja dyrnar fyri kvøldið. Í øllum førum stóð ein vaktur og lat dyrnar upp hvørja­ferð onkur skuldi út og ansaði eftir at ov nógv fólk ikki sluppu inn.