mánadagur 10. oktober 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
SJEY KUNNU GANGA AFTUR. Av teimum 14 leikarunum sum
fríggjadagin vóru á vøllinum hjá U-21 landsliðnum, eru tað heili
sjey sum hava aldur aftur í komandi undankapping. Teir eru
Jóannes Bjartalíð, Betuel Hansen, Jákup Thomsen, Teit Jacobsen,
Jákup V. Olsen, Hákun Edmundsson og Jákup B. Andreasen
DYSTURIN
HESA VIKUNA
4
NIKLAS THOMSEN
Mundi í tí eina førinum verið
óheppin við einum útsparki.
Spældi annars sannførandi í
føroyska málinum, og hevði
ongan møguleika at bjarga tá
Eysturríki skoraði.
4
DÁVID LANGAARD
Spældi enn ein góðan dyst
á høgra bakki. Átti upplegg
til møguleika í fyrra hálvleiki,
og hevði eina fína roynd við
langskoti í seinna hálvleiki.
3
ANDRIAS ERIKSEN
Var um reppið at kosta
mál tá hann í fyrra hálvleiki
gleið, og hevði onkrar býttar
feilavleveringar. Spældi annars
ein fínan dyst í føroysku
miðverjuni
4
HØRÐUR ASKHAM
Millum mest eyðsýndu
mennirnar á føroyska liðnum.
Var sannførandi í duellspælinum
og gjørdi fleiri týdningarmikil
fríspørk.
3
ÁRI MOHR JÓNSSON
Var óheppin og gjørdi heldur
býtt fríspark í fyrra hálvleiki
sum elvdi til málið. Annars ein
spennandi spælari, sum av álvara
bankar uppá til a-landsliðið
3
JÓANNES
BJARTALÍÐ
Spældi væl seinasta korterið
av dystinum, har hann var við í
nógvum. Var annars lítið sjónligur
í dystinum áðrenn tá.
3
BETUEL HANSEN
Stríddist væl og fylti nógv á
føroyska miðvøllinum. Hevði eina
støðu í fyrra hálvleiki, har hann
var líka við at leggja málgevandi
avlevering, tá Føroyar mundi
kontra. Mátti lata seg útskifta
av skaða miðskeiðis í seinna
hálvleiki
4
JONAS G. HANSEN
Fyrsta ferðin á Svangaskarði,
at Jonas G. Hansen hevur verið
orduliga eyðsýndur. Fylti nógv og
hevði góða orku at koma framvið
í farligar støður móti endanum.
4
JÁKUP V. OLSEN
Mátti út við skaða aftaná
góðan hálvan tíma. Var annars
millum mest eyðsýdnu føroysku
leikararnar ta løtuna hann spældi
3
TEIT JACOBSEN
Var ein støðug hóttan við
sínari ferð. Serstakliga spennandi
leikari, sum hevur fleiri ár eftir í
U-21 landsliðssamanhangi
4
JÁKUP THOMSEN
Var alla tíðina avbjóðandi
í sínum spæli og ein hóttan
í føroyska álopinum. Tóktist
snýttur fyri brotsspark móti
endanum av dystinum.
3
GESTUR BOGASON
DAM
Var føroyski leikarin sum átti
størstu møguleikarnar. Skal hava
rós fyri at koma fram til teir,
men tað trekkir niður at hann
misnýtti teir.
3
JÁKUP B.
ANDREASEN
Kom inn fyri Betuel Hansen
miðskeiðis í seinna hálvleiki og
kom fínt inn í dystin. Føroyar
høvdu greitt yvirtak á vøllinum,
meðan hann var inni.
HÁKUN EDMUNDSSON
Inni ov stutt til at fáa meting.
SPÆLARAMETING
André Olsen
Fríggjadagin
stóð
Bill
McLeod Jacobsen á odda fyri
føroyska U-21 landsliðnum
fyri seinastu ferð á hesum
sinni, tá U-21 landsliðið
spældi sín seinasta dyst í
júst farnu undanakapping
móti Eysturríki á heimavølli.
Virðiligt farvæl til Bill
Og sigast skal, at Bill McLeod
Jacobsen fekk ein virðiligan
mannfólkainnsats
frá
U-21 leikarunum í seinasta
dystinum. Eftir eina heldur
trilvandi undankapping –
tann lakasta hjá U-21 lands
liðnum nakrantíð – spældi
føroyska U-21 landsliðið ein
av sínum bestu dystum í júst
farnu undankapping. Eftir
dystin kundu teir bert iðra
seg um, at tað ikki rakk til
stig. Tí møguleikar vóru tað
nokk av, og seinastu løtuna
av dystinum trýstu føroysku
leikararnir
mótstøðuliðið
heilt í botn.
Føroyska liðið ikki
til at kenna aftur
Tað sást tíðliga til dystin
fríggjadagin, at talan var
um eitt uppsett føroyskt lið,
sum vildi enda hesa undan
kappingina væl. Í mun til
heimadystin móti Russlandi
fyri einum góðum mánaða
síðani, var føroyska liðið
nærum ikki til at kenna
aftur
fríggjadagin.
Móti
Russlandi
tóktist
liðið
at hanga illa saman sum
ein eind, umframt at tað
sjáldan sóust meir enn tvær-
tríggjar
samanhangandi
avleveringar
á
føroyska
liðnum,
sum
gjørdi
at
føroyska liðið kom at renna
aftaná mestsum allan dystin
á tamb. Móti Eysturríki var
tað beint umvent. Tað sást
beinavegin at liðið hekk
nógv betri saman hendan
dystin, har allar keturnar
arbeiddu væl saman. Og
so megnaðu føroysku leik
ararnir fríggjadagin nógv
betri at halda uppá bóltin.
Av tí sama var tað sjáldan at
ein sat við kensluni í fyrra
hálvleiki av, at Eysturríki
gjørdist serliga vandamiklir.
Í tveimum einkultum førum
vóru eysturríkar nær við,
men í báðum førunum
spurdust
møguleikarnir
burturúr eftir kleyvarskap
á føroyska liðnum, har
málverjin, Niklas Thomsen, í
tí fyrra førinum mundi verið
óheppin við einum útsparki,
og
har
verjuleikarin,
Andrias Eriksen, í tí seinna
førinum datt, soleiðis at
ein eysturríkari slapp í eina
vandamikla støðu.
Fleiri ferðir var føroyska
liðið vandamikið í hinum
endanum, har serliga teir
báðir fremstu leikararnir,
Jákup Thomsen og Teit
Jacobsen, góvu gestunum
høvuðbrýggj.
Besta føroyska møgu
leikan
í
fyrra
hálvleiki
hevði
innskifti
Gestur
Bogason Dam. Møguleikin
VIRÐILIGT FA
TIL BILL
Hóast føroyska U-21 landsliðið tapti dystin móti
Eysturríki fríggjadagin, var talan um ein tann besta
dystin frá føroyska liðnum í júst farnu undankapping