mánadagur 10. oktober 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Føroyski innsatsurin. Frálíkt at
síggja geistin á føroyska liðnum
fríggjakvøldið. Menn stríddust
sum fyri lívinum, og so tordu
teir eisini at spæla seg burturúr
teimum pressaðu støðunum.
Avrikið var agjørt til stig
Hendingin aftaná dystin.
Hendingin við føroyska
venjaranum, Bill McLeod
Jacobsen, aftaná dystin, setti
líkasum ein dempara á tað sum
skuldi vera eitt farvæl til hann.
Bæði hann og áskoðarar høvdu
fyrireika seg uppá eitt farvæl
tá dómarin bríkslaði av, men
umstøðurnar vildu tað øðrvísi.
Tíbetur spældi alt væl av.
DEILDIR TOPPSKJÚTTAR. Í júst farnu undankapping skeyt
føroyska liðið trý mál. Tríggir ymiskir leikarar skutu málini, og eru
tað tí tríggir deildir toppskjúttar á føroyska liðnum. Teir tríggir eru
Gestur Bogason Dam, Hákun Edmundsson og Ári Mohr Jónsson
uppstóð eftir at
Jákup Thomsen hevði tikið
sakina í egnar hendur. Hann
dró sjálvur við bóltinum
á hálvuni hjá mótstøðu
liðnum. Komin eitt sindur
útfrá brotssteigarmarkinum,
tók
hann
og
smekkaði
til.
Eysturríki
málverjin
megnaði bert at hálvbjarga,
har bólturin stakk út til
David Langgaard, sum var
komin framvið. David legði
eitt bleytt innlegg heilt
yvirum til aftaru stong,
har ein púra fríur Gestur
Bogason Dam slapp at skalla
bóltin. Tíverri fekk Gestur
ov nógva luft undir bóltin,
soleiðis at bólturin fór oman
fyri málið. Men í tí førinum
skuldi føroyska liðið heilt
greitt havt lagt seg á odda.
Tað sum ikki
mátti henda
Eftir tað sótu tey flestu
bara og vónaðu at føroyska
liðið megnaði at halda javn
leik til hálvleik, tí tað hevði
verið óuppiborið, um teir
høvdu
verið
aftanfyri
í
hálvleikinum. Men so hendi
tað, sum so ofta fyrr er
hent, og sum als ikki mátti
henda fríggjadagin. Ein
minutt áðrenn hálvleik fekk
Eysturríki hornaspark, har
ein
eysturríkur
miðverji
kom framvið og skallaði
bóltin í málið, soleiðis at
Eysturríki fekk eina leiðslu
beint áðrenn hálvleik. Tað
var sum at fáa vátan vøtt
beint frammaná, tí tað var
ikki í tráð við leikgongdina.
Málið merkti
føroyska liðið
Málið
merkti
týðuliga
føroyska liðið fyrstu løtuna í
seinna hálvleiki, tí tað tóktist
tá sum um, at føroyska liðið
var trýst nógv longur aftur
enn teir vóru allan fyrra
hálvleik. Málið gav eisini
eysturríkarum nógv meira ró
á sítt spæl, og fyrstu løtuna
av seinna hálvleiki, tóktust
fá at ivast í, at Eysturríki
mundi fara at økja um
leiðsluna. Men hóast leikligu
yvirvágina fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki, var tað
sjáldan at tað spurdust teir
vandamiklu møguleikarnir
burturúr hjá Eysturríki.
Trýstu Eysturríki í
botn móti endanum
Eitt
gott
korter
inn
í
seinna
hálvleik,
tóktist
tað um at okkurt hendi á
føroyska liðnum, tí tá var
liðið aftur sum hamskift.
Brádliga byrjaðu vit at hótta
eysturríkarar aftur, og tað
eydnaðist eisini nógv betri
at trýsta eysturríkarar langt
frammi á vøllinum.
Eins og skrivað longur
uppi, trýsti føroyska liðið
eysturríkarar í botn seinastu
løtuna av dystinum. Fleiri
ferðir var føroyska liðið
um reppið at javna. Eins
og í fyrra hálvleiki, var tað
Gestur Bogason Dam, sum í
seinna hálvleiki eisini fekk
størsta føroyska møguleikan.
Møguleikin kom eftir eitt
frálíka væl spælt føroyskt
álop, har Jóannes Bjartalíð
átti avgerandi avleveringina.
Hann legði avleveringina
stutt framman fyri miðjuna,
har
hann
mestsum
úr
blindum
sá
at
Gestur
Bogason Dam hevði tikið
tí røttu renningina. Gestur
snýtti offside felluna hjá
eysturríkarum
og
slapp
at
renna
fullkomiliga
einsamallur
móti
eysturríska
málverjanum.
Men
málverjin
hevði
lisið Gestur av. Tá Gestur
avsluttaði, valdi málverjin
røttu loysnina og fekk tí
bjarga risa møguleikanum.
Í
seinastu
sekundunum
kendu føroysku leikararnir
seg
eisini
snýttan
fyri
brotsspark, tá eysturríski
málverjin, sá út til at boksa
føroyska áleyparan, Jákup
Thomsen í høvdið, soleiðis
at Jákup Thomsen mátti
bløðandi av vøllinum.
Lakasta undan
kappingin nakrantíð
Tað endaði tí við einum
føroyskum ósigri í seinasta
dystinum
av
júst
farnu
undankappingini. Av tí at
liðið bert megnaði at fáa
eitt stig í undankappingini,
hevur talan verið um lakastu
undankappingina nakrantíð
síðani U-21 landsliðið var sett
á stovn. Men fríggjadagin
var tað lítið, ið vísti á tað.
Føroyska liðið spældi ein av
sínum bestu dystum í júst
farnu
undankapping,
og
bæði burdu og skuldu havt
fingið í minsta lagi eitt stig
ímóti Eysturríki. Gleðiligt
er tó at fleiri av leikarunum
ið spældu við á liðnum
fríggjakvøldið, hava aldur
til U-21 landsliðið aftur í
komandi undankapping. Tær
royndirnar eiga at borga fyri
einari betri undankapping
næstu ferð.
RVÆL
Tað spældi
væl av hjá Bill
Føroyski U-21 landsliðsvenjarin,
Bill McLeod Jacobsen, hevur
tað gott, hóast tað sá álvar
samt út eftir dystin á Svanga
skarði fríggjadagin
Tað sá rættuliga álvarsamt út, tá føroyski U-21
landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, brádliga small
um, beint eftir at norski dómarin hevði bríksla dystin
móti Eysturríki av. Skelkur kom á fólk, og fleiri hildu at
talan var um heilt álvarsaman skaða.
Tað gjørdist tó tíðliga greitt at tamarhald var á
støðuni.
Bill McLeod Jacobsen sigur í stuttari viðmerking við
Sosialin, at tað spældi væl av, og at hann hevur tað gott.
– Eg havi tað gott og fekk tað skjótt gott aftaná
støðuna. Tað hevur nokk verið ein blandingur av at
eg havi drukkið ov lítið, verið yvirspentur og eisini eitt
sindur strongdur, sum elvdi til at eg small um. Men eg
havi verið til kanningar og øll tøl eru í lagi, so talan er
ikki um nakað álvarsamt, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Víðari sigur Bill McLeod Jacobsen eisini at tað
ikki er nakar partur av dystinum sum er burtur úr
minninum, og at hann longu í sjúkrabilinum á veg til
Havnar, kundi lýsa allan seinna hálvleik sum hann var
fyri portørunum.
Dysturin móti Eysturríki var seinasti dysturin hjá
Bill McLeod Jacobsen sum U-21 landsliðsvenjari. Hann
hevur verið venjari líka síðani U-21 landsliðið spældi sín
fyrsta landsdyst í 2007