mánadagur 10. oktober 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Riga
4 GUNNAR NIELSEN
Hevur skrivað søgu sum
fyrsti málverjin hjá okkum,
sum klárar at halda málið
reint tveir fylgjandi dystir.
Tað var tó ikki neyðugt við
stórspæli, tí Lettlandi hevði
ikki so nógvar møguleikar.
Gunnar gjørdi tað hann
skuldi og eitt sindur afturat,
men hevði faktist ikki eina
stórbjarging.
4 JÓNAS TÓR NÆS
Tók av møguleikanum og
spældi ein branddyst í verju
partinum. Bleiv sjáldan sett
ur og tóktist uppsettur at
lukka fyri øllum innleggum.
Kom væl framvið nakrar
ferðir, men gekk ikki so væl
við innleggunum. Bjóðar av
um høgra bakkin.
4 ATLI GREGERSEN
Sum vit kenna best. Stýrdi
verjuni, sterkur í avspæl
inum og tekur fáar kjansir
í verjustøðu. Gjørdi okkurt
fríspark frammi á vøllinum,
men talan var um sannfør
andi avrik í verjustøðu, har
ein neyv glíðandi takling vr
hæddarpunkti. Hevði onkrar
góðar avspælingar, onkra ov
djarva og valdi eisini rætt,
tá hann nakrar ferðir bara
ruddaði bóltin.
5 SONNI RAGNAR
NATTESTAD
Vinnur allar tvídystirnar
sannførandi. Er óhugnaliga
sterkur í verjustøðu og í
luftspælinum. Hevur eisini
einar tvær glíðandi taklingar,
sum sita væl. Veikleikin er í
uppspælinum, har miðverjin
ikki hevur sína styrki. Hann
hevur evnir at spæla í størri
londum enn Íslandi.
4 VILJORMUR
DAVIDSEN
Kom væl framvið nakrar
ferðir og hevði okkurt av
bera gott innlegg. Hevði tó
trupulleikar í fyrra hálvleiki,
har hann bleiv yvirspældur
og tapti sínar tvídystir. Tá
mest stóð á fekk hann tó
ruddað vekk. Millum annað
við høvdinum. Er tekniskt
væl fyri og tað sæst á av
spælinum.
4 FRÓÐI BENJAMINSEN
Hann hevur stóran týd
ning fyri javnvágina á mið
vøllinum, tá Hallur Hansson
og Brandur H. Olsen fara í
álop. Fleiri ferðir átók hann
sær
avgerandi
tvídystir
á miðjuni, so lettar ikki
sloppu í mótálop. Ikki ein
av hansara mest eyðsýndu
dystum, men ein av teimum
skilagóðu.
5 HALLUR HANSSON
Ein orkubumba á miðvølli
num og undangongumaður
í pressinum. Legði upp til
2-0 við framúr forarbeiði,
har hann bæði vann bóltin,
rak allan vegin fram og
legði bóltin fyri føturnar á
Jóan Símuni Edmundsson.
Vísti
góðan
bóltførleika
og yvirblikk í framrættaða
spælinum, meðan hann var
drúgvur í verjustøðu.
4 BRANDUR HEND
RIKSSON OLSEN
(ÚT 88.MIN)
Spældi ein góðan fyrra hálv
leik, men fekk ikki fatur á
bóltinum fyrra partin av
seinna hálvleiki. Kom og
góðar støður og vísti annars
yvirskot á bóltinum. Kundi
havt skorað, ella spælt tvørt
ur um, tá hann kom í góða
støðu í fyrra hálvleiki. Skjeyt
hornasparkið, sum seinni
gav 1-0 málið.Átti eisin lut
í 2-0 málinum, tá hann við
góðari renning hálar verjuna
til sín. Hevði aftur okkurt
hornaspark, sum ikki lá so
væl.
4 SØLVI VATNHAMAR
Stríddist sum vanligt á høgra
vonginum og kom í onkrar
góðar støður í álopsstøðu.
Var tó ikki so eyðsýndur,
sum hann onkuntíð hevur
verið, men vit høvdu sikkurt
sagt okkurt annað, um hann
í góðu støðunum endaði við
at skora, tá Brandur skjeyt
sjálvur, ella fekk upplegg,
tá hann legði góðan bólt til
Gilla.
4 RENÉ SHAKI
JOENSEN 4 (ÚT 73.MIN)
Spældi serliga væl í fyrra
hálvleiki, har hann vísti sín
skjótleika og góðan bólt
førleika. Hevur framvegis
nakrar avboðingar í plas
eringini í verjustøðu, og kom
ikki í vandamiklar støður
eins og móti Ungarn. Sann
førandi avrik tó.
5 JÓAN SÍMUN
EDMUNDSSON
(DAGSINS SPÆLARI)
Hevur lyft seg upp á eitt
hægri stig seinasta hálva
árið. Tað sást aftur í Riga,
har toftamaðurin enn eina
ferð vísti gott spæl í álop
inum. Hann skoraði til 2-0
Ein góð miðverja, ein bóltsterkur miðaksi og dirvi at spæla bólt,
vóru lyklarnir til ein lættari enn væntaðan sigur á Lettlandi
LANDSLIÐIÐ
LÆTTARI
ENN VÆNTAÐ
Í LETTLANDI