mánadagur 10. oktober 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10.oktober 2016 · Nr. 116
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Riga
Føroyska landsliðið prógvaði á váta grasinum á Skonto
leikvøllinum, at vit kunnu vinna ein HM undankappingardyst
á útivølli. Lars Olsen hevði bara eina lítla kanin í hattinum, tá
hann setti liðið. Bárður J. Hansen hevði trupulleikar við øksl
ini. Tí vóru boð eftir Jónasi Tór Næs á høgra bakki.
Annars var liðið tað sama, sum vann okkum eitt frálíkt
stig á Tórsvølli móti Ungarn.
Dysturin
Jónas Tór Næs sendi alt fyri eitt fyrsta ávaringarskotið av
stað í hesum fyrra hálvleikinum, har Føroyar stóð fyri tí
betra spælinum og eisini javnan var á vitjan í lettiska brots
teiginum. Tað var púra uppiborið, at Føroyar legði seg á odda
1-0 í 19. Minutti. Tað var miðverjin Sonni Ragnar Nattestad,
sum stýrdi einum fløtum innleggi frá René S. Joensen í málið.
Eftir føroyska leiðslumálið raknaði Lettland við, og í
løtum vóru boð eftir føroysku verjuni. Serliga tætt við var
Lettland, tá ið eitt skot endaði á innaru síðu av stongini. Tað
vóru góðar støður í báðum endum, men tað var Føroyar, sum
slapp til hálvleiks á odda 1-0.
Trýstir og kontra
Fyrsta korterið í seinna hálvleiki legði Lettland eitt størri
trýst á føroyska málið, men tað sást, at hetta ikki vóru leik
arar í evropeiskum toppklassa. Teir fingu ikki broderað seg
ígjøgnum eina sera stinna føroyska verju, sum ruddaðu ein
bólt fyri og annan eftir.
Tá ið stormurin varð riðin av, fingu Føroyar aftur spæl
í – og tað lat dyr upp. 20 minuttir fyri leiklot fangaði Hallur
Hansson bóltin og setti gongd á eitt mótálop. Jóan Símun
Edmundsson, sum spældi ein framúr dyst, gjørdist púra
leysur og ískaldur lyfti hann bóltin upp um málmannin og
í mál. 2-0 til Føroyar.
Hóast Lettland brúktu seinastu útskiftingarnar og royndi
at leggja meira fyri, so sluppu teir ongantíð tættari enn
nakrar vónleysar skotroyndir úr stórari fjarstøðu. Tað var
einki, sum kundi lumpa Gunnar Nielsen og føroysku verjuna
– heldur hinvegin var tað Føroyar, sum spældi við heimaliðið
síðstu løtuna.
Gilli Rólantsson, Pól Jóhannus Justinussen og Páll A.
Klettskarð vórðu settir inn á vøllin at kríggja sigurin í hús,
og tað eydnaðist. Sigurin var ongantíð í vanda.
Miðverjan riggar
Tað er greitt at síggja, at Atli Gregersen og Sonni Ragnar
Nattestad rigga sum miverjupar. Teir hava hvør sín leiklut,
men tað er týdningarmikið, at tað heldur fram á sama hátt.
Tí so skjótt Atli Gregersen skal út í tvídystirnar, so hevur
hann veikleikar í ferðini. Somuleiðis, so hevur Sonni Ragnar
Nattestad brúk fyri at onkur fortelur honum, hvat hann skal
gera.
Bakkarnir útsettir
Tað er ikki óvanligt, at vengirnir hjá einum liðið er keldan til
álopsspælið. Tað var tað eisini til tíðir hjá Lettlandi. Serliga
sluppu lettar til baklinjuna nakrar ferðir í fyrra hálvleiki. Her
høvdu René Shaki Joensen og Viljormur Davidsen onkrar
trupulleikar við at verja saman.
Í hinum endanum stóð Jónas Tór Næs sterkari í
verjuspælinum, men besti møguleikin hjá Lettlandi kom
eftir, at hann tapti eina takling.
Her má avstemmast betri í verjustøðu í kvøld.
Tekniskur miðaski
Hallur Hansson, Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmunds
son eru avbera góðir á bóltinum. Tað sóu vit á vøllinum í
Riga. Teir vóru grundin undir yvirtakinum í fyrra hálvleiki,
og punkteraðu dystin í seinna hálvleiki.
Í løtum var talan um so gott spæl at føroysku áskoðararnir
róptu ”Óle” fyri hvørja avlevering. Tó skulu miðvallararnir
verða glaðir fyri, at aldursforsetin hevði taktiska eygað á
verjukenda miðvøllinum. Fróði Benjaminsen var í nógvar
máta javnvágin á vektskálini.
Frálík byrjan
Við frálíkum 2-0-sigri ímóti Lettland í Riga hevur landsliðið
fingið søguliga góða byrjan upp á eina HM-undankapping. Vit
hava fýra stig fyri tveir dystir, hava einki mál latið ígjøgnum
og eru nummar tvey í bólkinum.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: Fótbóltsamband Føroya
við frálíkum máli, og kom
annars til fleiri málmøgu
leikar. Arbeiður eisini hart
og vinnur fleiri bóltar í
verjustøðu. Tú situr við
kensluni av, at vit hava
ikki sæð tað besta av Jóan
Símun Edmundsson enn.
3 GILLI RÓLANTSSON
SØRENSEN
(INN 73.MIN)
Kom inn í eitt stórt korter,
men megnaði ikki ordiliga
at seta sín dám á dystin.
Kom í eina góða støðu,
men fekk ikki umsett til
skot á mál. Vísti tó tekin
um, at hann hevur ferð og
er sinnaður at brúka hana
til at hótta við.
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
(INN 88.MIN)
Kom
inn
á
miðvøllin
seinastu
minuttirnar.
Megnaði at vinna onkran
bólt
og
smæddist
ikki
burtur. Ov stutt til at gera
ein meting.
PÁLL ANDRASSON
KLETTSKARÐ
(INN 90.MIN)
Kom inn teir allar seinastu
minuttirnar. Ov stutt til at
gera ein meting.
4 LARS OLSEN
Í stóran mun gjørdi Lars
Olsen
tað,
sum
hann
skuldi. Tó var talan ikki
um ein taktiskan sigur,
men heldur um at okkara
spælarar vóru betri enn
mótstøðuliðið. Í so máta
fær landsliðsvenjarin ikki
hægri enn eitt 4-tal fyri
taktiska uppleggið, men
hann ger ongan taktiskan
feil heldur.
trondur@sosialurin.fo
Lettland – Føroyar 0-2 (0-1)
0-1: Sonni Ragnar Nattestad, 19.
0-2: Jóan Símun Edmundsson, 70.
Skonto leikvøllinum
Dómari: Serhiy Boiko (UKR)
Føroyar: (4-2-3-1) Gunnar Nielsen – Jónas Tór
Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad,
Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur
Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen (Pól
Jóhannus Justinussen, 88.min), René S. Joensen
(Gilli Rólantsson Sørensen, 73.min) – Jóan Símun
Edmundsson (Páll Klettskarð, 90.min).
Á bonkinum: Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen,
Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Bárður J.
Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Árni
Frederiksberg, Klæmint A. Olsen.
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen
Dysturin í tølum:
Lettland – Føroyar
Mál: 0 – 2
Skot: 12 – 9
Skot á mál:3 – 5
Bóltfordeiling: 54% - 46%
Avleveringar: 399 – 359
Rættar avleveringar: 339 – 311
Horna: 5 – 6
Rangstøður: 1 – 1
Gjørd fríspørk: 4 – 16
Gul kort: 2 – 1
Reyð kort: 0 – 0