Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Føroyska liðið hevði ikki beinleiðis lætt spæla í Lettlandi, men tað var ein uppiborin sigur. Hetta er fyrstu ferð síðani 2001, at vit vinna ein HM undankappingardyst á útivølli – og fyrstu ferð nakrantíð, at vit hava hildið nullið í 180 minuttir Tróndur Arge Tíðin lekjur øll sár, sigur orða­takið. Líka síðani 2-0 ósigur­in fyri Kýpros á Svanga­skarði í 1992, hevur føroyskur landsliðsfótbóltur við jøvnum millum­bilum fingið eina ávaring um, at tað er ikki so smart kanna sær nakran bita í altjóða fótbólti. Við sigrinum í Riga røkist tó fyri, at føroyska landsliðið er sloppið sær av við barna­ sjúkuna, sum kostar, tá vit mest vænta okkum stig. Frammanfyri áleið hundrað føroysk­um áskoð­ ar­um á Skonto leik­vøll­in­um vunnu Føroyar 2-0 á Lett­ landi. Einki órógvaði okkara Tað var nógv at tosa um undan lands­dystinum móti Lett­landi. Evropa­meist­ar­ ar­nir við Cristiano Ronlado á odda bíðaðu bara tríggjar dagar seinni, meðan vónirnar um stig og møguliga sigur, eisini fyltu nógv. Landsliðið fór úr Føroyum longu mána­morg­un­in, so spæl­ar­ar­nir høvdu góða tíð at venja við um­støður­nar í Riga. Fyrstu dag­ar­nar bleiv vant á heldur iva­sam­um vølli, ið lá nakað uttan­fyri mið­býin. At talan var um øðr­vísi um­hvørvi lýsti ketan, ið tryggjaði at ongin sskuldi stjala mál­ini, væl. Afturgangandi fyri før­ oysku spælararnar og venj­ arin er, at tað bleiv einki tosað um Portugal. Spæl­arar­ nir vóru varnir við at leggja trýst á liðið, men tá Lars Olsen á tíðindafundinum legði hart út við at trúgva upp á seks stig móti Lettlandi, so var bara eftir at fara í arbeiðshandskarnar. Fótbóltur í triðju rekkju Fótbólturin í Lettlandi livir væl og virðiliga í skugg­ an­um av ís­hokki, sum er best um­tókta ítróttar­grein­ in í Lettlandi. Fót­bólt­ur­in stendur eisini í skuggan­um av kurva­bólti, sum er næst­ best um­tókta ítróttar­grein­in í Lettlandi. Í tí fyrru fullveldistíðini hjá Lettlandi millum 1918 og 1940, áðrenn Sovjet­samveldið inn­limaði Lettland í sítt ríkið var fót­bólt­ur best um­ tókta ítróttar­grein­in í Lett­ landi, men hetta broyttist tá Lettland var partur av Sovjet­sam­veld­in­um og nógvir etniskir russarar vóru fluttir til Lett­lands at búgva. Íshokki og kurva­ bóltur vunnu nógv fram, og fót­bólt­urin í Lettlandi hevur ikki megnað at vunnið sær somu støðu, sum hann hevði áðrenn 1940. Hesar oktoberdagarnar før­oy­ing­ar­nir vóru í Riga søgdu tey flestu við ein munn, at tey høvdu ongum møtt, ið hevur serliga stóran áhuga fyri fótbólti. Einki aftur í móti Tórsvølli Mangan er fót­bólts­sam­ bandið komið í trupul­leikar av FIFA og UEFA, sum seta hørð krøv til um­støður­nar á Tórs­vølli og Svanga­skarði. Skonto leikvøllurin er enn dømi um ein leikvøll, sum als ikki livir upp til hørðu krøvini, ið verða sett okkara leikvøllum. Umstøðurnar vóru langt frá glasiligar, men tað var spæl­andi á leik­vøll­in­um, sum stendur til at taka 9.500 áskoð­ar­ar. Leik­vøll­ur­in tekur seg tó ikki eins væl út, sum tær báðar um­bygdu síður­nar á Tórs­vølli. Fyrsti útisigurin síðani 2001 Føroyar hava ikki vunnið ein HM undan­kappingar­dyst á útivølli síðani 2001, tá Føroyar vunnu 2-0 á Luksem­burg. Tað var dagurin, tá Todi Jónsson enn eina ferð bleiv skaddur á lands­liðnum, og fyribils takkaði fyri seg. Christian Høgni Jacobsen kom inn fyri hann og skoraði annað málið. Síðani hevur tað ikki eydnast at vunnið ein HM dyst á útivølli. Fegnir og róligir Tað tykist eitt sindur løgið, at okkara ikki vóru fegnari um ein so søguligan sigur. Tí allir spælararnir tóktust avslappaðir og róligir bara fáar minuttir eftir sigurin. Allir sum ein hugsaði teir um at hvíla og koma fyri seg til komandi dystin. ROKKAÐ