Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Vøllurin á Skonto leik­ vøllinum varð nakað tungur at renna á, men tað bilar ikki, siga fleiri av spælarunum. Formansfundur í Riga Eina ferð um árið verða leiðslur­nar í feløgunum bodnar við á eina lands­liðs­ ferð. Í ár fall valið á túrin í Riga. Tað setti sín dám á túrin, tí nógv bleiv prátað um fót­bólt. Skipað bleiv fyri døgurða og formansfundi, har avbjóðingar og framtíðin í føroyskum fótbólti var uppi at venda. Eitt nú bleiv tosað um hvussu stroyming í fram­ tíðini skal skipast. Umframt tað, so bleiv eisini tosað um for­deiling av pengum og arbeiðs­byrðu millum feløgini og fót­bólts­sam­bandið. Minniligur túrur og sigur Samanlagt er talan um ein av góðu landsliðstúrunum. Ferðin var væl skipað fyri bæði landsliðið og tey ferðandi. Vøllurin til tær fyrstu venjingarnar var ein av vansunum við túrinum, men annað enn tað, so ber illa til at seta ein fingur á ferðina og avrikið. Føroyar hava víst greið tekin um, at barnasjúkur er ein farin tíð hjá føroyska lands­lið­num. trondur@sosialurin.fo Lars Olsen: – Ein fult uppi­ borin sigur Tað var sum vera man ein væl nøgdur landsliðsvenjari, sum Rás2 fekk orðið á eftir frálíka 2-0-sigurin ímóti Lettlandi í kvøld. – Vit eru ósigraðir. Tað er tað, sum er mest umráðandi. Nú fingu vit ein sigur í dag, og eg haldi, at tað var fult uppiborið. Serliga í fyrra hávleiki spæla vit væl. Tað frøðir meg almikið, at tað serliga í fyrra hálvleiki og í endanum av seinna er álopsfótbólturin, ið er okkara besta vápn og at vit halda so væl upp á bóltin, segði Lars Olsen og helt fram: – Tað er ein løta, har vit ikki fáa hildið fast, men hetta var eitt fantastiskt avrik, og leikararnir gjørdu tað gott. Tá ið vit fingu fatur á bóltinum, vóru vit førir fyri at spæla okkum til málmøguleikar. Vit kundu skotið eitt ella tvey mál afturat. Vit fingu teir at renna eftir okkum, og tað havi eg ikki sæð fyrr, segði Lars Olsen við Rás2 eftir dystin. Hóast Bárður J. Hansen spældi ein rimmar dyst í javnleikinum ímóti Ungarn, og at hann eisini var við í hópinum hesaferð, so valdi landsliðsvenjarin at hava Jónas Tór Næs á høgra bakki í kvøld. Lars grundgevur soleiðis: – Bárður var klárur at venja, annars hevði hann ikki verið við í hópinum, men hann hevði einans vant tvær ferðir áðrenn samlingina, og undir venjingunum her sá eg, at hann manglaði eitt sindur sálarliga. Jónas hevur spælt sera væl í B36, so eg helt, at hann skuldi fáa møguleikan í kvøld. Tað er eftir hondini blivið soleiðis, at vit hava tveir nærum líka góðar á øllum plássum, segði Lars Olsen. Lars Olsen sigur, at tað møguliga verður framd onkur broyting í byrjunaruppstillingini til dystin ímóti Portugal. Ikki tí at allir ikki gjørdu tað nóg gott, men tí at onkur hevur trongd á hvíld. Tað er eingin ivi um, at vit trúgva upp á at vit kunnu spæla við altjóða. Sjálvsálitið veksur, og hesin sigurin gjørdi tað so ikki verri fram ímóti næsta dysti, segði landsliðsvenjarin. albinus@sosialurin.fo Jóan Símun Edmundsson: – Tað plagar at rigga í FIFA Jóan Símun Edmundsson spældi ein avgerandi leiklut í 2-0-sigrinum ímóti Lettlandi í kvøld. Omaná eitt framúr gott avrik skeyt hann eisini tað seinna føroyska málið. – Hallur ger eitt stórt arbeiði í hasum málinum. Hann tekur alla verjuna við sær og spælir meg púra frían. Tað plagar at rigga í FIFA at chippa bóltin, so hví ikki – tvætl, eg sá at málverjin kom langt út, og so chippaði eg bóltin upp á reint instinkt, sigur Jóan Símun um frálíka 2-0-málið og váttar, at tað var ein fantastisk kensla. – Sum persónur eri kanska soleiðis, at eg var ónøgdur um at eg ikki skoraði í fyrra hálvleiki, men eftir 2-0-málið klára vit aftur at spæla fótbólt eftir at hava verið undir trýsti við nógvum deyðbóltum ímóti okkum, sigur hann. albinus@sosialurin.fo U RIGA Myndir: Fótbóltssamband Føroya