Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Jákup. Tú tóktist at vera snýttur fyri brotsspark móti endanum av dystinum móti Eysturríki. Hvussu upplivdi tú støðuna? Ja, eg siggi bóltin koma inn í 16-meturin og føli eg havi góðan kjans fyri at vinna hann. So minnist eg bara at eg verið raktur í høvdið av onkrum. Eg føldi meg heilt sikkurt snýttan av dómaranum, og eg havi ikki nógv góð orð til dómaran fyri hansara avrik gjøgnum allan dystin. Hvussu ert tú annars nøgdur við dystin móti Eysturríki? Eg eri heilt væl nøgdur vid avrikið hjá okkum. Man kann aldrin vera nøgdur við at tapa, men vit góvu alt og eitt sindur afturat. Einasta vit manglaðu handan dagin var hepni fyri at farið avstað vid stigi. Undankappingin er eisini júst liðug. Samanumtikið, hvussu ert tú so nøgdur við undankappingina? Hetta hevur als ikki verið nøktandi. Vit hava bert fingið 1 stig og eg haldi tað er eitt tad vánaligasta landsliðið sum hevur verið. Tá tað er sagt, so hevur hetta verið eitt øgiliga ungt lið. 5 av teimum fremstu 6 hava enn aldur til næsta ár og eg trúgvi uppá, at tað verður eitt øgi­liga gott ár. Tú hevur aldur til U-21 landsliðið aftur í komandi undankapping. Hvussu sært tú uppá tað? Sum sagt, so vænti eg at vit fara at fáa nøkur av teimum bestu urslitinum sum eitt føroyskt U-21 lið hevur fingið. Longu nú, so er Bjartalíð profilur hjá KÍ, Teit Jacobsen hjá HB og vit hava nógvar adrar sum eg vænti eru profilar í næsta ár i Effo- deildini + vit hava nakrar afturat í Danmark. Hvørjir eru tínir málsetningar innan fótbóltin? Málsetningurin hevur altíð verið, at koma so langt sum møguligt. Men tað er øgiliga umráðandi hja mær at blíva yrkisleikari. Men størsti málsetningur er og hevur altíð verið at koma á a-landsliðið Vikan ið fór Føroyska fótbóltslandsliðið vinnur fyri fyrstu ferð síðani 2001, ein útidyst í HM samanhangi. Føroyar vinna 2-0 á Lettlandi. Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson skora málini U21 landsliðið tapur 1-0 móti Eysturríki á Svangaskarði. Hóast gott føroyskt spæl, so endaði hendan undankappingini við einum tapi, og bara einum stigi samanlagt Bill M. Jacobsen gevst sum venjari hjá U21 landsliðnum eftir tíggju ár. Hann hevur verið venjari hjá U21 landsliðnum síðani tað sá dagsins ljós Cristiano Ronaldo er á fyrsta sinni í Føroyar, tá portugisiska landsliðið kemur til landið leygarkvøldið. Stórur áhugi er fyri heimsstjørnuni KÍ kvinnurnar vinna 17. meistaraheiti upp í slag. Tað er ein betring av heimsmetinum, sum tær longu hava frammanundan KÍ og Mikkjal Thomassen skriva undir nýggjan sáttmála. Talan er um trý ára sáttmála, sum er galdandi fram til 31. desembur 2019. Báðir partar fegnast um longda samstarvi ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR »Nú er skermurin hjá mær svartur« sigur frásøgumaðurin, tá dysturin er nakrar fáar minuttir gamal. Kringvarpið fylgir ikki longur lands­liðnum á úti­vølli, men roynir so lappaloysnir úr egnum studio. Hesa ferð var talan um eitt studio við einum verti og tveimum við­merkjar­um, og so einum frá­søgu­manni við viðmerkjara til dystin. »Vit hava einki clean sound.« Tað er boðini longu tá dysturin byrjar. Ljóðið av Skonto leik­vøllinum er ikki komið vegin fram, so tað ljóðar sum at frá­søgu­maðurin og viðmerkjarin sita í eini stovu og tosa um fótbólt. Men tað blívur ser­stakliga tor­ført, tá einki ljóð og ongar myndir koma vegin fram. »Eg havi hoyrt at« Viðmerkjarnir í studio royna sum best at koma við informatión, sum skal gera hyggjar­ an klókari. Tað gera teir við millum annað at endurgeva okkurt sum teir hava »hoyrt«. Helst er tað okkurt teir hava hoyrt á Rás2, sum var á staðnum. »Eg havi lisið at.« Tað blívur bara verri, tá við­merkjararnir upp til fleiri ferðir endurg­eva informatiónir, sum teir hava »lisið«. Miðlahúsið hevði tvey fólk á staðnum og løgið nokk, so er samanrenning millum tað viðmerkjararnir hava lisið, og tað sum In.fo og Sosialurin hava skrivað. »Eg haldi tað er fríspark«. Fram­ leiðslan av dystinum er ikki góð – tað hevur einki við Kringvarpið at gera – men tað ávirkar frásøgnina, tí frásøgmaðurin sær bara tað, sum myndirnar í sjónvarpinum vísa. Kringvarpið hevur nógv dugna­ lig fólk, sum koma væl frá upp­ gávun­um, tá tey fáa møguleikan. Fram­leiðslan av steypa­finlauni var millum annað framúr. Tá talan er um okkara lands­lið á útivølli, sum helst ikki hevur verið betri enn tað sama, so er kring­varpið óvanliga vána­ligt fyri tíðina. Tað er at seigpína starv­fólkini í kring­varp­inum, at sita heima í sortu­díki og skula gera nakað dygdargott, meðan landsliðið spælir í eitt nú Grikka­landi ella Lettlandi. Passandi, so endar sendingina við, at annar av við­merkjarun­um í studio má lena seg til høgru og vinstru, fyri at síggja skermin, har sjón­banda­brotini eru á, tí verturin stendur í vegin. HYGG UM: Tú elskar føroyska lands­liðið og ikki hevur nakran annan møguleika. IKKI HYGGJA UM: Tú væntar eina stemningsraport og nýggja vitan innan úr hópinum HVUSSU VAR AT HYGGJA: Tað ringasta er at vita, at sjónvarpið kann so nógv meir. Ikki gott HVAT SIGUR TÚ: Kvf má aftur til gamlan leist, har fólk eru við til útidystirnar hjá landsliðnum trondur@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ INFO: Kringvarpið hevur seinnu árini frávalt at fara við til útidystirnar hjá landsliðnum Jóan Símun Edmundsson um løtuna, tá hann lyfti bóltin upp um málverjan og í mál Fernando Santos, venjari hjá Portugal, letur væl at framgongdini hjá okkara monnum, men vit fáa einki stig sigur hann – Tað plagar at rigga í FIFA, so eg royndi tað – Tit fáa einki stig móti okkum Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jákup Thomsen Aldur: 18 Starv: Fótbóltsleikari (FC Midtjylland) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu gamal er Cristiano Ronaldo? 2 Havt er fulla navnið hjá Cristiano Ronaldo? 3 Hvørjari oyggj er Cristiano Ronaldo føddur? 4 Hvørjum keypti Manchester United Cristiano Ronaldo frá? 5 Hvussu eitur kendi superagenturin hjá Cristiano Ronaldo? 6 Hvussu eitur sonurin hjá Cristiano Ronaldo? 7 Hvussu nógvar landsdystir hevur Cristiano Ronaldo spælt fyri Portugal? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 31 ár 2: Cristiano Ronaldo dos Santos Aveiro 3: Madeira 4: Sporting Lisbon 5: Jorge Mendes 6: Cristiano 7: 134 8: Jóan Símun Edmundsson ÍTRÓTTAR UMMÆLI KVF: Føroyar – Lettland