mánadagur 10. oktober 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. oktober 2016 · Nr. 116
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Síðani vit í 1992 fóru at
spæla okkara heimadystir
í Føroyum, so hava nógvar
fótbóltsstjørnur verið her.
So seint sum í 2012 var Zlatan
Ibrahimovic
á
Tórsvølli,
men tað er ongin ivi um, at
Cristiano Ronaldo er tann
størsti av teimum øllum.
Hann er tríggjar feðrir
valdur til heimsins besta
spælara,
hevur
verið
heimsins dýrasti fótbólts
spælari og hevur størsta
brandið av øllum fótbólts
spælarunum í heiminum.
Giggs, Hagi og
Litmanen
Tað kunnu nevnast nógvir
spælarar, sum hava verið
kendir, tá teir hava spælt
í Føroyum. Longu í fyrstu
HM undankappingini vóru
fleiri stór nøvn at síggja
á
Svangaskarði.
Føroyar
komu í bólk við eitt nú Wales,
Rumenia og Belgina.
Hjá Wales var talan um
spælarar sum Ryan Giggs
og Ian Rush við. Ryan Giggs
var tá komandi stjørnan hjá
Manchester United, meðan
toppskjúttin hjá Liverpool,
Ian
Rush,
skoraði
síni
seinastu mál hesi árini.
Við
rumenska
lands
liðnum kom ongin minni
enn Gheorghe Hagi, sum í
endaspælinum í 1994 vísti
stórspæl. Eina annar spæl
arin, sum var stórur tá, var
belgiski miðvallarin Enzo
Scifo.
Í EM 1996 undanspælinum
kom Finnland hendan vegin.
Við í flogfarinum var Jari
Litmanen, sum tá var ein av
stjørnunum hjá Ajax ið vann
Champions League í 1995.
Barcelona venjararnir
Í HM 1998 undankappingini
komu vit í bólk við Spania,
sum
hevði
fleiri
stórar
stjørnur á liðnum. Millum
annað vandu teir á niðara
vølli, og tað var frítt hjá
almenninginum at hyggja.
Vit á tí liðnum vóru millm
annað Josep Guardiola og
Luis Enrique, ið báðir hava
roynt leiklutin sum venjari
hjá Barcelona.
Vieira útvístur
Í 2004 kom franska lands
liðið hendan vegin. Tá vóru
spælarar sum Patrick Vieira
og Thierry Henry í hæddini.
Merkisvert
tó,
so
bleiv
Patrick Vieira útvístur í 2-0
sigrinum á Tórsvølli.
Undankappingina
eftir
komu vit í bólk við Italia, ið
kom hendan vegin sum HM
vinnarar. Har vóru spælar
ar sum Fabio Cannavaro,
Alessandro Del Piero, Andrea
Pirlo og Gianluigi Buffon.
Týskland og Zlatan
Seinnu árini hava spælarar
sum Mesut Ozil, Thomas
Muller og Zlatan Ibrahimovic
verið á Tórsvølli. Her mundi
Zlatan
Ibrahimovic
vera
tann størsti av teimum. Tá
vóru eisini fólk at síggja
kring Hotel Føroyar, og fólk
royndi sítt fyri at fáa eyga á
hann.
Ronaldo tann
størsti nakrantíð
Hóast talan er um nógvar
stórar spælarar, so er ongin
ivi um, at Cristiano Ronaldo
tann
størsti
av
teimum
øllum. Tað sæst á miðla
dekninginum, fjepparunum
og rokinum rundan um
heimsstjørnuna. Nú fáa vit
so at síggja, um vit klára at
knúgva evropameistaranum.
trondur@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at hesir síðstu dagarnir hava
verið heilt serligir í føroyskum fótbóltshøpi.
Fyri at byrja við fríggjakvøldinum, so var tað
ein uppliving at síggja eitt føroyskt landslið,
ið boblaði av stórum sjálvsáliti og hvíldi í sær
sjálvum. Eitt er, at Føroyar megnaðu at vinna 2-0
á útivølli, sum í sjálvum sær er stórt, men ikki
minni merkisvert var at síggja ímóti endanum
á dystinum, hvussu føroyska liðið flutti bóltin
skjótt millum spælararnar, so lettarnir sóu út
sum keylir í eini kaldari mánakvøldsvenjing.
Ikki bara hava vit eitt lið, ið dugir at skapa nøkur
úrslit, ið vekja ans, men tað verður altso eisini
gjørt við stíli!
Síðani hava miðlarnir verið sera nógv upptiknir
av, at portugisiska fótbóltslandsliðið er komið
á vitjan, tí alt hevur verið á gosi. Orsøkin er
sjálvandi fremst av øllum Cristiano Ronaldo,
sum uttan síðustykki er størsta einstaka
fótbóltsstjørnan, ið nakrantíð hevur vitjað á
klettunum. Vit skilja væl, at børnini vilja tryggja
sær ein autograf ella eina sjálvsmynd saman við
»giraffinum«, men eitt sindur stuttligari verður
tað altso, tá bæði mammur og pápar leggja nógv
fyri, so tey eisini sleppa upp í part. Neyðars
Ronaldo, ið bæði skal smílast og skriva autografar
alla somlu tíðina, sjálvt um hann og hinir
europameistararnir í veruleikanum er komnir til
Føroya eitt sindur kroystir, tí Portugal í hesi HM-
undankappingini upp á ein máta hevur fingið
skeiva beinið upp úr songini.
Sjálvandi eiga vit at sýna Ronaldo og hinum
portugisisku stjørnunum gestablídni, men tað
skal nú valdast! At trygdartiltøk skulu forða
fyri, at óviðkomandi sleppa at renna bæði inni
í og oman á hotellinum, meðan gestirnir eru
her, er einki at siga til. Men at mannagongdir
innanveggja verða broyttar, so gestirnir verða
sum minst órógvaðir, er altso at toyggja tað
í meira lagi. Og serliga, tá tað – sum líkt er
til – noyðir okkara egnu landsliðsspælarar, ið
eisini búgva har, at broyta sínar mannagongdir
og rutinur, so líkist tað altso mest av øllum
misskiltum gestablídni. Tí er bara at vóna, at
júst tað kann vera við til at tendra okkara góðu
landsliðsmanning eyka nógv, tá gestablídnið av
álvara stendur sína roynd á Tórsvølli!
HILMARJAN@SOSIALURIN.FO
Misskilt
gestablídni
RONALDO ER TANN
STØRSTI NAKRANTIÐ
Vit hava spælt móti nógvum stórum fótbóltsstjørnum í Føroyum,
men Cristiano Ronaldo er tann størsti av teimum øllum