Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ T ýskvøldið 18. oktober klokkan 19 verður eitt forvitnisligt tiltak í Læraraskúlahøllini í Tórshavn, tá bjóðað verður til eitt kvøld har lívsstílur og fitness eru í fokus. Hetta kvøldið verður nevniliga ikki færri enn tríggir fyrilestrar á skránni um fólk, ið hava tikið stýr á sínum egna lívi og framt jaligar broytingar. – Tiltakið er serliga ætlað teimum, ið ynskja íblástur til at venja, tapa seg, koma í betri venjing ella leggja lívið um. Hetta er eitt lívsstílskvøld, sigur Kitty May Ellefsen, ið hevur tikið stig til kvøldið. – Tosað verður um hvussu man kann venda eina keðiliga gongd til eina góða gongd, og hvat skal til fyri at halda tað við líka. Eitt er at broyta nakað her og nú, men kanningar vísa, at aftaná trý ár hava 93 prosent tikið hvørt gramm á aftur, ið tey taptu, greiðir Kitty May Ellefsen frá. Frá Reyðvín til Marathon Fyrst á skránni á kvøldinum verður Kitty May Ellefsen, ið fer at leggja fram sína nýggju bók við heitinum Frá Reyðvín til Marathon. Talan er um eina lívsstílsbók, har Kitty May Ellefsen sjálv greiðir frá sínum royndum hvussu hon tapti 25 kilo. Á kvøldinum fer hon at greiða frá, hvussu hon byrjaði á berum botni, men kortini megnaði at fullføra eitt marathon. Danska fitness- drotningin á vitjan Høvuðsnavnið hetta kvøldið er uttan iva 54 ára gamla Charlotte Bircow, ið vanliga verður nevnd fyri tann danska fitnessdrotningin. Í Danmark er Charlotte Bircow kend sum ein av undangongumonnunum innan fitness, og hevur hon selt yvir 1,5 milliónir fitnessvideo og skrivað sjey bøkur um heilsu, umframt at hon er ein av mest umbidnu fyri­lestrar­ haldarum í danska ríkinum. Men hóast Charlotte Bircow hevur verið ímyndin av heilsu og vælveru, so varð hennara tilvera skakað í 2011, tá læknarnir góvu henni boðini um, at hon hevði bróstkrabba. Men eftir seks umfør við kemoviðgerð og 36 stráluviðgerðir vann hon á krabba­ meininum, og er í dag heilt frísk aftur. Í 2012 gav hon eina bók út við heitinum Kræft æde mig nej, um sína sjúkralegu, og er hon í dag ambassadør hjá danska Krabbameinsfelagnum og Hjartfelagnum. Á fyrilestrinum fer hon at greiða áhoyrarunum um hennara lív, hvussu hon vann á krabbamein og gjøg­num- førdi m.a. ein av heimsins harðastu kapp­ingum, tá hon fullførdi eitt iron­ man. Ein kvinna, ið ikki hevur latið sjúku og mótstøðu steðga sær, men hevur sett sær høg mál og gjøg­num­ført tey. Sólskinssøgur frá Burn Tað munnu vera fáir føroyingar, ið ikki kennast við navnið Burn ella hevur sæð ein av teirra lýsingum á Face­ book. Talan er um venjingarskeið, har føroyingar fáa lagt lag á frá fleiri av fremstu íðkarunum innan fitness og styrki í Føroyum. Skeiðini hava fingið serstakliga góða undirtøku, og á Facebook hevur verið møguligt at lisið fleiri søgur frá fólkum, ið eftir at hava luttikið á Burn, kunna vísa á munagóð úrslit. Á odda fyri fyritøkuni er havnar­ maðurin Jákup Suni Berg, ið vann heitið Føroya sterkasti maður í 2011 og 2012. 18. oktober luttekur Jákup Suni Berg á tiltakinum í Læraraskúlahøllini, har hann fer at greiða frá nøkrum av sólskinssøgunum frá Burn. Danska fitness-drotningin vitjar Føroyar Charlotte Bircow, Kitty May Ellefsen og Jákup Suni Berg fara at veita íblástur til sunnar lívsstílsbroytingar Charlotte Bircow Jákup Suni Berg