Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiði Vilmund Jacobsen N ú hetta kommunuskeiðið nærk­ ast endanum, fegnast Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, um, at fíggjarliga gongdin hevur verið so góð, at kommunan hev­ ur fingið eina rúgvu av skafti, borg­ arunum at frama. – Vit hava fingið fótbóltsvøll, ment­anarhøll, nýggj høli til tónleika­ venjing, og nú fáa vit eisini eitt stási­ ligt ítróttar-og bygdahús í Hólmanum. Hetta eru góðar íløgur í fólkið og framtíðina, og nógv er fingið fyri peng­arnar. Borgarstjórin heldur, at fólk eru ógvuliga glað fyri fótbóltsvøllin, og í mentanarhøllini hava longu verið fleiri tiltøk, fyrilestrar, framførslur og annað. – Eftir mínum tykki riggar ment­ anar­høllin heilt fantastiska væl, sigur hann. Nýggjur tilbygningur Jógvan í Skorini vísir á, at eitt, sum kommunan ætlar at gera aftrat í sam­ band við mentanarhøllina, er ein til­ bygningur – eitt glaspartí – soleiðis at tú ikki kemur beint inn í høllina. – Hetta verður líka sum eitt komu­ rúm, sum tú kemur inn í, og ætlanin er at seta pengar av til hetta arbeiði á fíggjarætlanini fyri 2017. Hann sigur, at í mentanarhøllini eru 106 sitipláss á sessarókunum, sum verða drignar út frá vegginum. Haraftrat er møguleiki at seta stólar framman fyri, soleiðis at tilsamans 140 fólk kunnu sita í høllini. – Í samband við Heystfagnaðin, sum nú á triðja sinni verður á Eiði, verður mentanarhøllin komandi hós­ kvøld karmur um fyrilestrar, og síðan verður pallborðsfundur fríggjakvøldið. Í ár verður evnið ferðafólk og náttúra, og her verður eisini røtt um gongurætt í bø og haga, ið er eitt evnið, sum er uppi í løtuni. Bygdasligt tiltak Nú vit eru við Heystfagnaðin, sum neyvari verður umrøddur í øðrum greinum í Vikublaðnum í dag, sigur Jógvan í Skorini, at hetta er eitt tiltak, sum hevur eydnast serstakliga væl. – Umframt fyrilestrar og pall­ borðs­fund, verður mangt á skránni leygar­dagin. Her verður seyðasýning, fletti­kapping, kúgv verður flett, og her verða konsertir við kendum nøvnum, føroyskur dansur og um náttina verð­ ur góður enskur dansur - fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni. Hann vísir á, at Heystfagnaðurin er eitt so bygdasligt tiltak, sum yvir­ høvur ber til, har høvi eisini er hjá almenninginum at royna tøving, liting av tøvdum og gera myndir og ymiskt annað burtur úr hesum. Eisini verður høvi at gera smúkkur eftir egnum ynski til sín sjálvs burtur úr horni, og bæði við tøving og horni verða fólk til hjálpar. – Her er eingin fótbóltur á skrá, og her eru eingir klovnar, sum hann tekur til. Í staðin sleppa børnini at hoyra søgur og sagnir, og kanska verð­ur onkur frásøgn um, hvussu tað var í gomlum døgum. Her verður eisini ein villingarrætt - ella labyrint - til børn­ ini við ymiskum spennandi og for­ vitnisligum inni í. Vælkomin til Eiðis Jógvan í Skorini sigur, at tey, sum fyri­ reika og samskipa Heystfagnaðin, gera alt ókeypis, eins og familjutiltøkini, sum eru í skránni, eisini eru ókeypis. Goldið verður fyri tað, tú keypir av etandi og drekkandi. – Eiðis kommuna stuðlar Heyst­ fagnaðinum við 100.000 krónum um árið, og hetta fer til útreiðslur av ymiskum slag. Borgarstjórin sigur, at tað í fyrsta lagi eru tey gomlu neystini og húsini og bryggjan sjálv, sum eru karmur um flestu tiltøk, framsýningar og kon­ sertir. – Í fjør eydnaðist leygardagurin so avbera væl. Hetta gjørdist ein av bestu døgum á árinum, og her var smekkfult av fólki. Sum borgarstjóri vil eg bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til bygdar, nú vit aftur fara at skipa fyri Heystfagnaði á Eiði, sigur Jógvan í Skorini. Vetrarfriðing nærkast Hetta verður seinasti vetur, at seyður sleppur á bøin á Eiði. Vetrarfriðingin er komin undir land við sáttmálum og øðrum, og komið er umleið í helvt við hegningini. Borgarstjórin sigur, at tá liðugt er á Eiði, verður farið í holt við hinar báðar bygdirnar í kommununi, Ljósá og Svínáir, og hann væntar, at flestu hagapartar eru samdir um, at seyðurin eigur at haldast uttanfyri. – Tað hevur kostað kommununi stív­liga 1,1 miljón krónur at gjalda fyri mist vetrarbit hjá hagapørtunum, og haraftrat kemur hegn, hegning og tvey rulluportur sum skulu gerast. Jógvan í Skorini vísir á, at roynt hevur verið at taka so lítið av vetrarbiti frá bøndrunum sum gjørligt. – Tí gongur hegnið so tætt bygdini sum gjørligt. Skulu vit byggja út og hava brúk fyri meira plássi í bygdini, hava vit eina leypandi avtalu um, at kommunan kann keypa. Borgarstjórin væntar, at øll Eiðis kommuna kann vetrarfriðast næsta ár, um arbeitt verður miðvíst við hes­um. Útstykkja á Múlakletti Eftir at Eiðis kommuna hevur lækkað kommunuskattin við heili tveimum prosentum í einum - niður í 18,75 pro­sent - og barnafrádrátturin á 7.500 krónur er millum hægstu í Før­ oyum, er áhugin veksandi at seta búgv í kommununi. Aftrat hesum koma teir framúr fasilitetir, sum skaptir eru og verða við nýggjum fótbóltsvølli, mentanarhøll og nú nýggjum ítróttar-og bygdahúsi. – Jú, vit hava merkt ein veksandi eftirspurning eftir grundstykkjum, sig­ur borgarstjórin, men í løtuni hevur kommunan at kalla einki byggilendi. Tí verður nú farið í holt við útstykking á Múlakletti, har útsýni oman á Møl, suður gjøgnum Sundalagið og oman á Hólman er stórbært. Jógvan í Skorini sigur, at øll loyvi eru komin upp á pláss við eitt nú Jarðfeingi og friðingarmyndugleikarnar, og ein endalig semja við hagan er nær. – Múlaklettur hevur ísskøvir, og er eitt áhugavert granskingarøki, tá ræður um ístíð. Men, vit hava hildið okkum longur uppi á klettinum og koma tískil ikki at nerta við tað, sum sæst frá hesi tíðini. Fólkatalið veksur Borgarstjórin sigur, at á Múlakletti verða eisini 20-25 grundstykki. Enn er projektið ikki liðugt, men hann heldur, at gongst sum ætlað, verður klárt at fara undir útstykking antin síðst í hesum árinum ella tíðliga næsta ár. – Seinastu 3-4 árini er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið við 40 fólkum, og í dag eru vit stívliga 700 fólk í kommununi. Fólk flyta eisini higar, sum einki hava við bygdina at gera, og soleiðis fluttu tvær familjur higar í síðsta mánaði, sigur Jógvan í Skorini, sum væntar, at stórur áhugi verður fyri at byggja á Múlakletti. Umframt útstykkingina á Múla­ kletti, verða eisini trý nýggj grund­ stykki gjørd við Ljósá. Eiði bjóðar til heystfagnað – Í fjør eydnaðist leygardagurin á Heystfagnaðinum so avbera væl. Hetta gjørdist ein av bestu døgum á árinum, og her var smekkfult av fólki. Sum borgarstjóri vil eg bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til bygdar, nú vit aftur fara at skipa fyri Heystfagnaði, sigur Jógvan í Skorini Jógvan í Skorini væntar, at stórur áhugi verður fyri grundstykkjunum á Múlakletti Mynd: Vilmund Jacobsen Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen