mánadagur 10. oktober 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015
15
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eiði
– Vit hava keypt
ein nýggjan Volvo
til koyring við
laksaslógvi, og í
februar kemur ein
nýggjur kranabilur,
sum sleppur
serliga langt út við
grabbanum, sigur
Trygvi K. Joensen
hjá Hans Egil
Joensen & Synum
Nýggir bilar til Hans Egil
Joensen & Synir á Eiði
Vilmund Jacobsen
F
yritøkan, Hans Egil Joensen &
Synir á Eiði, sum hevur røtur heilt
aftur til 1959, er ein flutnings
fyritøka, sum ikki stendur í stað, men
sum mennist alla tíðina.
Hóast fyritøkan í dag hevur umleið
10 størri og smærri krana- og flutn
ingsbilar undir sínum hatti, harav Risin
er hin størsti kranabilurin, endur
nýggjar fyritøkan seg leypandi.
Trygvi K. Joensen sigur, at allir krana
bilarnir hava nóg mikið at takast við í
løtuni, og eisini Risin hevur úr at gera.
– Í okkara fyritøku hava vit eitt
sindur av hvørjum. Vit hava kranabilar,
tangabilar, og vit hava bilar, sum vit
brúka í okkara entreprenørvirksemi,
umframt gravmaskinur.
Tveir nýggir bilar
Trygvi K. Joensen sigur, at fyritøkan nú
um dagarnar fær ein nýggjan Volvo
FH13 á 540 HK, sum skal brúkast til
flutning av laksaslógvi fyri føroyskar
alifyritøkur.
– Bilurin er komin til landið. Hann
hevur reyða litin hjá okkara bilum, og
nú verður hann dekoreraður, áðrenn
hann verður tikin í brúk. Bilurin hevur
eina vanliga skipan við skiftilast.
Spælið, sum dregur tangarnar upp á
skiftilastina, dregur 32 tons. Alt er
nýtt á hesum bilinum.
Hans Egil Joensen & Synir hava at
kalla hvønn dag flutning við laksa
slógvi fyri alifyritøkur, og hesin flutn-
ingur er kring um alt landið og endar
á virkinum – Salmon Proteins – á Eiði,
sum tekur ímóti øllum laksaslógvi.
– Ein bilur, sum dagliga koyrir slík
an flutning, skal bara rigga, og koyrt
verður einar 100.000 kilometrar um
árið. Vit hava brúkt Volvo FH16 til
henda flutning, og nú ynsktu vit okk
um ein nýggjan bil. Hóast nýggi bilurin
hevur 100 HK minni motor, trekkir
hann nakað tað sama sum hin gamli,
men nýggi bilurin verður meira øko
nomiskur, tá ræður um oljunýtslu.
Trygvi K. Joensen sigur, at teir
hugsa um at selja Volvo FH16, nú
nýggi bilurin kemur.
Nógvar tænastur
Hans Egil Joensen & Synir hava ein
hóp av tænastum í sínum konsepti.
– Vit taka okkum av kranakoyring,
grótkoyring, sandkoyring, moldkoyr
ing,
bingjukoyring,
fiskaflutningi,
maskinflutningi, betongkoyring, grav
ing av veitum, útgrevstri, salting av
vegum og landingum - fyri at nevna
nakrar av tænastunum og møgu
leikunum, vit hava við okkara bilum.
Trygvi K. Joensen sigur, at í februar
fær fyritøkan enn ein nýggjan bil, og
hesaferð verður tað ein kranabilur.
– Nýggi bilurin hevur ein 65 tm
krana, og hann kemur inn fyri ein við
41 tm krana. Tað, sum verður serstakt
við nýggja bilinum, er, at hann kann
fara langt út at grabba, sigur hann.
Hetta er nýggjasti bilurin hjá Hans Egili Joensen & Synum, ein Volvo FH13 á 540 HK,
sum skal brúkast til flutning av laksaslógvi fyri føroyskar alifyritøkur
Mynd: Birgir W. Høgnesen
– Vit hava ein hóp av
tænastum í okkara konsepti,
sigur Trygvi K. Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen