mánadagur 10. oktober 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015
4
TEMA
Bilar
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Japanskur dreyma
bilur í Klaksvík
Jóhan Thomsen í Klaksvík hevur fingið ein 25 ára gamlan Mitsubishi GTO VR4 úr Japan. Bilurin,
sum er í sera góðum standi, varð keyptur á japanskari uppboðssølu og fluttur til Føroya
B
ert stívliga 4000 bilar vóru
gjørdir av modellinum Mitsubishi
GTO VR4 tíðliga í 1990’unum,
og nú koyrir ein av hesum sjáldsomu
bilum í Klaksvík.
Tað er Jóhan Thomsen, sum hevur
innflutt bilin úr Japan, har hann keypti
hann á uppboðssølu.
– Tá ið eg var ungur drongur, vóru
tveir Mitsubishi Starion í Klaksvík,
og teir gjørdu inntrykk. Teir eru ein
týðandi orsøk til, at eg fekk hug at
finna mær ein Mitsubishi GTO, sum er
avloysarin hjá Starion bilunum, sigur
Jóhan Thomsen.
Saman við japanska bilaútflytar
anum Masahiko leitaði Jóhan í tvey ár
eftir einum Mitsubishi GTO VR4, sum
er luksusútgávan av GTO bilunum.
Jóhan vildi hava ein bil, sum var í
góðum standi, var í upprunaútgávu og
ikki hevði koyrt ov nógvar kilometrar.
Hetta gjørdi tað sera trupult at finna
ein bil, tí teir eru frammanundan
sjáldsamir og ringir at fáa fatur á.
Í Europa var bilurin seldur undir
navninum 3000 GT, men japansku
GTO bilarnir vóru betri útgjørdir og
høvdu størri motor, og tí vildi Jóhan
hava ein av japansku bilunum.
Funnu dreymabilin
Á várið í fjør kom ein bilur undan kavi
í Tokio. Bilurin hevði bert havt ein
eigara, var í sera góðum standi og
hevði bert koyrt 121.000 kilometrar.
Í Japan eru reglarnar tær, at tað
er ikki loyvt at selja bilar privat. Teir
skulu seljast umvegis eina uppboðs
sølu. Eigarin av GTO VR4 bilinum var
sinnaður at selja hann á uppboðssølu,
men Jóhan og japanski hjálparmaðurin
høvdu onga trygd fyri, at teir kundu
vinna uppboðssøluna.
– Í grundini roknaðu vit ikki við, at
vit fóru at fáa bilin, tí hann var í so
góðum standi, og vit roknaðu við, at
eftirspurningurin fór at verða stórur,
og prísurin fór at rúka í topp, greiðir
Jóhan frá.
– Vit bjóðaðu upp á ein annan
GTO bil eisini. Tann bilurin var ikki í
eins góðum standi, og vit hildu, at vit
høvdu størri møguleika at fáa hendur
á honum.
Endin var tó, at Jóhan og Masahiko
vunnu uppboðssøluna av tí betra GTO
bilinum, og fegnir vóru teir.
– Vit vóru ovfarnir av, at vit vunnu
uppboðssøluna, og eg fekk fatur á
bilinum fyri eina stak rímiliga upp
hædd. Onkurvegna vóru vit bara sera
hepnir við hesari uppboðssøluni, sigur
Jóhan.
Í Japan eru bilarnir høgrastýrdir,
men tað hevur Jóhan ongantíð mett
sum nakran trupulleika. Hann vildi
sera fegin hava fatur á einum av
japansku GTO modellunum, og tað
lukkaðist honum.
Bilur sum ítriv
Japanski bilurin hjá Jóhan var fluttur
úr Japan til Bremerhaven í Týsklandi.
Har tók Safari Transport um endan og
flutti bilin til Føroya.
– Tað er fitt av pappírsarbeiði at
innflyta ein bil úr Japan til Føroya,
men tað gekk væl, tí øll skjøl vóru í
lagi. Tað hjálpti væl, at bilurin kom
frá einum góðkendum bilaútflytara í
Japan, sigur Jóhan Thomsen.
Tá ið GTO bilurin kom til Føroya var
hann beint undir 25 ár, sum er markið
fyri at skráseta bilar sum ellisakfar, og
tí bíðaði Jóhan við at skráseta bilin, til
hann var farin um tey 25 árini. Tað
var gjørt fyri nøkrum vikum síðani, og
síðani hevur Jóhan kunna koyrt bilin á
føroyskum vegum.
– Bilurin er at samanlíkna við
eitt ítriv, og eg eri sera fegin um at
hava fingið hann til landið. Bilurin er
í framúr góðum standi bæði innan og
uttan, eingin rustblettur er á bilinum,
og einki veruligt slit er í kabinuni. Eg
ætli mær at ansa væl eftir bilinum, og
hann hevur fingið Suvu rustviðgerð
frá Bilrøkt, so hann eisini kann standa
seg ímóti føroyska veðurlagnum, sigur
Jóhan Thomsen.
– Avbjóðingin við at hava ein sjáld
saman bil, sum er ellisakfar, er viðlíka
haldið, tí tað kann vera torført at fáa
fatur á eykalutum, men eg havi vónir
um, at tað fer at ganga, sigur Jóhan
Thomsen.
Og sambært honum er hetta
neyvan seinasti bilurin, hann innflytur
úr Japan.
Hesin snøggi Mitsubishi GTO VR4 er nú heimahoyrandi í Klaksvík. Japanski
luksusbilurin er keyptur á uppboðssølu í Japan og fluttur til Føroya
Mitsubishi GTO VR4 er óvanliga væl
útgjørdur til at verða gjørdur í 1991
Bilurin er í sera góðum standi bæði innan og uttan
GTO bilurin hevur stóran motor – 3.0 V6 Twin Turbo og 320 hestar
FAKTA
Mitsubishi GTO VR4
Árgang 1991
Koyrt 123.000 km
3,0 V6 Twin Turbo
320 hk
4 hjóls trektur
4 hjóls stýring
Aktivan undirvogn
El-stýrdar stoytdoyvarar
2-trin ljóðdoyving á útstoyti
El setur
El rútar
Cruise Control