Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 14 TEMA Bilar ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Bilnýggjheitir í Paris Kring heimin eru fleiri stórar bilmessur hvørt ár ella annaðhvørt ár. Í Evropa eru tær tríggjar stóru altjóða bilmessurnar Genève, Frankfurt og Paris, har framsýningin er í hesum døgum. Bilverksmiðjurnar sýna fram sínar nýggjheitir á hesum messum, har eru t.d. konseptbilar, sum sýna hvussu bilarnar fara at síggja út í framtíðini, eins og fleiri nýggir bilar hava heimspremieru á hesum framsýningum. Her onkrar av 2017 nýggjheitunum. Fyrsti SUV hjá Seat Seat hava í fleiri ár arbeitt við einum SUV. Á framsýningini í Geneve í fjør var Seat 20V20 sýndur fram sum konseptbilur. Nú er bilurin endaliga liðugur og hevur fingið navnið Ateca. Hann er uppkallaður eftir sponsku bygdini Ateca, sum er í vestara parti av Zaragoza. Ateca er teknaður eftir nýggjasta designstílinum hjá Seat. Bilurin er stórur og rúmligur við góðum plássi til fimm vaksin fólk, og viðførisrúmið er heilar 510 litrar. Ateca fæst bæði við TSI-bensinmotorum og TDI- dieselmotorum, eins og hann verður at fáa sum forhjólsdrivin og sum 4x4. Bilurin er sum standard sera tryggur og tøkniliga væl útgjørdur. Seat Ateca kemur á danska marknaðin í summar. Skoda Kodiaq Kodiaq er ein heilt nýggjur bilur í vøruskránni hjá Skoda. Bilurin hevur nú fingið navnið Skoda Kodiaq. Kodiaq er ein rúmligur SUV við plássi til 6 ferðandi umframt bilføraran. Bilurin er 470 cm langur, 191 cm breiður og hæddin er 168 cm. Talan er um ein rættiliga stóran bil bæði uttan og innan. Designið er rættiliga markant við nýggja designstílinum hjá Skoda, sum vit t.d. síggja á nýggjasta Skoda Superb. Skoda Kodiaq hevur heimspremieru á bilaframsýningini í Paris og kemur á marknaðin í fyrra hálvár í 2017. Mitsubishi GT-PHEV Ein heilt nýggjur Mitsubishi konseptbilur hevur heimspremieru á bilaframsýningini í Paris. Talan er um hybridbilin Mitsubishi GT-PHEV, sum verður drivin av bensin- og elmotori framman og einum elmotori aftan til bakhjólini, tá bilurin skal trekkja við øllum fýra hjólunum. Í vanligari býkoyring koyrir hesin upp til 120 kilometrar við elmegi, áðrenn bilsinmotorurin tekur við. Designið er rættiliga markant og sermerkt. Roknað verður við, at hesin konseptbilurin er eitt boð upp á avloysarin fyri núverandi Mitsubishi Outlander.