Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 18 TEMA Bilar ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Luksus SUV til 7 persónar SsangYong Rexton er ein stórur og sera væl útgjørdur luksus SUV við 7 sitiplássum og koyrieginleikum sum ein persónbilur. Bilførarin situr høgt, út­sýnið er gott, og bilurin kennist lætt­ur at koyra. Standardútgerð er t.d. automatiskt klimaanlegg, hita í setrunum framm­ an og aftan, leðurratt, radio við Blue­ tooth, USB og 6 hátalarar, ferðpilot, alu­felgur, ESP, dekktrýst kontroll (TPMS) og LED koyriljós. Bilurin er uppbygdur soleiðis, at hann klárar seg sera væl uttan fyri van­liga koyrivegin. Hann er gjørdur til at kunna koyra á ósløttum og bratt­ um undirlendi og hevur t.d. HDC (Hill Descent Control). Ein skipan sum syrgir fyri, at bilurin koyrir stabilt í brattari undanbrekku. Rexton hevur sjey sitipláss, hann er liðiliga innrættaður, og nógvir møgu­leikar eru við setrunum, sum t.d. at rygglenið á baksetrinum kann stillast. Eisini kunnu baksetrini leggj­ ast saman í eini handavend til eitt stórt vørurúm. Við baksetrunum løgd niður er vørurúmið 2.488 litrar. Við nýggjum 2.2 litra dieselmotori við 178 hk koyrir Rexton upp til 14,7 km/l við blandaðari koyring. Snúnings­momentið er 400Nm við 2.800 snún./min, og bilurin kann draga ein viðfestisvogn (við bremsu) upp á 2.600 kg. Hann er væl egnaður til at draga kampingvogn ella hesta­ trailara. Rexton fæst við 6-trins gear­kassa ella 7-trins automatskum gearkassa frá Mercedes-Benz. Bilurin sum vit royndarkoyrdu er ein sera væl útgjørdur Rexton E-Xdi við t.d. leðurkabinu, el-førarsetri við memory stilling, parkeringssensorum, 18" alufelgum og gáttpanelum undir hurðunum á síðuni. Bilurin kann síggj­ ast og roynast á Bilverkstaðnum v/ Hans J. Kollsker á Hjalla. Birnir Hauksson, stjóri: Bil skal fylgja við tíðini E ndamálið hjá Bil Mini Taxi hev­ ur altíð verið at veita okk­ara viðskiftafólkum eina trygga, skjóta og góða tænastu. Tað hava vit altíð gjørt og tað fara vit framhaldandi at gera. Men við nýggju appini til far­ telefonina uppstiga vit samskiftið við okkara viðskiftafólk soleiðis, at vit møta teimum har sum tey eru. Fyri at kunna veita teimum eina enn betri tænastu. Tað sigur Birnir Hauksson, tá hann skal greiða frá, hví Bin Mini Taxi, sum tann fyrsta hýruvognsstøðin í Føroy­ um, hevur valt at gera íløgu í eina app til fartelefonina. Appin eitur Bil Taxi og tað er Óla Christian við Sandá, sum hevur ment hana í samstarvi við Vinnu­framagrunnin. Umvegis appina kunnu kundarnir hjá Bil Mini Taxi nú bíleggja sær ein hýru­vogn, og størsti fyrimunur sam­ an­borið við gomlu skipanina er, at tann leysi bilurin, sum er nærmast við kundan, verður sendur avstað. Hetta hevur við sær, at bíðitíðin styttist munandi, og tað skuldi, alt annað líka, havt størri nøgdsemið við sær. – Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð, og broytingarnar, hvussu fólk samskifta sínamillum hava verið øgiligar hesi seinastu nógvu árini. Vit síggja tað á hvussu vit eitt nú keypa flogferðaseðlar ella annað. Ein stórur partur av tí gongur fyri seg umvegis fartelefon ella teldil, sigur Birnir Hauks­son, stjóri í Bil Mini Taxi. Í øðrum londum er longu møguligt at bíleggja bil umvegis appir á fartele- fonini, og tá vit her í Føroyum tøkniliga í mangar mátar eru so væl við, var tað næstan upplagt hjá Bil Mini Taxi at vera við til at menna hesa appina. – Tað er eingin ivi um, at alsamt størri partur av samskiftinum við okk­ara viðskiftafólk við tíðini fer at flyta seg handavegin, spurningurin var bara, nær stigið skuldi takast. Tað hava vit nú gjørt, og hóast stutt er frá­ liðið, er sjónligt, at tørvur var á hesum møguleikanum. Tí appin er øgiliga væl móttikin, sigur Birnir Hauksson. Tað eru ikki bara kundarnir sum fáa nyttu úr nýggju appini. Tað fær bil­støðin sambært stjóranum eisini. – Hýruvognskoyring er tænastu­ vinna, og tá hevur tað týdning at vita, hvussu kundarnir eru nøgdir við okkara arbeiði. Higartil hevur sam­ skiftið um tænastustøðið verið rætti­ liga avmarkað, og tað er ikki altíð at støðin hevur fingið tær upplýsingar, sum hon hevur havt tørv á, sigur Birnir Hauksson. Men tað broytist við nýggju appini. – Ja, tað ger tað. Tí nú fáa kundar okkara møguleika til at eftirmeta okk­ ara arbeiði við at geva karakter fyri túrin. Við hesum fær støðin eitt nýtt amboð, sum kann brúkast í menn- ing­ini av støðini, og tað hevur stóran týdning fyri okkum. Tí nú vita vit, hvar vit skulu seta inn, um tað verður neyðugt, sigur Birnir Hauksson. Sum fyrsta hýruvognsfelag í Føroyum hevur Bil Mini Taxi fingið eina app til fartelefonir, sum ger tað møguligt hjá viðskiftafólkunum at bíleggja bil umvegis appina. Fyrimunurin við hesari tænastuni er, at bíðitíðin styttist munandi