fríggjadagur 17. september 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 177 - 17. september 2004
Nr. 177 - 17. september 2004
27
Í bakandi hitanum í Irak eru
fleiri hundrað fornfrøð-
ingar í ferð við stóran út-
grevstur, tá alt brádliga fer
upp at kóka. Nakrir av
arbeiðsmonnunum
hava
funnið ein løgnan lítlan
skulptur, og ein gamal
prestur,
faðin
Merrin,
verður biðin um at koma á
staðið. Skulptururin vísur
seg at vera ein ímynd av
devlinum sjálvum, og skjótt
skal hesin vísa seg at fáa
ávirkan
á
hópin
av
mannalagnum.
Í Wasington um sama
mundið er filmsstjørnan,
Chris MacNeil, í ferð við at
gera upptøkurnar til nýggj-
asta film sín lidnan. Hon er
fráskild og býr í løtuni
saman við 12 ára gomlu
dóttur sínari, Regan, og
skrivara sínum, Sharon.
Sum so hevur hon eina
ógvuliga róliga tilveru, og
hon verður við eitt sannførd
um, at dótturin er gitin av
illum andum. Hon vend-ir
sær til faðir Karras í síni
neyð, men hann er sjálvur
nakað deprimeraður, nú
mamma hansara er deyð,
og tí roynir hon ístaðin at
fáa fatur á fremsta anda-
ruddaranum í heiminum.
Nevnliga tí sama faðir
Merrin, sum varð boð-
sendur, tá fornfrøðingarnir
í Irak funnu skulpturin av
Satan.
Men tað verður so sanni-
liga ikki bara sum at siga
tað, tá Merrin lærir lítlu
gentuna at kenna. Satan
sjálvur er sterkur, og tó at
Merrin
hevur
drúgvar
royndir, sum hann hevur
vunnið sær gjøgnum alt
lívið, so tykist hetta vera
truplasta uppgávan, sum
hann nakrantíð hevur møtt.
The Excorsist er ein av
stóru klassikarunum í al-
heims filmssøguni, og er
tað William Peter Blatty,
sum hevur skrivað bókina
handan handritið. Hug-
skotið til bókina fekk hann,
tá hann í 1949 — tá var
hann ein ungur lesandi í
Maryland — hoyrdi um ein
14 ára gamlan drong, sum
var gitin av illum andum.
Tjúgu ár seinni fór hann í
holt við skaldsøguna, sum í
stóran mun er íbyrt av hug-
myndini um æviga stríðið
hjá tí góða móti tí ónda.
Saman
við
William
Friedkin fór Blatty nakað
seinni undir at filmatisera
skaldsøguna, sum altso
gjørdist ein av teimum heilt
stóru klassikarunum. Ikki
færri enn 10 Oscarnomi-
neringar fullu filminum til
lut, og úr hesum fingu
Blatty og Friedkin hvør sín
Oscar.
Í leiklutunum í filminum
síggja vit millum onnur
Ellen Burstyn, Max von
Sydow, Jack MacGowran,
Jason Miller, Kitty Winn og
Lee J. Cobb.
Saman við Friedkin og
Blatty vóru hesi við hesum
filminum við til at grund-
festa eitt heilt nýtt slag av
ræðufilmum, har okkult-
isma og tað ókenda handan
tilveru okkara varð sett í
fokus, og tó at filmurin
fyrstu ferð varð sýndur í
1973, so gjørdi hann sína
ávirkan galdandi langt upp
í áttati- og nítiárini. Og fyri
ikki so langari tíð síðani
kom so eisini ein nýggj
versión av filminum, nevnd
directors Cut.
Filmurin verður sýndur á
Kanal5 fríggjakvøldið kl.
22.30
Fríggjadagur kl. 16.03:
The London bug
Elisa Heinesen, Kristina Sørensen og Dánjal Mariusarson búgva øll í London.
Dánjal og Kristina lesa ávíkavist ferðavinnu og dans, Elisa arbeiðir sum sniðgevi.
Sendingin varð fyrru ferð send 9. apríl.
Leygardagur kl. 19.05:
Leygarkvøld í Atlantis
Komandi leygarkvøld verður onnur av fýra undirhaldssendingum beinleiðis úr
Atlantis í Klaksvík. Á skránni verður prát, undirhald og musikcafé. Gesturin verður
Ólavur Samson, ið hevur nógv at siga frá, eins og aðrir gestir eisini støkka inn á
gólvið.
Øssur Hentze hevur spælt sjónleik og verið partur av eitt nú Norðoyastevnu-
teitinum í nógv ár. Leygarkvøldið verður hann enn einaferð á palli. Eisini verður
nomið við skemt sum fyribrigdi, íblástur og fyrimyndir.
Á musikcaféini vitjar Mása Tróndheim, og onki undirhaldskvøld úr Atlantis uttan
áskoðarar og orkestur. Orkestrið verður mannað av Magna Husgaard, tangentar,
Mikkjali Hvannastein, guitar, Eyðuni Nolsøe, bass, og Jens Paula Joensen, trummur.
Vertur verður Gunnar Nolsøe.
Atgongumerki fáast á Shellstøðini í Klaksvík og undan filmsýningunum í
Atlantis.
Mánadagur kl. 19.00:
Smuglarar
Útvarpið fer mánadagin undfir nýggja framhaldssøgu. Tað er skaldsøgan Smuglarar
eftir norðmannin Arthur Omre. Hendingarnar fara fram í 1920-unum, tá ið brenni-
vínsbann ráddi í Noregi. Søgan lýsir fátækradømið og tátíðar útvegir at vinna sær
pengar á lættan hátt við sprittsmugling. Mest snýr bókin seg um ein byggifrøðing,
sum av tilvild gerst smuglari og kemur í klandur við samfelagið. Spælið er ikki bara
spennandi, men eisini vandamikið, og skaldsøgan Smuglarar er spennandi sum ein
krimibók. Jákup í Skemmuni týddi.
Á Kanal5 fríggjakvøldið kl. 22.30
The Excorcist
Hóast tað er langt frá Irak til Hollywood, so merkir fundið av Satan-skulpturinum skelkandi broytingar hjá nógvum persónum
Ellen Burstyn hevur ein av
høvuðsleiklutunum sum
filmsstjørnan, Chris MacNeil
12 ára gamla Regan tykist vera sett av illum andum, og tí
leitar mamman sær hjálp hjá teimum fremstu andarudd-
arunum í heiminum
FILMSTEIGURIN
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Frumsýning
Fríggjadagin 17.09. kl. 2030
Fríggjadagin 17.09.
kl. 2315
Leygardagin 18.09. kl. 2030
Leygardagin 18.09.
kl. 2315
Sunnudagin 19.09. kl. 1930
Sunnudagin 19.09.
kl. 2215
Undanfrumsýning
Fríggjadagin 17.09. kl. 2100
Leygardagin 18.09.
kl. 2100
Sunnudagin 19.09. kl. 2215
Fríggjadagin 17.09. kl. 2330
Leygardagin 18.09.
kl. 2330
Sunnudagin 19.09. kl. 1900
Við danskari talu – Billettprísur: 55,- kr.
Fríggjadagin 17.09. kl. 1700
Fríggjadagin 17.09.
kl. 1830
Leygardagin 18.09. kl. 1700
Leygardagin 18.09.
kl. 1830
Sunnudagin 19.09. kl. 1730
Við enskari talu og donskum teksti – Billettprísur: 55,- kr.
Fríggjadagin 17.09. kl. 1900
Leygardagin 18.09.
kl. 1900
Sunnudagin 19.09. kl. 1700
Viktor Navorski er sleppur
ikki úr stað. Samstundis
sum hann er ávegis tvørtur
um Atlantshavið, er borg-
arakríggj brosti á í landi
hansara, og tískil er visum
hansara til USA afturtikið.
Samstundis eru landa-
mørkini stongd, so heim
sleppur hann heldur ikki.
Viktor verður soleiðis
tvungin inn í eitt umsiting-
arligt limbo, har hann
verður noyddur at sita í
transit-høllini á JFK flog-
vøllinum. Í dagar. Vikur.
Mánaðir.
Og Viktor verður bara
The Terminal
verandi. Hann byggir sær
eina tilveru, har hann ikki
bert búsetur seg í einum
horni á flogvøllinumk.
Hann lærir seg eisini
enskt, fær starv á flog-
vøllinum og fær eisini vin-
ir millum hini starvsfólk-
ini. Soleiðis er tað bert
trygdarovastin, Frank Dix-
on, sum ikki vil hava hann
har, men hann ger so eisini
tað, sum hann er mentur,
til tess at forða hesum.
Men Viktor bara bíðar, og
tolin trívst. Sjálvt kærleik-
in kemur jú til tann, sum
bíðar.
Tom Hanks hevur leik-
lutin sum Viktor Navorski,
sum í filminum ger marr-
una um at sita fastur á ein-
um flogvølli til veruleika.
Stanley Tucci hevur leik-
lutin sum Frank Dixon, og
Catherine Zeta Jones er
Amelia. Flogternan, sum í
Viktor finnur ein góðan
vin. Steven Spielberg leik-
stjórnaði filminum.
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
C
M
Y
K
27
26