Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-10, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. oktober 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015 22 TEMA Bilar ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ IR Lastbilar – ein familjufyritøka S igast kann, at IR Lastbilar er ein gomul familjufyritøka. Ian Ras­ mussen keypti sín fyrsta lastbil í 1972. Tað var ein Scania 80 við fast-ari last og 10 tm krana. Í 1976 keypti Ian lastbilin hjá verfaðir sínum, Menn­ing Geyti, sum var byrjaður við lastbilum beint eftir kríggið, eftir at hava siglt í nógv ár. Menning byrjaði í 1950 við einum Bedford lastbili, sum hann skifti út við ein Austin síðst í 50-árunum. Í 1965 keypti Menning tann fyrsta Scania Vabis, sum hann hevði í 3 ár, og sum sonurin Helgi Geyti keypti. Menning keypti so ein annan Scania 80 uttan krana. Í 1972 keypti hann so sín síðsta Scania 85 við krana, sum Ian og Berg­tóra, dóttir Menning, so keyptu í 1976. Eisini keypti Ian lastbilin hjá pápa sínum, sum eisini hevði lastbil og maskin­ur. Tað var umleið 1980. Eftir at hava keypt bilin hjá Menn­ ingi komu so fleiri og størri bilar inn í fyritøkuna, fyrst ein 3-akslaður Scania 140 við vippulast, og í 1979 kom so ein 3-akslaður Scania 111 við einum 19 tm Hiab krana og vippulast. Tað var stórt í 1979. Í 1982 keypti Ian so sín fyrsta trail­ ara. Tað var ikki vanligt í 1982. Síðani hevur tað bara vaksið við bilum, og eitt skifti vóru tað 23 bilar. Fyritøkan hevur altíð havt ymiskar bilar og sostatt kunna flutt stórt sæð alt. Í oktober 2011 keypti Rasmus Rasmusen fyritøkuna, og koyrir hann hana við 20 bilum. Har finnast bæði stórir og smáir kranabilar frá 25 tm til 92 tm, dumparar av øllum slag, bilar til flutning av asfalti, lastbilar og trailarar til maskinflutning, bingju- flutning og mangt annað. Eisini hevur IR Lastbilar ordra ein 165 tm kranabil sum vantandi kemur til næsta vár. Rasmus og Marjun reka fyritøkuna Tann 26. september vóru 5 ár síðani Marjun og Rasmus Rasmussen keyptu fyritøkunu og reka tey hana. Her kann eisini sigast, at børnini eru røsk til at taka fatt. Dótturin Tóra, sum er 19 ár og bleiv liðug við student í juni, hevur koyrikort til lastbil og trailara og er hon til arbeiðis hjá IR Lastbilum hvønn dag, har hon koyri lastbil. Ian, sum er uppvaksin við at arbeiða uppá lastbilar, er eisini klárur tá ið á stendur, hann og ein lærlingur á verkstaðnum hjá IR Lastbilum. Sarita, sum er 15 ár, er eisini klár at koma til IR Lastbilar. Hon er farin í Tekninska Skúla, har ætlanin er seinni at koma á verkstaðið hjá IR Lastbilum fyri at læra til lastbilmekanikara. Aron, sum er ynskt, er akkurát farin í skúla. Her kann ikki sigast annað enn at hettar er ein familjufyritøka. Í dag arbeiða knapt 20 fólk hjá IR Last­ bilum. Fyritøkan hevur GMP góð­ kenning, og bjóðar seg fram til allan flutning. Tóra í lastbilinum