mánadagur 10. oktober 2016síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 41 • 10. OKTOBER 2015
23
TEMA
Bilar
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
23
Løðir bilin líka sum
eina fartelefon
– Eg fái nógvar spurningar, og til tíðir kann tykjast sum, at føroyingar ræðast el-bilar. Men hann er fantastiskur
at koyra, sigur Høgni Heinesen, ið hevur fingið fleiri spurningar um el-bilar eftir, at hann keypti ein fyrr í ár
Fólk sum hava sína vanliga gongd í
Vágsbotni í Tórshavn hava seinastu
tveir mánaðirnar møguliga varnast
ein, í føroyskum høpi, óvanligan bil, ið
er parkeraður í økinum.
Talan er um ein Tesla bil av
slagnum S P85, og er tað Høgni
Heinesen, ið eigur bilin.
– Eg havi altíð ynskt mær ein Tesla,
so vit keyptu ein úr Norra fyri tveimum
mánaðum síðan. Tað er besta landið
at keypa frá, tí umframt at Norra er
størsti marknaðurin hjá Tesla uttan
fyri USA, eru el-bilar frítiknir frá
MVG í Norra, so man sleppur undan
øllum baksinum at fáa MVG'ið endur
rindað. Man skal bara rinda MVG og
gatt-tollin í Føroyum, sigur Høgni
Heinesen.
Tað kann ikki sigast, at el-bilar
eru vorðin ein vanlig gerandismynd í
Føroyum enn, og kendi myndamaðurin
greiðir eisini frá, at hann fær nógvar
spurningar um bilin frá føroyingum,
ið eru áhugaðir at vita meira um ser
staka bilin.
– Eg fái nógvar spurningar, og til
tíðir kann tykjast sum, at føroyingar
ræðast el-bilar. Men hann er fan
tastiskur at koyra, sigur Høgni Heine
sen, ið greiðir frá, at fólk serliga vilja
vita hvussu hann løðir bilin.
– Tey spyrja um eg má hava eina
løðistøð heima, men bilurin hevur
faktiskt sín egna. Tað einasta, ið man
hevur brúk fyri er ein stikkkontakt.
Man løðir bilin líka sum man løðir eina
fartelefon.
Vanliga løðir Høgni Heinesen bilin
eina ferð um vikuna, og plagar tað at
vera meira enn nokk til at dekka teirra
tørv.
Høgni Heinesen hevur rindað
650.000 krónur fyri tvey ára gamla
bilin, ið hevur 400 hestar og brúkar
fýra sekund frá 0-100 km/t.