Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGFERÐSLA Sólvit E. Nolsø Síðan 2004, tá Mærsk gavst á føroyarutuni, hevur Atlantic Airways verið einsamalt á marknaðinum. Monopolið bleiv einans avbrotið í eitt nakrar mánaðir í 2006, tá føroyska flogfelagið FaroeJet eisini bjóðaði seg fram. Økt ferðafólkatal orsøk til áhuga Michael Hansen, søluleiðari hjá SAS, segði um orsøkina handan nýggju rutuna, at tey hava lagt merki til eitt økt ferðafólkatal, ið ferðast um Vága Floghavn. Síðan 2011 er ferðafólkatalið, ið fer um flogvøllin vaksið við eini 30 prosentum. Tað hevur givið afturljóð nógvastaðni, eisini hjá SAS. Tí síggja tey Føroyar sum eitt áhugavert land at flúgva til, bæði til ferða­fólkaflutning og vinnu­ lig endamál. Fyri fyrst ætlar SAS at flúgva einaferð um dagin, aftur og fram. Flogið verður fyrrapartar, uttan leygardag tá túrurin verður seinnapart. Umboðini frá SAS løgdu fram, at endmálið er ikki bert at geva føroyingum møgu­ leika at ferðast lættari út í heim, men møguleikarnir at ferðast til Føroya øktust eis­ ini nógv. SAS hevur skriv­ stovur kring allan heim, ið nú leggja Føroyar afturat sín­um rutuneti. Longdi flogvøllurin gjørdi tað møguligt Økta marknaðarføringin av Føroyum sum ferðaland hevur havt eina stóra øking í ferðafólki og áhuga við sær, men at flogvøllurin bleiv longdur hevur eisini havt við sær, at størri flogfør kunnu flúgva hendaveg og tað er ein beinleiðis orsøk, at Føroyar eisini bleiv áhugavert. Áð­ renn leingingina av vølli­num vórðu tað fá før, ið kundu lenda í Vágum. Ein av orsøkunum at Mærsk Air gavst at flúgva, var netupp at flogfelagið vildi av við tey smærru flog­førini, ið tey brúktu til før­oya­r­utuna. SAS fer at seta tvey flog­før at røkja flúgvingina. Bæði eru av slagnum Airbus. Ein A320, sum tekur 168 ferð­andi og ein A319, ið tekur 141 ferðandi. Atlantic Airways boyggir seg ikki fyri kapping Ferðaseðlarnir, ið SAS leggur út við at bjóða, fara at kosta kr. 649. Tað er um kr. 50 lægri enn teir bíligastu ferðaseðlarnir, ið Atlantic Airways bjóðar í løtuni. Niels Mortensen, nevnd­ ar­formaður í Atlantic Air­ ways, sigur, at tey ætla ikki at boyggja seg fyri kappingini. Hann segði við in.fo, at tey hava leingi verið fyrireikaði uppá kappingina, ið fór at koma og tey hava arbeitt eftir tí leisti eisini. Niels Mortensen kann ikki siga hvussu tað fer at ávirka Atlantic Airways, at SAS nú kemur inn á mark­ naðin eisini, men hann vísir á, at Atlantsflog hevur gjørt nógvar tillagingar seinastu árini, ið hava havt eina prís­ lækking við sær. – Vit hava lækkað prísin á ferðaseðlum, munandi, og teir bíligastu ferðaseðlarnir kosta nú so lítið, at næstan einki liggur eftir hjá felag­ num, tí alt fer upp í av­gjøld­ um av ymsum slagi, sigur Niels Mortensen. solvit@sosialurin.fo Nógv fólk møttu til tíðindafundin Myndir: Álvur Haraldsen SAS fer nú at stovna eina rutu millum Vágar og Keypmannahavn. Tað vórðu høvuðstíðindini á tíðindafundinum í Fútastovu, har SAS og Vága Floghavn høvdu kallað inn til tíðindafund SAS STOVNAR RUTU TIL FØROYA Michael Hansen, sølustjóri hjá SAS og Kenneth Christiansen, marknaðarstjóri hjá SAS, løgdu fram