Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 6 Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 Eirikur Lindenskov Umsíðir tykist semja vera millum landið og Tórs­ havn­ar kommunu um inn­ koyringarvegin til Havnar. Málið hevur malið aftur í klingur í nógv harrans ár, uttan at nakað ítøkiligt er kom­ið burturúr. Tá málið um undirsjóvar­ tunnil millum Havnina og Skálafjørðin kom upp, boð­ aði Heðin Mortensen frá, at tað fór at vera eitt krav frá Tórshavnar kommunu, at einki byggiloyvi fekst til tunnilin, fyrr enn greiða var komin á innkoyringar­veg- num til Havnina. Ta­ forðingina sluppu lands­myndug­leikarnar fram­við við at broyta lógina so­leið­is, at landið kundi gera tunn­ilin uttan at spyrja komm­un­una eftir. Men nú siga bæði Heðin Mort­ensen, borgarstjóri í Havn, og Henrik Old, lands­ stýrismaður í samferðslu­ málum, at málið er loyst við teirri semju, sum teir báðir skrivaðu undir seinasta fríggja­dag. Innkomuvegurin, ið av­ tala er gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur um­ vegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin om­an fyri munnan til Eysturoyar- tunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin. Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekkir, íbind­ing­ ar og flættingar, ið ávika­vist landið og komm­unan varða av, og grót frá undir-sjóvar­ tunlinum fer í størst møgu- ligan mun at verða nýtt til vega­gerðirnar. Norðan fyri innkomu- vegin fer kommunan at leggja ein veg við tilfari frá undir­sjóvartunlinum, og skal hesin vegurin hava samband við lands­vegin. Ávikavist Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar til endamálið. Komm­unan ger vegirnar, og landið ger íbindingina ella flættingina til landsvegin. Landið ger eisini allar aðrar neyðugar íbindingar ella flættingar í landsveg. Tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunn-­ il gjørdur á strekkinum frá Vill­ingardalsvegnum og vest­ ur eftir til Oyggjarvegin. Landið og Tórshavnar komm­una fíggja gerð av tunli­num helvt um helvt, og tunnil­in verður landsvegur. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, fegnast um, at semja umsíðir er fingin um hetta drúgva mál. Tórshavnar kommuna hevur gjørt nakað av veg­ num, sum ikki eru tiknir í nýtslu enn. Ein stubbi er mill­um Villingardalsvegin og Sundsvegin. Brúgv er gjørd um Hoydalsá og vegur – um enn ikki liðugt­gjørd­ur – heilt yvir til rund­koyr­ingina í norð­ ara enda á Løg­manna­breyt. Uppgávan hjá landinum verður at gera teir vegir, sum á myndini eru teknaðir við grønum og reyðum. Síðani ger Tórshavnar kommuna vegirnar, sum eru teknaðir við appelsingulum. Hetta er vegur, sum bindur saman Sundsvegin – og harvið eisini Villingardalsvegin – Flatarvegin og Klingruna. – Hetta hevur stóran týdn­ing, ikki minst fyri buss­ leiðina, sum nú kann koyra millum býlingarnar í erva, sigur Heðin Mortensen. Grøni vegurin verður landsvegur, har bilar kunnu koyra 80 km um tíman. Tað merkir, at eingin vegur fer at krossa hendan veg, men at til og frákoyringarvegir verða gjørdir, og at ferðslan, sum skal krossa hendan landsveg, skal undir vegin. Nýggi innkoyringar­veg­ urin byrja inni móti Sundi. Haðani gongur hann so upp á Skarðshjalla og Sand­ víkahjalla og haðani gongur hann suður ímóti Stórutjørn, har hann snarar vestureftir móti Klingruni. Heðin Mortensen sigur, at økini, sum á myndini eru nevnd B, C og D verða løgd av til sethúsaøki, og at tað er hendan vegin, at býurin fer at vaksa. Hann sigur eisin, at tá tunnilin er gjørdur, skal veg­samband ganga uttan um býin, soleiðis at til bera at koma norðanífrá og til Velbastað og Kirkjubø uttan at koyra inn í býin. Soleiðis skal ferðsla av Sanoynni, tá tunnilin er komin, kunna ganga ótranað uttan um Havn­ina. Samlaða verkætlanin, ið avtalan snýr seg um, skal vera framd, tá ið Eystur- oyartunnilin verður tikin í nýtslu. Býarpartarnir í Hoyvík verða knýttir saman norðanfyri, og ferðslan norðanífrá til bygdirnar vestanfyri skal koyra uttan um Havnina NÚ ER LOYSNIN FUNNIN FERÐSLA Nýggi innkoyringarvegurin til Havnina. Landið ger vegirnar, sum eru teknaðir við grønum og reyðum. Kommunan ger vegin, sum er teknaður við appelsingulum. Arbeiðið skal verða liðugt, tá Eysturoyartunnilin letur upp