Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Enn er landsstýrið ikki farið undir politisku viðgerðina av álitinum um fiskivinnuna, sum nýskipanbólkurin legði fram herfyri. Kortini verður málið við­ gjørt í samgonguni, sum í hesi vikuni hevur fleiri fund­ ir um, hvat nú skal ger­ast. Andstøðan er ikki boðin við til samráðinganrar enn, men tað verður gjørt fyrsta dagin. - Júst nú er heystfrítíð og nógv eru eisini í ferð við at ganga heystfjøllini, so vit bíða til tað er yvir­staðið, sigur lands­stýris­maðurin við fiski­ vinnu­málum Høgni Hoydal. Hann sigur, at hann fer at kalla allar flokkar inn til at viðgera álitið og so royna at finna fram til, hvar semjur kunnu gerast. Viðmerkingarnar frá and­ støðuni til álitið frá ný­skip­ anarbólkinum hava í stóran mun verið neiligar, fyrst og fremst til tann partin, sum snýr seg um fiskirættindini. Bundna uppgávan Nýskipanarnevndin fekk í arb­eiðssetninginum at vita, at fiskirættindini í fram­tíð­ ini skulu latast eftir einar mark­nað­arskipan. Hetta verð­ur greitt millum manna tolk­að sum, at rættindini skulu seljast um eina upp­ boðs­sølu. Kjakið hevur gingið hart um hendan spurningin og bæði vinnan og andstøðan hava víst hesi loysnini frá sær. Vinnan sigur so at siga við ein munn, at hon heldur vil gjalda tilfeingisgjald enn at noyðast á uppboðssølu at keypa rættindini at fiska. Politiskt hevur hendan sam­gongan sagt, at í fram­ tíðini skal tað vera soleiðis, at tá ið fiskirættindi skulu keyp­ast og seljast so skal hetta ganga fyri seg um eina al­menna uppboðssølu. Tað skal ikki vera soleiðis, at hev­ur onkur fingið rætttindi at fiska og ikki sjálvur kann brúka tey, at viðkomandi so kann selja hesi rættindi til hægstbjóðandi á einum privatum marknaði. Skulu rættidini umsetast av nýggjum so skal hetta gerast um eina almenna upp­ boðssølu. Hvør skal sleppa framat? Ein politiskur spurningur hev­ur so at siga alla tíðina ver­ið, hvør skal sleppa framat at fiska føroysku kvoturnar, bæði á landgrunninum og tær útlendsku kvoturnar, sum føroyskri myndugleikar hava samráðst seg til. Marknaðaratgongd er tað sum nevndin fyrst og fremst hevur arbeitt við, tí ein partur av politiska setn­ ing­inum er, at onnur enn tey sum seinastu árini hava sitið á hesum rættindum, eisini skulu sleppa framat. Hvussu hetta skal gerast, verð­ur helst torført at finna fram til, men ymiskar gongd­ ar leiðir finnast helst. Í summar var ein lóg um fiskidagarnar ásett. Hend­ an lógin er galdandi hetta fiskiárið. Tá ið talið av fiski­ døgum var ásett, so var semja gjørd um hetta millum all­ar flokkar, uttan Fólka­ flokkin, sum helt seg heilt uttan­fyri. Um hetta er eitt signal um, at soleiðis fer eisini at bera til at gera eina semju um nýggju lógina um vinnu­ ligan fiskiskap, er ivasamt. Sambandsflokkurin hev­ ur boð­að frá, at hann fer ikki at samráðast um nýggju fiski­vinnu­skip­anina, um tað er so, at úrslit­ið er ásett framman­und­an. Flokk­urin vísir til eitt bræv frá teimum trim­um formonnunum í sam­gongu­flokk­unum, sum sama kvøld álitið um ný­skip­ an var lagt fram, skrivaðu eitt bræv har teir staðfesta: - Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskap­ar­ liga og samfelagsliga burðar­ dyggur. - Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ong­ antíð gerast privat ogn. - Vit skulu tryggja burðar­ dygga stovnsrøkt og størstu lang­tíðarveiðu av øllum okk­ ara stovnum. Vit skulu gerast undangonguland, ið hevur fremstu vitan og gransking um allar fiskastovnar og vist­ skipanir í havinum. - Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Ístað­ FISKIVINNAN Á EFTIR SKURÐIN Álitið frá nýskipanarbólkinum um hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 31.desember 2017 er grundarlagið undir politisku sonderingunum Teir tríggir samgonguleiðararnir halda fast um, at fiskirættindini skulu seljast á uppboði. Tí verður torført at finna semjur, uttan so at bert verður talan um at selja ein part av rættindunum á uppboðssølu