týsdagur 11. oktober 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117
in skal tað almenna bjóða
rættindi út fyri hóskandi
tíðarskeið í eini marknaðar
grundaðari skipan.
- Rættindini at fiska skulu
vera á føroyskum hondum,
og sáttmálar við manning
arfeløgini skulu haldast.
- Somu rættindi og treytir
skulu vera at bjóða seg fram
at reka vinnu og skapa fjøl
broytt virksemi, nýskapan og
menning kring landið.
- Veiddur fiskur skal verða
atkomiligur hjá føroyskum
virkjum at bjóða uppá.
- Endamálið er at meir
virka og virðisøkja alt fiska
tilfeingið mest møguligt. Og
vit vilja økja munandi um
gransking, royndir og vitan,
ið kunnu tryggja hetta.
- Virðið av atgongdini at
fiska – tann sonevnda til
feingisrentan – eigur í størst
møguligan mun at fella til
landskassan.
Høvuðsendamálið er, at
fiskivinnan skal kasta mest
møguligt av sær til alt sam
felagið.
Til manningar, reiðarí,
virki og tænastuveitarar, og
eisini til allar føroyingar.
- Vit hava lagt dent á, at
skiftisskipanir
skulu
ger
ast, soleiðis at allir partar
kunnu laga seg til broyt
ingarnar á ein skilagóðan
hátt. Nú tilmælið er handað
um nýggja skipan fyri fiski
vinnuna, liggur ein søgulig
ur møguleiki og skylda hjá
allari politisku skipanini –
og hjá samfelagnum øllum.
Tilmælini fevna um allar
tættir í einari nýggjari fiski
vinnuskipan, og vónandi fer
nógv og neyvt orðaskifti og
viðgerð at verða um ymsu
lutirnar.
- Fyrst og fremst er tað
okkara ábyrgd og vón, at allir
partar fara til samráðingar
við opnum sinni, og leggja
dent á at røkka teimum
endamálum, ið verða avger
andi fyri Føroyar í mong ár
framyvir, skrivaðu teir trígg
ir Poul Michelsen, Aksel V.
Johannesen og Høgni Hoy
dal.
Opnar samráðingar
So sjálvt um teir tríggir
floksformennirnir
í
sam
gonguflokkunum bjóða til
opna viðgerð av álitinum,
sum er lagt fram, so er iva
samt um hinir flokkarnir so
glaðbeintir fara til samráð
ingarborðið.
Tí sum víst er á omanfyri,
so heldur samrgongan í
veruleikanum fast um tað,
sum stendur í samgongu
skjalinum. Og júst tað fellur
ikki í góða jørð hjá øllum
andstøðuflokkunum.
Sjálvt um fleiri partar av
álitinum eru so háttaðir, at
semja kann finnast um teir,
so verður torført at finna
eina semju um eina samlaða
nýggja lóg um vinnuligan
fiskiskap.
Semja
kann
sjálvandi
finnast
um
burðadygga
veiðu og eina skilagóða
stovnsrøkt. Kanska ber eis
ini til at finna semju um,
at útlendingar ikki eiga at
sleppa at eiga í føroysku
fiskivinnuni, men tá ið tað
kemur til atkomiligheit og
umsetiligheit, verður mun
andi torførari.
Baklandið hjá til dømis
Fólkaflokkinum hevur hig
artil ikki víst nakran ser
ligan vilja til broytingar
í støðuni, sum hon er í
dag. Og flokkurin sjálvur
hevur meira ella minni sitið
hendur í favn í mong ár,
meðan hann hevur umsitið
fiskivinnumál.
Men tað ber heldur ikki til
bert at leggja Fólkaflokkin
undir at onki er hent.
Politiska skipanin hev
ur øll vitað síðani 2007, at
fiskiloyvini hjá øllum flota
num fella aftur til landið
31. desember 2017. Hóast
tað, so hevur ongin megnað
av álvara at seta hol á við
gerðina av hesum eyma máli.
Og í veruleikanum hev
ur vinnan sjálv heldur ikki
gjørt nakað serligt fyri at
loysa spurningin. Fyrst var
hon samlað ímóti tilfeing
isgjaldið, men hetta er í dag
komið, so nú stendur vinnan
saman um at vera ímóti upp
boðssølu. Konstruktiv upp
skot ella tilmælir hava ikki
verið nógv at sæð.
Um samgongan heldur
tað ber til at fáa semju í lag
við teimum politisku útmeld
ingum, sum eru komnar, so
skal hon vísa dygdargott
politiskt handverk.
Komandi vikurnar byrja
samráðingarnar.
POLITIKKUR
DAGSSKRÁNNA
OG HEYSTFRÍTÍÐ
Júst nú verða
skurðfjøllini gingin, so
landsstýrismaðurin
hevur valt at bíða til eftir
heystfrítíðina at kalla
andstøðuna til fundar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við
fiskivinnumálum fer í næstu ella aðru
viku at kalla andstøðuna til fundar
um fiskivinnunýskipanina