týsdagur 11. oktober 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað var lagt upp til tann heilt
stóran dagin í føroyskari
landsliðssøgu, men endaði
við einum tennis-tapið upp
á 6-0. Cristiano Ronaldo
vísti bara í løtum hví hann
er kosin til heimsins besta
fótbóltsspælara
tríggjar
ferðir, men Portugal vísti
sum landslið hví teir eru
evropameistarar.
Vónbrotið lýsti úr eygun
um á føroysku spælarunum,
tá dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð mánakvøldið.
Orð
sum
»svikið«,
»kollaps« »lortadagur«, »av
smurdir« og »vánaligir« eru
millum orðini, sum spælarar
nir taka til eftir dystin. Allir
vísa teir tó á góðu áskoðarnar
og ikki minst Skansan, sum
stuðlaði liðnum líka til ljósini
blivu sløkt á Tórsvølli.
Ronaldo, Ronaldo
og Ronaldo
Upptaktin til dystin bleiv
ikki óvæntað ávirkað nógv
av Cristiano Ronaldo. Tað
var kaos á flogvøllinum, tá
hann lendi leygarkvøldið,
Hotel Føroyar mátti steingja
hurðina, tí fólk vildu sleppa
inn, fólk høvdu leiga kamar
bara fyri at møta honum og
so hevur hann eisini skrivað
til fleiri føroyskar gentir.
Ongantíð hevur áhugin
fyri einum fótbóltsspælara
verið so stór her, sum hesar
dagarnar Cristiano Ronaldo
hevur verið í landinum.
Ein frammaná
Eftir
eitt
hálvt
ár
við
spenningini
bríkslaði
so
dómarin fyri fyrstu ferð. Tað
skuldi tó skjótt vísa seg, at
evropameistararnir ikki vóru
komnir her fyri at undir
meta okkum. Longu aftaná
35 minuttir var dysturin
avgjørdur. Í sínum bara
fjórða landsdysti skoraði
André Silva hattrik.
Tað
tók
luftina
úr
føroyska liðnum.
Skrædl
Føroyska liðið kom betri
fyri seg í seinna hálvleiki,
men
áhaldandi
presspæl
og leitan eftir einum máli
gjørdi, at Portugal kom
til fleiri møguleikar. Fyrst
skoraði Cristiano Ronaldo til
4-0, áðrenn Portugal í longdi
leiktíðini skoraði tvær ferðir.
Eftir fýra stig og reint mál
í tveimum dystum, so fingu
við ein ordans frammaná
móti evropameistarunum.
Møði spældi inn
Tað sást á okkara monnum,
at teir høvdu spælt ein
harðan dyst í Riga, meðan
Portugal hevði tikið sær av
løttum á heimavølli móti
Andorra.
Spælararnir royndi alt
teir áttu á geva áskoðarunum
ein góðan dyst, men fyri hørt
mistak skoraði Portugal.
Tað er lætt at siga í dag, at
Lars Olsen kundi hava valt
liðið øðrvísi, men tað hevði
ikki broytt upp á útfallið,
men vit hava enn trupul
leikar við at spæla tveir
dystir upp á so stutta tíð.
Upp á hestin aftur
Í
november
skulu
vit
spæla móti Sveis á útivølli.
Teir vunnu fyrr í undan
kappingini á Portugal, sum tá
var uttan Cristiano Ronaldo.
Vit hava fingið trý stig í
tveimum dystum, har annar
er á útivølli móti Lettlandi,
meðan hin er á heimavølli
móti Portugal. Tað er meir
enn góðkent, men harmligt
at tað endar við skrædli í
seinna dystinum.
Nú mugu vit bara fyri
reika okkum til tann dystin.
trondur@sosialurin.fo
Fjepparafelagið Skansin er okkara evropameistarar. Hóast evropameistararnir úr Portugal
vístu sína styrki á vøllinum, so vísti Skansin og Tórsvøllur sín stuðul til landsliðið, sum
hevur fingið sín fyrsta sekk síðani 2013. Hesin dysturin skal ikki mynda góðu gongdina
seinnu árini, men er ein góðaávaring um, at einki kemur av sær sjálvum
OKKARA EVROPA
MEISTARAR
Skansin: