Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 FÓTBÓLTUR Terji Nielsen Tað er soleiðis, at undan einum slíkum stórum tiltaki sum einum landsdysti á Tórs­vølli hava vit eina so­ kallaða ”taktiska briefing”. Í tí sambandi er eisini orðað, at ferðslan skal avgreiðast til so lítlan ampa sum gjørligt, og minni lógarbrot so sum ólóglig parkering er nakað, sum man skal gera sær eina meting av í einstaka førinum. Men samstundis verð­ur sagt, at um ein bil­ur stendur til vanda ella týði­ ligan ampa, so skal hetta revsast við einum avgjaldi í form av eini parkeringsbót. Men frá leiðsluni mæla vit altíð til, at løgreglufólkini stinga fingurin í jørðina og meta um einstøku sakirnar, sigur Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur. Hann greiðir frá, at hann hevur havt samband við tey løgreglufólkini, sum vóru úti og skrivaðu bøtur, og hann hevur eisini sæð myndir av summum av teimum lóg­ar­ brotum, sum bøturnar vóru skrivaðar fyri. Og tað eru til dømis bilar, sum standa á eini gongu­ breyt og fullkomiliga forða fyri, at fólk fáa gingið á gongu­breytini, og bilar, sum standa soleiðis parkeraðir, at ferðslan ikki fær koyrt vanligt aftur og fram, sigur Andrass Marr Poulsen. Hann vísir tó á, at park­er­ ingin til landsdystin mána­ kvøldið var væl frægari enn til dystin móti Ungarn í farna mánað. Tá vóru somu løgreglu­ fólk úti, og teirra aftur­ melding var, at skilið var væl frægari hesaferð, og færri bøtur blivu skrivaðar, so tað ger eisini mun og fólk læra av tí, sigur hann. Eisini kommunalur spurningur Andrass Marr Poulsen við­ gongur, at løgreglan møgu­ liga skuldi arbeitt fyri­byrgj­ andi, soleiðis at man ikki koma í hesar støðurnar und­ ir landsdystum, men so er eisini neyðugt, at man fær Tórshavnar Kommunu at taka sín part. Alt tað, sum eitur skelting, hoyrir undir kommununa, og um man til dømis vel­ur at upphevja summi parker­ ingsforboð í sambandi við landsdystir, so er tað nak­ að, sum kommunan skal gera og koyra okkurt út yvir forboðsskeltini. Og sjálv­andi kunnu vit taka hetta upp saman við øðrum til næsta landsdystin á heimavølli, sigur varapoliti­inspekt­ørur­in. Terji Nielsen Til seinasta heimadyst hjá før­oyska fótbóltslands­lið­ num móti Ungarn í sept­ ember mánaða, vóru tað fleiri áskoðarar, sum eftir dystin komu aftur til bilin hjá sær og funnu eina parkeringsbót undir visk­ aran­um. Mánakvøldið end­ ur­tók søgan seg, hesaferð vóru tað 57 bilførarar, ið fingu eina parkeringsbót. Telefonstormur á politistøðini Hetta hevur elvt til mikla øsing millum fólk, og summi hava víst á, at tey fingu bót fyri at hava parkerað á einum stað, har tey eisini parkera hvønn einasta sunnudag, tá ið landskappingardystur er í Gundadali, og har sum tey ongantíð áður hava fingið bót. Á politistøðini verður eisini váttað, at nógv fólk hava gjørt vart við sína mis­ nøgd. Eg kann vátta, at her hevur næstan verið telefon­ stormur. Her hava rættiliga nógv fólk ringt inn, sum fingu bót í gjárkvøldið, og tey hava gjørt vart við sína misnøgd, segði John Kruse, vaktleiðari á politistøðini, seinnapartin týsdagin. Tær 57 parkerings­bøt­ur­ nar, sum blivu skrivaðar við Tórsvøll mánakvøldið, blivu í høvuðsheitinum skrivaðar við Hoydalsvegin og við Gundadalsvegin. Sosialurin hevur verið í sambandi við fólk, sum at kalla hvønn sunnudag eru í Gundadali til dyst, og sum altíð parkera á sama stað, men sum ongan­tíð hava fingið bót. Tá ið tey so parkera á sama stað til landsdyst, hava tey fingið bót. Tað tykist sum um, at tað eru serliga reglar galdandi, tá ið talan er um landsdystir, og fólk mangla kunning um parkeringsviðurskiftini. Í øðrum londum er ikki óvanligt, at man velur at strika ymisk park­er­ings­ forboð í økjum kring leik­ vøllin, har dysturin skal spæl­ast, so at tað verður lætt­ari hjá fólki at parkera, og somuleiðis er vanligt, at løgregla og vaktarfólk tá møta manssterk og vísa fólki á, hvar tey kunnu park­ era. Men soleiðis er ikki í Føroyum, hóast tjóð­ar­leik­ vøllur okkara liggur mitt í høv­uðsstaðnum. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Fót­ bóltssambandi Føroya, men tað eydnaðist ikki áðrenn evstamark hjá blaðnum. FÓLK Í ØÐINI UM PARKERINGSBØTUR Eins og til heimadystin móti Ungarn fyri einum mánaði síðani vóru tað nógvir áskoðarar, ið fingu eina eykarokning fyri dystin á Tórsvølli. Tá ið tey komu aftur til bilarnar, lá nevnliga ein parkeringsbót undir viskaranum. 57 parkeringsbøtur blivu skrivaðar mánakvøldið Ein løgreglumaður skrivar eina parkeringsbót á Gundadalsvegnum mánakvøldið, meðan landsdystur er á Tórsvølli Privat mynd TIL VANDA ELLA STÓRAN AMPA Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at tær 57 bøturnar, sum blivu skrivaðar í sambandi við landsdystin mánakvøldið, í høvuðsheitinum blivu skrivaðar, tí bilarnir stóðu til vanda ella til stóran ampa. Hann viðgongur tó, at løgreglan møguliga skuldi gjørt okkurt fyri at fyribyrgja afturvendandi støðuni við ólógligari parkering til landsdystirnar, og somuleiðis fáa løgreglufólk boð um at stinga fingurin í jørðina, áðrenn tey skriva bøtur Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at bøturnar mánakvøldið blivu skrivaðar, tí bilar stóðu til greiðan ampa ella til vanda. Hann viðgongur tó, at løgreglan saman við øðrum kundi gjørt meiri fyri at fyribyrgja parkeringsóskilinum til landsdystir Savnsmynd