týsdagur 11. oktober 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117
16
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur
F
øroyar taptu 6-0 fyri
Portugal á Tórsvølli.
Tað
leggur
kanska
upp til stak vánaligar met
ingar, men sannleikin er
nokk meir tann, at tað vil
altíð verða stórur munur á
EM vinnarunum og okkum.
Bæði spælarar og venjarin
hava viðgingið, at føroyska
liðið stóð seg illa á degnum,
men úr leguni hjá Portugal
verður sagt, at hetta er besti
dysturin hjá teimum higartil
í kappingini.
GUNNAR NIELSEN 2
Á sínum besta degi, so hevði
hann møguliga tikið trý ella
fýra av skotunum, sum enda
í málinum. Hetta var so ein
av døgnum, har bólturin
rakti Gunnar Nielsen, men
fór í málið alíkavæl. Serliga
sær málverjin illa út í 3-0
málinum, tá hann hálvbjarg
ar, men har er ein portugisi
og fleiri av okkara. Vit skulu
sjálvandi vera klárir og rudda
vekk. Sjáldan Gunnar Niel
sen er undir miðal, men tað
hoyrir eisin við til søguna, at
hann hevur tvær avbera góð
ar bjargingar.
BÁRÐUR J. HANSEN 2
Kom heilt illa frá byrjan og
stóð seg illa í fyrra hálvleiki,
har hann tóktist órógvaður í
annars sterka avspælinum.
Spældi seg upp í seinna hálv
leiki, har hann millum annað
hevði gott innlegg, men tað
kostaði í verjupartinum.
ATLI GREGERSEN 2
(ÚT 72.MIN)
Bleiv fleiri ferðir útstillaður
langt frammi á vøllinum. Tað
burdu verið greiðar avtalur
um, at Ronaldo og Atli aldrin
mugu enda í einum renni
tvídysti. Dysturin passaði
illa til liðskiparan, sum bleiv
útskiftur í seinna hálvleiki,
tí hann hevði gult kort og
vandi fyri seinna gula kort
inum lúrdi.
SONNI RAGNAR
NATTESTAD 2
Vinnur nakrar góðar tvíd
ystir og vísir í einkultum
støðum, at hann hevur egin
leikarnar at bjóða av í styrki,
men er óvanliga passivur
í onkrum av málunum hjá
Portugal í fyrra hálvleiki.
Sama við Atla Gregersen,
so var talan um avrik undir
miðal, eftir tvær ferðir at
hava hildið málið reint.
VILJORMUR
DAVIDSEN 2
Hevði eisini trupulleikar av
skjótu portugisunum. Sær
illa út í seinna málinum,
tá hann glíður. Hevur fyrr
staðið sterkur í myndini í
framrættaða spælinum, men
tað var sjáldan hann kom til
nakað í uppspælinum. Blívur
eisini yvirspældur í seinna
hálvleiki, men tað er líka so
nógv tí liðið ikki er í javnvág.
FRÓÐI BENJAMINSEN 2
Sendi Cristiano Ronaldo eina
heilsu longu aftaná nøkur fá
sekund. Í løtuni var hann í
sínum gamla elementi, men
er helst ov djarvur í tvísdyst
inum undan 1-0 málinum,
har hann sum tann aftasti á
miðjuni satsar.
Hevur spælt báðar dyst
irnar á tamb og gav alt hann
átti, men helst hevði Lars
Olsen loyst hann av í øðrum
av dystunum móti endanum
– um har var ein avloysari
tøkur.
HALLUR HANSSON 4
DAGSINS SPÆLARI
Stríddist fyri fleiri mans
á miðvøllinum og mundi
helst renna besta partin av
15 kilometrum. Eins og við
restini av liðnum, so eydn
aðist ikki alt, men miðvall
arin er saman við tofta
manninum í álopinum á
einum hægri stigi. Vann
fleiri taklingar og bjóðaði av
við bóltinum. Hevði okkurt
minni gott bólttap, men svar
aði aftur við at renna fyri seg
– og so eitt sindur afturat.
BRANDUR H. OLSEN 2
Venjarin hjá Portugal segði
á tíðindafundinum, at hann
metti at føroyska liðið hevði
góðar tekniskar spælarar á
miðvøllinum. Tað gekk útyvir
skálvíkingin, sum fekk ein
yvirfrakka í William Carvalho.
Hóast Brandur fleiri ferðir var
um at koma í góaðr støður við
bóltinum, so fekk hann antin
ikki frísparkið, ella vóru port
ugisarnir í yvirtal og vunnu
bóltin. Átti tó dagsins detalju,
tá hann trillaði bóltin millum
beinini á Ricardo Quaresma
frammanfyri
allari
lang
síðuni.
SØLVI VATNHAMAR 2
Hevði trupult við at fáa
nakað burturúr í høgru sam
an við fyrrverandi liðfel
agnum á høgra bakki. Rann
sum altíð nógv, men tú sat
við kensluni, at hann hevði
ikki yvirskotið til at setar
portugisarnar
av.
Kemur
tó aftur í eina góða støðu í
brotsteiginum, men tað verð
ur bríkslað fyri frísparki.
GILLI R. SØRENSEN 2
(ÚT 66.MIN)
Byrjaði bragliga við at vinna
luftdystir móti Pepe og kom
í bestu støðuna í fyrra hálv
leiki, tá okkara fóru í frálíkt
mótálop, men fekk ikki um
sett til málmøguleika. Datt
niður í millum í seinna hálv
Tað merkir spælarametingarnar,
at Føroyar taptu 6-0 fyri
Portugal, men avrikið var ikki so
vánaligt, sum máltalvan sigur
HALLUR HANS
DAGSINS SPÆ
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000