Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 Sosialurin FÓTBÓLTUR Lars Olsen: Portugal hava bara klassaleikarar Neli Heldarskarð Undan dystinum ímóti Port­ugal í gjár hev­ði nógv tos verið um, hvussu før­oy­ ing­ar skuldu steðga heims­ins (kanska) besta fót­bólts­leik­ara, Cristiano Ronaldo. Før­oyar taptu 6-0, og Lars Ol­sen vísir á, at hetta hendi, hó­ast superstjørnan úr Real Mad­rid ikki spældi ein ser­liga góð­an dyst. - Eg haldi ikki eingongd, at Ronaldo var ein av teirra bestu leikarum í kvøld. Eg segði longu á tíðindafundi undan dyst­inum, at har vóru bara klassaleikarar á øllum plássum á hasum lið­num. Øll spurdu, hvussu vit skuldu steðga Ronaldo, men hatta liðið er so nógv meira enn bara hann. Hatta liðið bleiv jú evropameistari í summ­ar, hóast Ronaldo ikki neyð­turrv­ iliga spældi eina av sín­um bestu kapp­ing­ um, sig­ur Lars Olsen. Alt gekk galið Landsliðsvenjarin vís­ir á, at alt, sum kundi ganga galið, gekk galið. - Vit raka ikki dagin, og alt gongur ímóti okkum. Vit fáa annars eina fína byrj­an upp á dystin og tykjast at hava nógva orku. Men tá ið Portugal skoraði til 1-0 eftir 12 minuttir, so fánaði okkara góða avrik burtur. Sjálv høv­uðs­orsøkin til stóra tapið var tann, at vit yvirhøvur ikki vóru nóg dugnaligir at halda upp á bóltin, sum vit hava verið í undanfarnum lands­ dystum, sigur Lars Ol­sen. Støðan var 4-0 til Portugal til heilt stutt áðrenn síðsta bríksl, men seinastu min­utt­ irnar fingu portugisar tvey mál afturat. - Ja, tað er næstan tað mest keðiliga, at portugisararnir fingu tvey mál aftur­at beint áðrenn dystarenda. Tað var óneyð­ ugt, og tað er sjálvandi meira keðiligt at tapa 6-0 enn at tapa 4-0. Í hálvleikinum, tá ið støðan var 3-0, tosaðu vit um, at vit máttu taka okkum saman og í øllum før­ um royna at vinna seinna hálvleik. Tað hev­ði verið til at liva við, um vit taptu seinna hálvleik við einum máli, men tvey tey seinastu málini níva nógv, sigur Lars Olsen. Atli lenaði seg upp at einum reyðum korti Tað kom rættiliga óvart á nógv, tá ið kar­is­ m­atiski lands­liðskiparin hjá Før­oy­um, Atli Gregersen, varð út­skift­ur, tá ið 20 minuttir vóru eftir. - Eg skifti hann út, tí at hann hevði eitt gult kort, og eg óttaðist, at hann møguliga fór at blíva út­víst­ur. Dómarin í gjár var jú eisini tann sami, sum vísti Atla av vølli ímóti Týsklandi, tá ið vit spældu her fyri trim­um árum síðani. Atli hevði eisini hálað í Ronaldo eina­ferð, har hann slapp við skrekk­inum, so eg hugsaði, at nú bíðaði dómarin kanska eftir møguleikanum at geva honum reytt kort, sigur Lars Olsen. Men tá ið okkara lands­liðs­venjari varð biðin um at taka samanum hesa seinastu hend­ingarríku vikuna, har føroyska lands­ liðið fyrst vann trygt í Lettlandi, áðrenn heima­dystur var á skránni ímóti evropa­ meist­arunum, so sigur hann, at vit mugu ikki missa mótið. - Beint nú iðra vit okkum og eru kedd­ir, men vit mugu eisini hava í huga, at ongin hevði kortini væntað, at vit fóru at vinna nakað stig ímóti Portugal. 6-0 er eitt keði­ ligt úrslit, men vit skulu ikki gloyma, at vit júst hava verið í Lettlandi og vunnið. Nú mugu vit arbeiða væl fram ímóti næsta dysti, sum er á útivølli ímóti Sveis um ein mánaða, tí at tann dyst­ur­in verður minst líka tor­før­ur, segði Lars Olsen at enda. Landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen, iðraði seg sjálvandi um stóra tapið ímóti Portugal, men hann vísir á, at evropameistararnir vóru eitt nógv betri lið og hava góðar leikarar á øllum plássum SSON LARI leiki og bleiv útskiftur. JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON 3 Er eins og Hallur Hansson í einum góðum stima í sup­ er­liguni. Tað sæst aftur á landsliðnum. Var ikki eins eyðsýndur sum móti Lett­ landi, men hetta vóru eisini EM vinnararnir við Pepe og José Fonté í miðverjuni. Leit­ aði í seinna hálvleiki langt aftur í vøllin at fáa bólt­in. Kom tó ikki til nakran mál­ møgu­leika. RENÉ SHAKI JOENSEN 2 (INN 66.MIN) Kom inn á vinstra kantin, men tað broytti ikki so nógv. Stríddist fyri seg, men tað bleiv ongantíð til meir enn verjukendar uppgávur. JÓHAN TROEST DAVIDSEN 2 (INN 72.MIN) Skiftur inn í miðverjuna og gjørdi sítt undir umstøð­ unum. Tað telur niður, at tvey mál fara í gjøgnum, men hann eigur ikki lut í mál­unum. KAJ LEO Í BARTALSSTOVU 2 (INN 79.MIN) Fekk aftur minuttir á lands­ liðnum og royndi fleiri ferðir at bjóða av við bóltinum. Tað gekk ikki heilt so væl, men um­støðurnar vóru eisini tor­førar. LARS OLSEN 2 Tað sær ongantíð gott út at tapa 6-0. Verri var, at lið­ið tóktist ikki heilt væl fyri­ reikað til uppgávuna, ella var uppleggið kanska eitt sind­ur bláoygt, tá hugsað verður um at tað vóru EM vinnarar­ nir vit spældu móti. Bæði á álopsstøðu og í verjustøðu stemmandi ikki heilt við deyðbóltunum. Eitt av teimum fáu tingunum vit kunnu eins væl og hini. Tóktist heldur ikki raka orkukelduna rætt við út­ skift­ingum. Millum annað spældu Fróði Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar báðar dyst­irnar á tamb, men tað var ikki nógv eftir á motor­ inum seinastu løtuna. Mynd: Sigmar Mørkøre Myndir: Álvur Haraldsen