týsdagur 11. oktober 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
C
ristiano Ronaldo fór
avstað við tí mesta
uppmerkseminum,
nú evropameistararnir hjá
Portugal hava verið í Før
oyum seinastu dagarnar í
samband við HM-undan
kappingardystin ímóti Før
oyum. Real Madrid-leikarin
gjørdi ikki tær nógvu skreyt
irnar á vøllinum - hann skeyt
eitt mál í 6-0-stórsigrinum -
men heldur var tað ein ann
ar, ið fór avstað við tí mesta
av uppmerkseminum undir
sjálva dystinum.
Talan var ikki um ein fót
bóltsspælara, men ein 17 ára
gamlan drong, sum sníkti
seg inn á vøllin at taka selfie
saman við heimsins besta
fótbóltsspælara,
Cristiano
Ronaldo.
Eitt lyfti
Tað var beint áðrenn seinni
hálvleikur varð bríkslaður í
gongd, at fólk varnaðust, at
ein áskoðari hevði sníkt seg
inn á vøllin og rann beint
til Cristiano Ronaldo. Hann
vildi honum einki ilt - hann
vildi bara hava eina selfie
saman við honum.
- Eg hevði lovað vinmonn
unum, at eg fór at gera tað,
men teir trúðu mær ikki,
sigur 17 ára gamli Ernesto
Ferrari Henriquez, sum fekk
myndina, ið hann ætlaði sær.
Ernesto er upprunaliga
úr Peru, men hann hevur
búð í Runavík seinastu fimm
árini. Hann tosar spanskt, og
tann fyrimunin ætlaði hann
at brúka til at tosa Ronaldo
upp í lag.
- Eg spurdi hann á sponsk
um, um eg kundi fáa eina
mynd, men eg haldi ikki
hann hoyrdi hvat eg segði.
Hann segði bara "wow, wow",
men bað meg so skunda
mær áðrenn vaktirnir komu.
Av tí at hann ikki hoyrdi at
eg dugdi spanskt, so tosaði
hann við meg á enskum, sig
ur Ernesto.
Nervar
Ernesto viðgongur, at hann
hevði nógvar nervar, tá ið
hann tók avgerðina um at
renna inn á vøllin. Upp
runaliga ætlaði hann sær
so
skjótt
sum
dómarin
bríkslaði til hálvleiks, men
tá merkti hann, at vaktirnir
høvdu eyguni eftir sær.
Hann sló tí av, men savnaði
sær dirvi aftur og leyp avstað
tá ið leikararnir komu út til
seinna hálvleik.
- Hetta var tað størsta,
sum eg fór at gera í lívinum.
Líka síðani lutakastið hevur
tað verið ein dreymur at
møta Ronaldo. Eg hugsaði, at
tað var nú ella ongantíð. Eg
legði til merkis, at vaktirnir
høvdu eyguni onkra aðra
staðni, so eg leyp avstað,
sigur Ernesto.
Tað gekk ein góð løta áð
renn vaktarhaldið varnaðist
óbodna gestin á vøllinum,
men tá ið ein vaktur kom til
hansara, setti hann seg ikki
upp ímóti og gekk stillisliga
av vøllinum.
Hann hevði fingið tað,
hann fór eftir: eina selfie
saman við Cristiano Ronaldo.
Harðligur
Tá ið Ernesto var komin av
vøllinum, tók ein annar vakt
ur sær av honum. Hesin var
alt annað enn blíður.
- Hann tók harðliga um
hálsin á mær. Eg bað hann
ansa eftir, so hann ikki kvaldi
meg, men hann svaraði bara,
at eg var ein (sera ljót orð) og
at eg skuldi koma at rinda
fyri tað, ið eg hevði gjørt,
greiðir Ernesto frá, sum ikki
legði nógv í hvat vakturin
segði við hann. Hann var
heilt einfalt so ovfarin og
glaður fyri myndina, at hann
ikki so frægt sum minnist
hvussu vakturin sá út.
- Løgreglan førdi meg so
út av Tórsvølli og segði við
meg, at eg ikki kundi vera
her longur, greiðir hann víð
ari frá.
Angrar einki
Tað er áður sæð, at avvarð
andi fótbóltssambond og
fólk, sum renna inn á vøllin,
fáa bót, og aloftast er ikki
talan um smáar upphæddir.
Tað er eisini sæð, at fólkini
fáa lívlangt bann frá at koma
aftur á leikvøllin.
- Fyri at vera erligur, so
eri eg ikki bangin fyri tí. Tey
søgdu við meg, at eg fór at
fáa eina bót, men eg veit ikki
hvat tað verður til. Um eg fái
eina bót, so má eg bara taka
tað sum tað kemur. Um eg
sleppi inn aftur á Tórsvøll, so
hevði tað verið fantastiskt,
men um ikki, so var hetta
ERNESTO AN
– Vaktirnir høvdu eyguni onkra
aðrastaðni, so eg leyp avstað,
sigur 17 ára gamli Ernesto, sum
gjørdist ein av høvuðssøgunum
á Tórsvølli, har hann rann inn á
vøllin og fekk eina selfie saman
við Cristiano Ronaldo. Hann kann
vænta sær bót ella bann, men
hann angrar einki. – Hetta er
eitt minni fyri lívið, sigur hann
FÓTBÓLTUR