Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 Pætur Albinus Sæð við eygunum hjá løgregluni, so er tað sum so einki ólógligt í at renna inn á vøllin, so tað verður ikki til nakað politi­ mál, at Ernesto rann inn á Tórsvøll at fáa sær selfie saman við Cristiano Ronaldo. Innsatsleiðarin hjá løgregluni, Heri And­reassen, sigur, at teir høvdu ein frið­ arligan dag á Tórsvølli, men: - Vit høvdu bara eina hending, har vit førdu ein persón út, sum ikki kundi uppføra seg ordiligt inni á stadion. Hann bleiv so vístur út, sigur hann og heldur fram: - Tað hendir einki meir frá okkara síðu, enn at vit hjálptu vaktunum og syrgdu fyri, at hann ikki slapp inn aftur. Hann kann ikki gera viðmerkingar til, um vaktarhaldið gjørdi eitt nóg gott arb­ eiði, nú ein ungur drongur slapp at renna inn á vøllin og ikki varð sæddur fyrr enn alt ov seint var. - Tað havi eg onga viðmerking til, tí tað er ikki okkara borð. Tað eru fólk hjá Tórsvølli og FSF, sum eru vaktir á Tórs­ vølli. Vit eru bara her fyri at hjálpa teim­ um, um teir ikki klára uppgávuna, sigur innsatsleiðarin. FIFA hevur fingið fráboðan Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, váttar, at umboðið hjá FIFA, sum var til dystin, hevur fingið hendingina um Ernesto við og hevur nevnt tað í rapportini, sum í gjárkvøldið varð send til FIFA. Tað verður nú aganevndin í FIFA, sum fer at taka støðu til, um nakað víðari skal henda í málinum. - Í fyrstu atløgu vil tað altíð verða vit, sum rinda, um talan verður um bót, tí vit eru fyriskiparar av dystinum. Tað hevur altíð okkara høgu raðfesting, at slíkt ikki hendir, sigur aðalskrivarin, sum ikki vil vísa aftur, at ein møgulig bót verður framsend til tann, ið var orsøkin til hana - í hesum føri tann, sum rann inn á vøllin. Aðalskrivarin sigur tað ikki vera nakra loynu, at áskoðarar, ið fremja slíkt, kunnu vænta sær eitt bann frá Tórsvølli. Næsti heimadystur verður tó ikki fyrr enn næsta summar, og so leingi bíðað verður eftir svari frá FIFA, verður neyvan nakað meira at frætta í málinum. Virgar Hvidbro væntar, at FIFA kemur við einum svari innan ein mánað. albinus@sosialurin.fo GRAR EINKI Einki politimál spyrst burturúr Innsatsleiðarin hjá løgregluni sigur, at tað er vaktarhaldið hjá Tórsvølli og FSF, sum hevur ábyrgd av at eingin rennur inn á vøllin, og at løgreglan bara er teimum til hjálpar vert tað. Eg fekk eitt minni fyri lívið, sigur Ernesto, sum nærum bleiv fagnaður eftir tað, ið hann gjørdi. - Eg fekk beinanvegin 30 vin­arumbønir á facebook. Øll hildu, at hatta var stuttligt. Tey søgdu við meg, at eg var ein kongur, og uttanfyri Tórsvøll vildu nógv taka myndir saman við mær. Eg mátti bara skunda mær heim áðrenn eg bleiv meira kend­ur enn Ronaldo, skemtar hann. Ernesto Ferrari Hen­riq­ uez er føddur í Lima í heim­ landinum Peru, men hevur størsta partin av lívinum búð í býnum Piata. Hann flutti til Føroya í februar 2012 og heldur til í Runavík, har mamma hansara er gift við einum føroyingi. - Tað hevur gingið fínasta slag. Eg havi fingið nógvar vi­nir her og øll eru ógvuliga fitt ímóti mær. Eg kenni meg heima her, sigur Ernesto, sum tó við­gongur, at hann inn ímillum leingist aftur til føðilandið, men at tað gong­ ur betur við tíðini. albinus@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Sigmar Mørkøre FÓTBÓLTUR