Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Mánadagin 24. oktober – ella um tvær vikur – skipa Fiski­málaráðið og Búnaðar­ stovan fyri íblástrarfundi á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Fundurin, sum verður frá klokkan 13 til 16, hevur til endamáls at viðgera og seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum - og at fremja mál­ ini í verki. Tað verður landsstýris­ maðurin í búnaðarmálum, Høgni Hoydal, sum fer at greiða frá politisku málun- um hjá landsstýrinum at gagn­nýta og virðisøkja egið tilfeingi og í størri mun at gerast sjálvveitandi við dygdar­vørum. Eftir framløguna hjá lands­stýrismanninum, verður høvi hjá fólki at gera við­merki­ngar til framløguna hjá Høgna Hoydal. Øll, ið varða av ella hava áhuga fyri landbúnaði í Føroyum, eru vælkomin á fundin á Búnaðarstovuni. Høgni Hoydal fer at røða um møguleikan at ger­ ast sjálv­veitandi við stað­ bundnum land-búnaðar­ vørum, og hann fer at røða um royndir, gransk­ing og útbúgving. Lands­stýris­ maðurin fer eisini at røða um brúksskyldu, lendis­ ætl­an og at velta burtur úr nýggj­um. At enda fer hann at taka upp spurningin um fígging av landbúnaði. – Ætlandi skal fundurin á Búnaðarstovuni geva íblástur, viðgerð og uppskot til at orða heilt ítøkilig mál fyri landbúnaðin, og hvussu hesi kunnu fremjast í verki. Í Fiskimálaráðnum vita tey at siga, at fundurin er almennur, men tó verð­ ur heitt á luttakarar um at boða frá móttøku á Bún­ aðar­stovuni í seinasta lagi hósdagin 20. oktober klokk­ an 15. vilmund@sosialurin.fo – Ætlandi skal fundurin á Búnaðarstovuni geva íblástur, viðgerð og uppskot til at orða heilt ítøkilig mál fyri landbúnaðin, og hvussu hesi kunnu fremjast í verki, sigur landsstýrismaðurin Landbúnaðurin skal seta sær ítøkilig mál Eitt kvøld í síðstu viku fór stórur trailari úr Vági og norður til Havnar við Smyrli. Á vogninum vóru tvey stór sett av trollemmum - eitt til rækjutrolaran, Arctic Viking í Kollafirði og eitt til toskatrolaran, Akraberg, sum fiskar í Barentshavinum. Vilmund Jacobsen Føroysku línuskipini royna víða um, bæði á innaru og ytru leiðum, og tvey frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi Vilmund Jacobsen Seks línuskip eru á Ís­lands- rygginum og á Byrenbanka. Veiðan hjá skipunum er mest toskur, svartkalvi og so nakað av blálongu og lira. Á Fiskamarknaði Før- oya vænta tey, at nøkur línu­skip koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, men neyvan koma øll skip­ ini inn í vikuni. – Tvey línuskip eru á Munkagrunninum. Tey fáa mest av longu og brosmu. Møguliga landar annað av hesum skipum seinni í hesi vikuni. Tvey føroysk frysti­línu­ skip fiska í grøn-lendsk­ um sjógvi, eitt er undir Føroyum og eitt frysti- línuskip liggur við bryggju. Onnur línuskip, sum ikki eru til fiskiskap í løt- uni, fara væntandi út aftur í næstum. Streymurin verður góð- ur hesa vikuna, og útlit eru til, at veðrið eisini fer at roynast. – Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum roynist ikki. Hann er framvegis smá­ligur, vita tey á Fiska­ marknaði Føroya at siga. Størsti veturgamli veðrurin á Sandi leygar­ kvøldið vigaði 100 pund. Gimburlamb undan somu ær, sum veðrurin er, vigaði 40 pund! Besti flettari finnast Millum ymisku kapp­ ingarnar á heyst­ fagnaðinum á Eiði í døgnum, 13.-16. oktober, skal eisini Føroya besti flettari finnast. Hetta verður seinnapartin leygar­ dagin, 15. oktober. Flettikappingin snýr seg í stuttum um at fletta pent, reint og skjótt, og kappingin er deild upp í innleiðandi kappingar og finalu. Føroya besti flettari vinnur eitt gávukort á 7000 krónur, og nummar tvey fær gávu­ kort á 3000 krónur. Heystfagnaður á Eiði, sum nú verður hildin á triðja sinni, hevur stóra undirtøku millum fólk við áhuga fyri seyði og seyðahaldi. Myndina hevur Sigmar Mørkøre tikið. vilmund@sosialurin.fo Útróðurin roynist ikki Landsstýrismaðurin fer at røða um brúksskyldu, lendisætlan og at velta burtur úr nýggjum Mynd: Vilmund Jacobsen Myndin er av Klakki, tá teir vóru á veg yvir á Flemish Kap um ársskiftið í fjør