Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 HEILSA Vilmund Jacobsen Hvat er heilsugott, og hvat er ikki heilsugott? Tað finnast eftirhondini nógv­ar reglur fyri, hvat vit kunnu eta, og hvørjum vit skulu halda okkum burt­ur frá. Men, kanska eru tíðarinnar heilsukrøv óneyð­ug, og kanska gera tey okk­um í veruleikanum bara meira ósunn og óglað. Fyllir kostur so nógv hjá tær í gerandisdegnum, at tú ert bangin fyri sosialum til­ tøkum, har tú ikki fært títt glutenfría breyð? Ella - hevur tú verið á klænkingarkuri; hevur upp­ livað at ”detta út í aftur” og hevur hugsað, at nú kann alt gera tað sama. Úrslitið er, at tú tveitir teg á sofuna við einari kaldari jolly í hondini. Samfelagið og sosialu miðl­arnir geva tær eina greiða ábending um, at heilsu­rákið er nakað, øll eiga at stremba eftir. Heilsuráðini ljóða, sum ein góður hugburður, men fyri nøkur kann hetta taka yvir­hond og vera orsøk til strongd og ringa samvitsku. Danirnir, Morten og Svane og Morten Elsøe, hava givið út bókina ”Slut med for­bud”, og bókin umrøður, nær almenn heilsa verður til heilsustrongd. Daglig njótan Bókin vendir sær bæði til tey, sum ikki megna at halda ein klænkingarkur - og eisini til tey, sum dáma fitness, men sum kortini uppliva, at matur og venjing fylla meira á negativu síðuni enn teirri positivu. Matur átti at verið eitt høvi til dagliga njótan, men fyri nøkur fyllir matur so nógv í tonkunum, at tað end­ ar við strongd. Morten Elsøe, sum er føðsluserfrøðingur og lív­ stíls­mennari, sigur, at hetta rákið hevur breitt seg. - Matarstrongd kann bæði fjala út yvir, tá tú hev­ur etið okkurt, sum er ”bannað” - ella, tá tú heldur, at tað, tú hevur etið, hevur heilsuskaðilig árin. Tað kann eisini elva til strongd, tá tú skalt onkustaðni, har ikki júst tann matur er, sum tú loyvir tær at eta. Slíkt kann fylla ógvuliga nógv og krevur nógva orku, sigur Morten Elsøe. Hann vísir á, at heilsu­góð­ ur kostur tekur yvir­hond, tá kosturin ávirkar sjálvsvirði, og tú merkir, at tú hevði tað betri, áðrenn so stórt fokus varð sett á kostin. Hvat er sunt og ósunt? Nógv hava í dag eitt svart/ hvítt sýn á mat. Frukt er heilsu­gott, og kaka er ósunt. Tað er tað, sum almenn­ing­ urin heldur. Men, Morten Elsøe heldur ikki, at tað neyð­turv­iliga eigur at vera so­leiðis. - Mær hevði dámt, at vit góv­ust at eyðmerkja mat­ vør­ur sum antin heilsugóðar ella ósunnar - sum fitandi ella klænkandi, sum vanda­ miklar ella gagnligar og sum heilivág ella eitur. Vit eiga at síggja í eyguni, at all­ ar matvørur á hvør sín hátt kunnu vera partur av heilsu­ góðum kosti. Hann vísir á, at nakað, sum mong síggja sum tað ljóta orði í kosti, er sukur, tí suk­ur skal vera tað sama sum fiti. Men, heldur ikki her er Morten Elsøe heilt samd­ur. - Hugburðurin um, at suk­ur er serliga fitandi er skeiv­ur. Einasti háttur, tú kanst taka upp á við sukuri, er, um tað merkir, at tú fært ov nógvar kaloriur. Fært tú ov nógvar kaloriur, er tað oftast tað feitt, tú etur, sum fitar. Tí gevur tað ikki so nógva meining at hava eitt so stórt og negativt fokus á sukur. Rættari er at seta fok­ us á, hvussu tú sleppur und­ an yvirskoti av kalorium, legg­ur hann aftrat. Kemur av netinum Óttin fyri sukuri og eitrandi evnum í mati kemur ofta av netinum ella sonevndu sos­ ialu miðlunum. Her kanst tú lesa á heimasíðum hjá blogg­arum, at sukur elvir til krabbamein, at mjólk er ósunnu, at fruktsukur fitar eyka nógv og annað. Ofta er talan um kunning, sum ikki hevur sína bakgrund í vísundaligum prógvum, men sum kortini ferðast runt í sosialu miðlunum. - Fólk lurta eftir blogg­ ar­um, tí tað kennist eins og at lurta eftir einum vini ella vinkonu, og serliga væl verður lurtað, tá ræður um heilsu og sjúkur. Tað merkir, at bloggarar hava eina megi, og tí er tað ógvuliga týd­ning­ armikið, at tað er rætt, sum sagt verður, leggur Morten Elsøe dent á. Hann vísir á, at tá onkur skrivar, at mjólk ikk er góð fyri heilsuna, eru tað kanska 170.000 fólk sum halda, at tað er rætt. - Men, tá eg spyrji, hvat við­komandi, sum skrivar so­ leiðis, byggir hetta á, er svar­ ið, at hann skinklar minni um økulin, nú hann ikki drekk­ur mjólk. Tað er tann skemt­iligi sannleikin - sum ikki er sannleiki - ið fyllir rætti­liga nógv í verðini hjá bloggarum. Morten Elsøe heldur, at sosialu miðlarnir eru millum heilt stóru syndararnar, tá ræður um heilsustrongd og ringa samvitsku. - Miðlarnir fáa teg at sam­an­bera teg sjálvan við maraton­rennarar, modell og kokk­ar í heimsflokki. Slíkt eru samanberingar, tú av góð­um grundum ikki altíð kanst liva upp til. Eini góð ráð eru tí at lúka í slíkum, tú lesur. Hygg at teimum, tú fylg­ir, og hugsa um, hvørt tey gera teg glaðan ella ei. Tey smáu tingini Sosialu miðlarnir hava eisini verið til við at skapa eitt slag av heilsukapping. - Hvør klárar at renna flest maraton, hvør dugir at gera mat sum bestu kokk­ ar í Master Chef - ella, hvør hevur hin flottasta kroppin. Roynir tú at vera við í kapp­ ingini, kemur tú oftari at líða undir fiasko enn eydnu, og tað verður trupult hjá tær at røkka tínum málum. Morten Elsøe vísir á, at tað eru tey fæstu menniskjuni, sum fáa nakað gott burtur úr at samanbera seg við onnur - kanska á einum renniliði upp á 15 fólk - men ikki í mun til dugnaligastu rennararnar í heiminum. Ætlar tú at fylgja teimum dugnaligastu, er skjótt, at tú gevur upp. Tað rætta er at seta sær mál, ið møgu­leikar eru at fremja í verki. - Málini kunnu vera, at tú skippar nakrar av sig­ arett­unum, tú roykir - at stoyta søtmeti í eina skál held­ur enn at taka allan pakk­an við. Málið kann eis­ini vera, at tú reisir teg upp, tá reklamurnar koma í sjón­varpinum og ger onkra venjing, meðan tú stendur á gólvinum. Tú kanst taka uppaftur okkurt ítriv, sum tær áður dámdi væl at gera - í staðin fyri at sita og hyggja í sjónvarp ella bara ganga tær ein túr. Morten Elsøe sigur, at tað eru nógv ting, tú kanst gera - serliga, um tú júst í hesi løtu livur ósunt, og smá ting kunnu gera stóran mun. (Kelda: www.helse.dk) Tá ið almenn heilsa førir til heilsustrongd - Heilsugóður kostur tekur yvirhond, tá kosturin ávirkar sjálvsvirði, og tú merkir, at tú hevði tað betri, áðrenn so stórt fokus varð sett á kostin, sigur Morten Elsøe, sum er føðsluserfrøðingur og lívstílsmennari - Vit eiga at síggja í eyguni, at allar matvørur á hvør sín hátt kunnu vera partur av heilsugóðum kosti, sigur Morten Elsøe, føðsluserfrøðingur og lívstílsmennari