Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN »Hvar er gávan«, spurdi tú við tíni sermerktu, fittu rødd, tá vit komu í føðingardag. Tú sat altíð úti í ganginum og tók ímóti gestunum. Ongantíð smæddist tú burtur, men segði tingini, sum tey vóru – ofta til stuttleika fyri okkum onnur, men eisini til áminningar um, at tað ger einki at vera erligur. Og tað vart tú. Góðasti Heini, seinasta viku­ skifti hevði tú fylt 16 ár, og vit hava øll hvør í sínum lag hugsað um teg hesar dagarnar. Tú elskaði føð­ ingardagar meir enn nakar. Eisini jólini og føstulávint høvdu nógv at siga fyri teg. Tú var altíð tann fittasta grýlan at fáa á vitjan. So seint sum til seinastu føstulavint spældi tú grýlu hjá okkum. Pápi og mamma tín koyrdu runt til okkum í reyða bussinum. Tú sat so glaður og spentur har, sjálvt um støðan gjørdi, at tú ikki kundi fara úr bilin- um. Altíð var tú so góður við okkum systkinabørnini. Dámdi at hoyra søgur um tað, sum vit høvdu gjørt, og ikki minst, um tað hevði ging­ ið eitt sindur lívliga fyri seg. »Lat hana!« segði tú ofta, tá onkur av okkum bleiv heldur vill, og for­ eldr­ini vildu hava okkum at verða stillar. Vit minnast eisini so væl allar túrarnar suðuri hjá abbanum, har vit runnu runt í stovuni, og tú var miðpunktið. Tá vit gjørdust nóg stórar, sluppu vit at spæla Uno saman við tær. Ein deilig tíð, sum vit ongantíð gloyma. Sum sagt, erligur vart tú. Tá tú var lítil, vildi tú sleppa at eiga Jonnu. Tú bað fastir fáa sær te­ munn og so fara heim, so tú kundi hava Jonnu hjá tær allan dagin, so tit kundu sita »síð um síð« við teld­ una. Tú gleddist meira enn vit onnur um øll tey smáu tingini í tilveruni – um tað so var ein biltúrur ella ein túrur við Smyrli. Og onkuntíð bara at sleppa at sita við telduna, meðan øll, sum tú var góður við, sótu rundanum. Alt fekst tú við eisini, og væl lurtaði tú eftir, serliga tá okkurt spennandi var á vási. Tú var miðpunktið hjá okkum øllum. Tá vit komu úr Danmark at vitja, var tú tann fyrsti, vit fóru heim til, og tann seinasti, vit søgdu farvæl við. Um tú ikki var fremst í Vágunum, so sat tú spentur í durunum, tá vit komu suður. At vitja teg var so stuttligt, tí vit vistu, at heima hjá tær vóru vit so sera væl­komnar. Altíð spurdi tú eftir teimum, sum ikki vóru við, tí tú elsk­aði at hava fólk rundan um teg. Og vit elskaðu at vera rundan um teg. Hóast tað ikki var heilt óvæntað, at tú fór at doyggja, tí tú var so sjúk­ ur nú til seinast, so hjálpir tað onki uppá tað. Tað er so ómetaliga ringt at finna nøkur orð, ið kunnu linna um sorgina, at tú ikki skuldi sleppa at vera millum okkum longur enn 15 ár. Tú var fyri stuttum blivin gubbi og akkurát blivin pápabeiggi, sum tú var so stoltur av. Onkur hevur sagt, at øll lív eru full lív, um ein so livir leingi ella ein­ans unnast at gerast hálvvaksin sum tú, Heini. Og tað passar. Títt lív var sanniliga eitt fult livað lív, hóast tað var so ómetaliga stutt. Hóast saknurin og tómrúmið eftir teg, Heini, er stórt, so eiga vit so nógv og kær minni, sum altíð fara at vera við okkum. Foreldur tíni og beiggjarnir sakna teg so ómeta­liga nógv, men vónandi kunnu tey finna ugga í teimum fittu minnunum. Saman fara vit altíð at tosa um teg og allar løt­ urnar saman við tær. Má Jesus pápin goyma teg væl, elsk­aði Heini. Systkinabørnini í Hoyvík og Hvidovre Til minnis um Heina 80 ára føðingardagur Óla Jákup Olsen, fyrrverandi spari­ kassastjóri, Hósvík, verður 80 ár sunnudagin 16. oktober. Dagurin verður hildin á Røktarheiminum Mørkini í Streymnesi frá kl. 15,30- 18,30. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 4. november verður Einar Joensen í Oyndarfirði 90 ár. Nátturði verður klokkan 18 í skúl­ anum í Oyndarfirði sama dagin. Tað hevði glett Einar at sæð familju og kenningar til nátturðan. Vinarligast sig frá í seinasta lagi mánadagin 24. oktober hjá: Marjun, tel. 27 60 06 Karlu, tel. 59 07 80 Elibert, tel. 44 47 21 Emil Sørensen 60 ár Leygardagin 15. oktober verður Emil Sørensen 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í skúlanum við Løg­ mannabreyt 15. oktober frá kl. 13.00 til 17.00. Øll eru hjartaliga væl­ komin. 70 ára føðingardagur Nú eg fari at runda tey 70 árini, hevði tað glett meg at sæð familju, vinir og kenningar í føðingardegi mínum, ið eg fari at halda í skúl­ anum í Porkeri leygardagin 29. oktober frá kl. 13.00 - 18.00. Tey, ið ynskja at feira dagin saman við mær og mínum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 373745/226838 ella á tedupostadressu: kletti@olivant.fo í seinasta lagi 22. oktober. Lars Djurhuus Alexandra Kjærbo, Millum Gilja 30, 188 Hoyvík. Anna Helena Zachariasen Storr, Dýrindalsgøta 45, 188 Hoyvík. Elinborg Weihe Thomassen, Garðavegur 3, 188 Hoyvík. Fríðunn Bolstad Mortensen, Jørundargøta 45, 188 Hoyvík. Nátturði verður frá kl. 17 á Fróðskparsetrinum, J. Broncksgøtu 25. Guðrun Fríða Kelduberg, Ovaragøta 56, 188 Hoyvík. Joanna Ridao Wang, Hvítanesvegur 12, 188 Hoyvík. Katrin Vesturklett, Gortrugøta 20, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í Odd Fellow-húsinum, Grønlandsvegi 56. Lea Arnfríð Jacobsen, Sólteigur 10, 100 Tórshavn. Dagurin verður hildin í Starvsmannafelagshúsinum, J. H. Shrødersgøtu 9, frá kl. 16. Viktoria Engskær Leitisstein, Karlotsgøta 4, 188 Hoyvík. Opið hús verður við hús í Karlotsgøtu 4. Bergur Hentze, Maritugøta 55 tv., 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum, Niels Winthersgøtu 1, frá kl. 14. Bjarni Dahl Magnusarson, Hvítanesvegur 8, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølum Tórshavnar Bátafelags, Bryggjubakka 20, frá kl. 14. Hjørtur Johansen, Andrasargøta 10, 188 Hoyvík. Magnus Berg Joensen, Hvítanesvegur 1, 188 Hoyvík. Ragnar Karlsson, Á Hvítanesi 45, 187 Hvítanes. Steen Lorenzen Persson, Guttormsgøta 21, 188 Hoyvík. ersson, Guttormsgøta 21, 188 Hoyvík. Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 9. oktober 16. oktober 90 ára føðingardagur Tann 5. november verður Kaja Jacobsen úr Vági 90 ár. Kaja er búsitandi á Hamra­ garði. Dagurin verður hildin saman við familjuni.