týsdagur 11. oktober 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. oktober 2016 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Abbi tú fórt heim til Jesus pápa
28.02.14, og tú omma 14.05.16. Góðu
omma og abbi, tit bæði hava havt
stóran týdning í okkara lívi. Tit
hava lært okkum nógv um lívið,
og um at vit altíð skulu leggja alt í
Harrans hendur. Tit lærdu okkum
um Jesus pápa, og altíð at fylgja
honum. Omma, altíð vælsignaði tú
okkum, tá ið vit fóru út ígjøgnum
dyrnar. Tit hava altíð verið góð við
okkum og stuðlað okkum á okkara
lívsleið. Eftir at abbi fór heim til
Jesus pápa, var tað sera trist hjá
tær omma. Tú saknaði abba sera
nógv, og tað gekk ikki ein dagur,
hvar tú ikki græt ella tosaði um
abba. Omma, altíð hevur tú ringt
til okkara, um tað gingu nakrir fáir
dagar, hvar tú ikki sást okkum, fyri
at vita hvussu gekst. Abbi, altíð var
tað so hugnaligt at síggja teg standa
í úthúsinum og gera døgurða.
Tú vart altíð so prátingarsamur
og skemtingarsamur abbi. Dámdi
væl at seta teg niður og fáa tær
kaffi saman við okkum, og práta,
ímeðan omma stákaðist, og eftir
at tú nakrar ferðir hevði rópt
á hana, um at koma at seta seg
niður saman við okkum, so kom
omma. Tit dámdu sera væl at
ganga túrar saman, oman á keiina,
inná Giljanes, og eru tað nógv sum
minnast tykkum fyri tað. Tit vóru
eitt fyrimyndarliga fitt og dámligt
par, og fingu tit eitt langt og gott
lív saman. Vit hava nógvar góðar
løtur at minnast afturá saman við
tykkum. Takk fyri nógvar góðar
løtur úti í náttúruni. Túrar norður
á Fjallavatn, velting, í hoyna, í hav-
anum og heintað ber, rabarbur o.a.
Tað var so stuttligt at vitja tykkum
í havanum, sum tit passaðu so væl.
Hugnaligt at sita har saman við
tykkum, fáa sær pannukøkur og
drekkamunn. Tit vóru bæði sera
arbeiðssom, alt var altíð so ordiligt
og væl passað rundanum tykkum,
men hóast tað, so høvdu tit altíð tíð
til okkum ommu- og abbabørn. Nú
eru tit bæði heima í Himmalinum,
saman við pápa okkara, sum vit
øll mistu alt ov tíðliga einans 44
ára gamal. Tað tók tykkum hart at
missa hann, og høvdu tit sera nógva
umsorgan fyri okkum. Takk fyri
umhugsni og allan kærleika, sum
tit hava givið okkum øll okkara
barnaár og vaksnalív. Saknurin
er sera stórur eftir tykkum. Vit
fara altíð at minnast tykkum fyri
alt tað góða, sum tit hava gjørt og
givið okkum. Vit fara altíð at elska
tykkum, og tit eiga eitt stórt pláss í
okkara hjørtum.
Linda, Durita, Anna Elisabeth
og Fróði
Minningarorð um okkara elskaðu ommu og abba,
Dusina og Gotfred Joensen
NØVN
Svárt var nú at frætta deyðsboðini
av mínum góða vini og samstarvs-
felaga ígjøgnum fleiri áratíggjur,
Sverre Midjord. Hansara so sterka
hjartað, sum eitt langt lív hevur
bankað so fast fyri heimstaðnum,
ítróttini og teimum á niðastu rók,
orkaði ikki meira. Mánanáttina
takkaði hann fyri seg her á fold, 83
ára gamal og mettur av døgum.
Sverre var eitt av hesum menn-
iskjunum, eg altíð havi vitað um og
mestsum altíð havi kent. Sjálvur eri
eg føddur og fyrstu árini uppvaksin
í Trongisvági, so jørðildið var um-
leið tað sama, og illa hevur tann
fylgt við og lurtað eftir har suðuri,
sum ikki hevur hoyrt navnið og
kenst við mannin, tí sera sjónskur
var Sverri í nærumhvørvinum.
Ikki var hann stórur á vøkstri, men
persónligheitin var størri enn tær
flestu.
Seinni komu vit at samstarva á
fleiri økjum, og serliga í Ítróttasam
bandi Føroya høvdu vit eina drúgva
tíð saman. Har untist mær at upp
liva hetta serstaka menniskjað, ið
ikki ræddist at hava eina meining
um tingini og at halda fast um
hana, og tað var ikki hansara stílur
at tosa uttanum ella aftanfyri, tí
hevði hann okkurt at siga, so bleiv
tað sagt í tøkum tíma og á røtt
um stað. Sverre var trúgvasti og
drúgvasti samstarvsfelagi, tú kundi
ynskja tær, tí ongantíð vart tú í iva
um, hvar tú hevði hann.
Fyrst og fremst var tað borð
tennis, ið var hansara ítróttagrein,
men eisini í hondbólti og fótbólti
royndi hann seg, og yvirhøvur
hevði hann stóran alsk til felagslív.
Eingin ivi er um, at Sverre hevur
gingið undan og eigur sín stóra lut
í, at borðtennis sum ítróttagrein
hevur hórað undan og fingið fótin
fastan her á landi – mest sum und
angongumaður í TBF, men eisini í
borðtennis sum heild og sum virkin
spælari langt upp í árini. Eisini í
fótbólti tók hann mangt takið sum
bæði formaður og venjari í TB, og
kanska tey fægstu vita av, at hann
eisini var føroyameistari í hond
bólti við TB.
Í meira enn hálvan mansaldur
var hann virkin í Ítróttasambandi
Føroya, har hann í samfull 40 ár
sat í stjórnini, harav tey 25 sum
varaforseti. Øll hesi mongu ár var
hann við til at fremja og uppliva
stórar broytingar, og hann var ikki
bara vitni til ta ovurstóru menn
ing, føroysk ítrótt hevur upplivað,
men var í mongum førum eisini
beinleiðis orsøkin til, at tingini
komu at venda rætta vegin. Hans
ara partur lá ikki eftir, tí ongastaðni
var hann hálvur, har hann hevði
bjóðað seg fram ella fingið álit latið
upp í hendurnar.
At vinna børnunum og ung
dóminum bestu umstøður at íðka
ítrótt, var eitt lívlangt hjartamál,
ið Sverre vildi gera alt fyri at
røkka, og tí er heldur einki at siga
til, at hann fyri sítt ágrýtni og sín
eldhuga fekk øll tey heiðursmerki,
Ítróttasambandið letur eldsálum.
Soleiðis fekk hann silvur- og gull
nál, umframt gullmerki við bjálka,
og eisini fekk hann heiðurskross
Ítróttasambandsins fyri stóra ar
beiði sítt til frama fyri føroysku
ítróttafjøldina.
Eisini á øðrum økjum untist
mær at samstarva við Sverre, og
nevnast kann í løgtingsarbeiði og
politikki annars, har hann mangan
var hollur í ráðum og góður í ávik
um. Fyrst og fremst var hann tann
vælmeinti vinurin, ið bæði kundi
leggja hondina á økslina og lyfta
fremstafingur, og aftur har kom
tað frá hjartanum, tá hann hevði
okkurt at siga. Ikki so sjáldan dugdi
hann at seta orð á tað, meinigi før
oyingurin hugsaði, og helt hann
seg hava eina góða søk, fór hann
ígjøgnum bæði eld og vatn fyri at
røkka á mál, so fáur politikari man
sum Sverre hava verið ein sannur
fólksins maður.
Øll tey politisku álitisstørv,
hann fekk at røkja, siga ikki so lítið
um dugin, ið var í honum. Hatta
ordni jeg,« var eitt slagorð, sum
veruliga vísti, at her var talan um
ein mann, ið ikki bara tosaði um
tingini, men legði ítøkiligar gerðir
aftrat. Samfull 17 ár sat hann sum
borgarstjóri á Tvøroyri, har hann
átti býráðssess í næstan 40 ár, eins
og hann sat í Løgtinginum í tilsam
ans eini 20 ár, og sagt hevur verið
um Sverre, at bæði í lokalpolitikki
og landspolitikki var hann ein av
teimum, ið stóðu høgt í metum mill
um manna – bæði hjá samdum og
ósamdum.
At Sverre var tvøramaður – og
ikki minst Valari – av heilum og
fullum huga, var eingin sum helst
ivi um, og sum fáur hevur hann
vart býin og staðið við hond og
fót alla sína tíð, bæði í orð og í tal.
Hann tordi at seta sær høg mál
og tí hepnaðist honum eisini at
røkka meira, enn mangur í hansara
støðu annars vildi havt megnað.
Ikki, tí hann vildi seta varðar eftir
seg sjálvan, men tí hann fremst av
øllum var eitt menniskja við stórum
samfelagssinni og eini tráðan eftir,
at rættvísi skuldi valda, so eingin
varð settur eftir.
Nú er Sverre ikki meira og tað er
kvirt á Sornhúsvegi. Vit eru mong,
ið koma at sakna henda merkis
verda mann, tí hann var sín egin
og setti fegin seg sjálvan til viks,
kundi hann hjálpa øðrum, og tað
verður løgið ongantíð aftur at skula
hoyra málið í honum. Sum eg segði
at byrja við, hevði hann eitt stórt
hjarta, og tað eru vit mong, ið hava
notið gott av millum ár og dag, tí
betri vin kundi eingin ynskt sær.
Saknur verður í tær, góði Sverre, og
tú fert altíð at liva í minni mínum
sum eitt menniskja, ið setti síni
spor og altíð legði nakað eftir seg,
ið onnur kundu njóta gott av. Hvíl í
friði, kæri vinur.
Heðin Mortensen
Sverre Midjord farin